Vatngóðskan til útisvimjing
Vit gera regluligar sýnistøkur av vatninum, har fólk svimja og dyppa í kommununi. Á kortinum niðanfyri sært tú, nær vit seinast kannaðu vatngóðskuna, og hvussu støðan var á ymsu plássunum.
Fløggini vísa um støðan er góð (grønt flagg), í lagi (gult flagg) ella vánalig (reytt flagg). Trýstir tú á fløggini, sært tú kanningartølini á staðnum.
Veitst tú um onnur støð, ið verða nýtt til svimjing ella dypping, ert tú vælkomin at boða kommununi frá. Skriva til torshavn@torshavn.fo.
Góð ráð
Í Tórshavnar kommunu búgva fólk og kríatúr tætt upp at hvørjum øðrum, og tað kann viðhvørt elva til dálking av áum, løkum og sjógvi. Vandi er eisini fyri dálking frá kloakkyvirlopum, tá ið grovur ælingur er.
Børn og hundar eru viðkvom fyri dálkaðum vatni. Hevur tú viknaða órinsverju, eigur tú eisini at tryggja tær, at útsjóndin á vantinum er góð, áðrenn tú fert úti. Far ikki útí vatnið, tá ið:
- Vatnið er sera óklárt
- Nógv skúm er omaná vatnskorpuni
- Grøn, gul ella brún hinna er á vatnskorpuni
- Gráir træðrir ella stórt pu er í vatninum
- Nógvur ælingur hevur verið seinastu 24 tímarnar
Ein tummilsregla er, at tú skalt kunna síggja ein metur niður í vatnið. Sært tú ikki ein metur niður, kann hetta vera tekin um ov stóra mongd av algum. Vit mæla eisini frá at svimja í tjørnum, har nógvur fuglur heldur til, og í vatni, har seyður, neyt og ross ganga tætt við.
Gev gætur, at kommunan hevur sett forboð fyri at fara útí Havnará, tí áin er dálkað av kloakk og flogfenaði.