Eg vil flyta til Føroyar úr útlondum
Flytur tú til Tórshavnar kommunu úr útlondum, skalt tú boða fólkayvirlitinum frá flytingini. Hetta gert tú við at møta á Snarskivuni í Havn. Hav samleikaprógv við.
Tú skalt boða frá flytingini í seinasta lagi fimm dagar eftir, at tú hevur flutt bústað ella hevur fingið uppihaldsloyvi.
Tú skalt hava avrit av passi og møguligum uppihaldsloyvi við, tá ið tú møtir upp á Snarskivuni fyri at boða frá flytingini.
Flytur tú til Tórshavnar kommunu við barni undir 18 ár, ið ikki hevur verið skrásett í Føroyum fyrr, skalt tú minnast til at hava avrit við av føði- ella dópsbrævinum og passinum hjá barninum.
Ert tú norðurlendskur ríkisborgari, og skalt tú búgva í Føroyum í meira enn tríggjar mánaðir, kanst tú skrásetast í føroyska fólkayvirlitinum og fáa føroyskt p-tal. Tú skalt fráboða flytingina við at møta á Snarskivuni. Minst til at hava passið við.
Minst til, at tú skalt boða frá flytingini í seinasta lagi fimm dagar eftir, at tú hevur flutt bústað.
Ert tú hvørki danskur ella norðurlendskur ríkisborgari, og flytur tú til Tórshavnar kommunu úr einum landi uttanfyri Norðurlond, kanst tú skrásetast í føroyska fólkayvirlitinum og fáa føroyskt p-tal. Tú skalt fráboða flytingina við at møta á Snarskivuni. Minst til at hava pass og uppihaldsloyvi við.
Minst til, at tú skalt boða frá flytingini við at møta á Snarskivuni í seinasta lagi fimm dagar eftir, at tú hevur fingið uppihaldsloyvi.
Tú kanst kunna teg nærri um uppihaldsloyvi á heimasíðuni hjá Føroya Politi. Til ber eisini at fara beinleiðis til umsóknarbløðini á heimasíðuni hjá Ny i Danmark. Har velur tú fyrst »Færøerne og Grønland« og síðan rætta oyðublaðið úr listanum.
Tørvar tær vegleiðing í sambandi við umsókn um uppihaldsloyvi, kanst tú venda tær til Útlendingastovuna.
Umsóknarblað til uppihaldsloyvi (nyidanmark.dk)
Tørvar tær hjálp til at søkja um uppihaldsloyvi, kanst tú venda tær til Útlendingastovuna, sum kann hjálpa tær við at fylla út røttu skjølini.
Útlendingastovan
Sigmundargøta 13
110 Tórshavn
Tel. 35 79 79
Útlendingastovan (utlendingastovan.fo)
Tørvar tær hjálp til at avgreiða flytingina, kanst tú venda tær til Snarskivuna í Tórshavnar kommunu á telefon 30 20 10.
Ert tú vorðin gift ella hevur fingið børn, meðan tú hevur búð uttanlands, skalt tú hava vígslubræv og føði- ella navnabræv hjá børnunum við, tá tú boðar frá flyting til Tórshavnar kommunu.