Eg vil flyta bústað í kommununi

Flytur tú innanhýsis í Tórshavnar kommunu, skalt tú minnast til at boða Tórshavnar kommunu frá í seinasta lagi fimm dagar eftir, at tú hevur flutt bústað. Sama er galdandi, um tú flytir til Tórshavnar kommunu úr aðrari kommunu.


Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum. Tá tú hevur søkt fært tú eina kvittan sendandi til tína MínBoks. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.



Soleiðis boðar tú frá flyting
Bílegg tær Samleikan

Tú skalt brúka Samleikan fyri at nýta Vangan. Samleikin er ein trygg, talgild innritingarskipan. Tú kanst bíleggja tær Samleikan á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Rita inn á Vangan

Rita inn á Vangan við tínum Samleika.

Tá ið tú ritar inn á Vangan og fyllir út fráboðanina um flyting, eru vegleiðingar at lesa á hvørjum avgreiðslustigi.

Nær kann eg boða frá flyting?

Tú kanst boða frá flyting fýra vikur fyri og í seinasta lagi fimm dagar eftir, at tú ert flutt.

Hvønn kann eg flyta?

Tú kanst boða frá flyting fyri teg sjálva og tey húsfólk, ið flyta við.

Tú kanst eisini boða frá flyting fyri persón, sum ikki er partur av húskinum, og sum ikki hevur Samleikan. Hetta krevur tó, at viðkomandi persónur skrivar undir eina váttan, sum kann takast niður av Vanganum. Váttanarskjalið skal undirskrivast og viðfestast umsóknini á Vanganum. Tað ber ikki til at halda fram, uttan at váttanin er viðfest.

Søkir tú vegna annan borgara, er tað tú sum fært kvittanina fyri umsóknina á Vanganum. Kvittanin liggur undir »Kvittanir« á tínum Vanga. Fær viðkomandi, tú søkir fyri, sær Vangan seinni, so sær viðkomandi eisini kvittanina á sínum Vanga.

Flyting av børnum

Tað ber ikki til flyta børn úr bústaðnum frá einum foreldri, uttan so at hetta foreldrið verður hoyrt.

Er talan um felags foreldramyndugleika, verður tú biðin um at upplýsa teldupostbústaðin hjá foreldrinum, sum ikki flytir við. Skipanin sendir síðan ein teldupost til hetta foreldrið við eini umbøn um at fara inn á Vangan og vátta flytingina innan sjey dagar. Tað verður gjørt við talgildari undirskrift.

Bæði foreldur fáa eina kvittan á Vanganum. Verður flytingin ikki váttað innan sjey dagar, fellir áheitanin burtur. Í tílíkum føri kann umsøkjarin seta seg í samband við Snarskivuna um at senda eitt hoyringsskriv til foreldrið.

Hava tit ikki felags foreldramyndugleika, men bæði eru lívfrøðilig foreldur, vendir Tórshavnar kommuna sær til tann, ið fráboðar flytingina, og kunnar um, at her krevst váttan frá foreldrinum, ið ikki flytur við.

Tú kanst lesa meiri um reglurnar á heimasíðuni hjá Familjufyrisitingini:

Foreldramyndugleiki og bústaður (famf.fo)

Flyting úr útlondum til Tórshavnar kommunu

Tað ber ikki til at fráboða flyting úr útlondum til Tórshavnar kommunu á Vanganum. Flytur tú úr útlondum, mást tú møta í Snarskivuni og boða frá flytingini. Tú kanst lesa nærri um treytirnar og um, hvussu tú gert, her: 

Eg vil flyta til Føroyar úr útlondum

Tú kanst skifta kommunulækna í sambandi við flyting

Tað er ókeypis at skifta kommunulækna í Føroyum, og tú kanst til eina og hvørja tíð skifta lækna. Læknaskiftið er tó treytað av, at aðrar læknaviðtalur taka ímóti nýggjum borgarum. Á heimasíðuni hjá Heilsutrygd kanst tú kunna teg um, hvørjar læknaviðtalur taka ímóti nýggjum borgarum. Kommunulæknarnir, ið taka ímóti nýggjum borgarum, hava frámerkið »opið« í yvirlitinum. 

Flytur tú úr einari kommunu til aðra, fært tú eitt bræv frá Heilsutrygd, ið biður teg velja nýggjan kommunulækna. Hetta brævið fært tú, tá tú hevur boðað kommununi frá flytingini, og flytingin er skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Tú skalt velja ein av kommunulæknunum í brævinum og síðan senda brævið aftur til Heilsutrygd.

Tú skalt velja kommunulækna innan tríggjar vikur, um tú sjálv vilt sleppa at velja lækna. Velur tú ikki kommunulækna innan tríggjar vikur, velur Heilsutrygd kommunulækna fyri teg. Um so er, fært tú eitt bræv sendandi frá Heilsutrygd, sum kunnar teg um, hvønn kommunulækna tú hevur fingið.

Kommunulæknar í Føroyum (heilsutrygd.fo)

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki brúkt Vangan ella Samleikan, kanst tú prenta og fylla út fráboðanarskjalið niðanfyri. Skjalið skal latast inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Havn.

Fráboðan um innanhýsis flyting í Tórshavnar kommunu

At minnast til, tá tú flytur bústað
Hetta skalt tú minnast til, tá tú flytur bústað

Tá ið tú flytir, skalt tú minnast til, at ikki allir stovnar og feløg fáa sjálvvirkandi boð um tína flyting, og tí mást tú sjálv boða teimum frá tínum nýggja bústaði.

Hesir stovnar fáa sjálvvirkandi boð um tína flyting:

  • Landsfólkayvirlitið
  • TAKS
  • Almannaverkið
  • Heilsutrygd
  • Landssjúkrahúsið

Hesir stovnar og veitarar fáa ikki sjálvvirkandi boð um tína flyting:

  • Posta
  • peningastovnurin
  • tryggingarveitarin
  • tannlæknin
  • telefonveitarin
  • SEV
Snarskivan
Snarskivan
Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15