Eg vil flyta til útlond
Flytur tú úr Tórshavnar kommunu til eitt land uttanfyri Norðurlond (Norðurlondini eru Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland og Ísland) í meira enn seks mánaðir, skalt tú altíð boða fólkayvirlitinum frá flytingini í seinasta lagi fimm dagar eftir, at tú hevur flutt bústað.
Tú boðar frá flytingini á Vanganum. Rita inn við Samleikanum.
Flytur tú úr Føroyum til eitt av Norðurlondunum Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland ella Ísland, skalt tú hinvegin boða frá í kommununi, tú flytur til. Tórshavnar kommuna fær tá boð frá nýggju kommununi um, at tú ert flutt úr Tórshavnar kommunu.
Flytur tú uttanlands í meira enn seks mánaðir, skalt tú boða fólkayvirlitinum frá á Vanganum.
Ert tú uttanlands í arbeiðsørindum longur enn seks mánaðir, men í sama tíðarskeiði heldur til á tínum bústaði í Føroyum fleiri vikuskiftir, frídagar o.t., so hevur tú í summum førum rætt til framvegis at standa skrásett á tínum føroyska bústaði. Tað sama er galdandi fyri tín sambúgva og fyri børn undir 18 ár.
Í tílíkum førum ger Fólkayvirlitið eina ítøkiliga meting um, hvørt tað snýr seg um flyting úr Føroyum ella ikki.
Skalt tú halda til uttanlands í minni enn seks mánaðir, hevur tú rætt til framvegis at vera skrásett á tínum føroyska bústaði. Skrásetingin er tó treytað av, at tú ikki lænir ella leigar tín bústað í Føroyum út til onnur.
Arbeiðir tú uttanlands, men ert skrásett sum búsitandi í Føroyum, skalt tú sum útgangsstøði rinda avgjøld til sosialu skipanirnar í tí landinum, har tú arbeiðir.
Tó ber til at søkja um undantaksloyvi frá at rinda til sosialu skipanirnar í útlandinum undir teirri treyt, at tú ert sosialt tryggjað í Føroyum. Ynskir tú at verða sosialt tryggjað í Føroyum heldur enn í landinum, tú arbeiðir í, skalt tú venda tær til Almannaverkið. Kunna teg nærri um mannagongdina á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.
Tú finnur nærri kunning um skattaviðurskiftini í sambandi við flyting á heimasíðuni hjá TAKS.
Ert tú lesandi uttanlands, kanst tú søkja um at varðveita tín atkvøðurætt til løgtingsval. Einans skrásettir íbúgvar í kommununi kunnu atkvøða til kommunuval.
Fyri at kunna atkvøða til løgtingsval, skalt tú skrásetast á veljaralistanum. Tú kanst søkja um upptøku á veljaralistan, um tú lýkur almennu treytirnar fyri valrætt til løgtingið, og um tú áðrenn fráflyting hevur verið skrásett í føroyska fólkayvirlitinum í minsta lagi fimm ár tilsamans.
Tú kanst tó ikki koma á veljaralistan, hevur tú búð uttanfyri Føroyar í meira enn átta ár.
Les meira um treytirnar fyri at varðveita valrættin á heimasíðuni hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum. Her kanst tú eisini taka niður umsóknarblaðið.
Fært tú av onkrari orsøk ikki brúkt Vangan ella Samleikan, kanst tú prenta og fylla út fráboðanarskjalið niðanfyri. Skjalið skal latast inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Havn.
Fráboðan um flyting úr Tórshavnar kommunu til lond uttanfyri Norðurlond
Tá ið tú flytur uttanlands úr Føroyum, skalt tú millum annað minnast til at avgreiða hesi viðurskifti:
- Boða frá flyting í kommununi, tú flytur til
- Flytir tú uttanlands í lestrarørindum, minst so til at søkja um upptøku á veljaralistan
- Kanna, hvussu tú ert heilsutryggjað í tí landinum, tú flytur til. Tú hevur ikki rætt til veiting frá Heilsutrygd, meðan tú ert uttanlands. Tú kanst kanna, hvørjir sáttmálar eru fingnir í lag millum Føroyar og grannalond á heimasíðuni hjá Heilsutrygd
Harafturat skalt tú minnast til, at ikki allir stovnar og feløg fáa sjálvvirkandi boð um tína flyting, og tí mást tú sjálv boða teimum frá tínum nýggja bústaði.
Hesir stovnar fáa sjálvvirkandi boð um tína flyting:
- Landsfólkayvirlitið
- TAKS
- Almannaverkið
- Heilsutrygd
- Landssjúkrahúsið
Hesir stovnar og veitarar fáa ikki sjálvvirkandi boð um tína flyting:
- Posta
- Peningastovnurin
- Tryggingarveitarin
- Tannlæknin
- Telefonveitarin
- SEV