Lurta

Eg vil flyta til útlond

Flytur tú úr Tórshavnar kommunu til eitt land uttanfyri Norðurlond (Norðurlondini eru Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland og Ísland) í meira enn seks mánaðir, skalt tú altíð boða fólkayvirlitinum frá flytingini.

Tú boðar frá flytingini á Vanganum. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan enn, sum krevst fyri at rita inn á Vangan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.

BOÐA FRÁ FLYTING Á VANGANUM

Tú skalt boða frá flytingini í seinasta lagi fimm dagar eftir, at tú hevur flutt bústað. Sama er galdandi, um tú flytir innanhýsis í kommununi.

Flytur tú úr Føroyum til eitt av Norðurlondunum Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland ella Ísland, skalt tú boða frá í kommununi, tú flytur til. Tórshavnar kommuna fær tá talgild boð frá nýggju kommununi um, at tú ert flutt úr Tórshavnar kommunu.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)



Flyting til útlond
Flyting longri enn seks mánaðir

Flytur tú uttanlands í meira enn seks mánaðir, skalt tú boða fólkayvirlitinum frá á Vanganum.

Um tú vegna títt arbeiði ert uttanlands longur enn seks mánaðir, men í sama tíðarskeiði heldur til á tínum bústaði í Føroyum fleiri vikuskiftir, frídagar o.t., so hevur tú í summum førum rætt til framvegis at standa skrásett á tínum føroyska bústaði. Tað sama er galdandi fyri tín sambúgva og fyri børn undir 18 ár.

Í tílíkum førum ger Fólkayvirlitið eina ítøkiliga meting um, hvørt tað snýr seg um flyting úr Føroyum ella ikki.

Flyting styttri enn seks mánaðir

Skalt tú halda til uttanlands í minni enn seks mánaðir, hevur tú rætt til framvegis at vera skrásett á tínum føroyska bústaði.

Skrásetingin er tó treytað av, at tú ikki lænir ella leigar tín bústað í Føroyum út til onnur.

Sosialveitingar í sambandi við sjúku ella arbeiðsloysi

Arbeiðir tú uttanlands, men ert skrásett sum búsitandi í Føroyum, skalt tú sum útgangsstøði rinda avgjøld til sosialu skipanirnar í tí landinum, har tú arbeiðir.

Tó ber til at søkja um undantaksloyvi at gjalda til sosialu skipanirnar í útlandinum undir teirri treyt, at tú ert sosialt tryggjað í Føroyum.

Tú skalt venda tær til Almannaverkið, um tú ynskir at verða sosialt tryggjað í Føroyum heldur enn í landinum, tú arbeiðir í. 

Kunna teg nærri um mannagongdina á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.

Arbeiði uttanlands (verður umsitið av Almannaverkinum)

Skattur í útlondum

Á heimasíðuni hjá TAKS kanst tú kunna teg nærri um skattaviðurskiftini í sambandi við flyting.

Skattur (taks.fo)

Um tú vilt varðveita atkvøðurætt í Føroyum

Ert tú lesandi uttanlands, kanst tú søkja um at varðveita tín atkvøðurætt til løgtingsval. Einans skrásettir íbúgvar í kommununi kunnu atkvøða til kommunuval.

Fyri at kunna atkvøða til løgtingsval, skalt tú skrásetast á vallistan. Tú kanst søkja um upptøku á vallistan, um tú lýkur almennu treytirnar fyri vælrætti til løgtingið, og um tú áðrenn fráflyting hevur verið skrásett í føroyska fólkayvirlitinum í minsta lagi fimm ár tilsamans.

Hevur tú tó búð uttan fyri Føroyar í meira enn átta ár, kanst tú ikki koma á vallistan.

Tú kanst lesa meira um treytirnar fyri at varðveita valrættin á heimasíðuni hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum. Her kanst tú eisini taka niður umsóknarblaðið.

Valrættur hjá lesandi uttanlands (verður umsitið av Umhvørvis- og vinnumálaraðnum)

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøki ikki brúkt Vangan ella Samleikan, kanst tú prenta og fylla út fráboðanarskjalið niðanfyri. Skjalið skal latast inn á Snarskivuni, Vaglið 11, í Tórshavn. 

Fráboðan um flyting úr Tórshavnar kommunu til lond uttanfyri Norðurlond

At minnast til, tá tú flytur av landinum
At minnast til, tá tú flytur av landinum

Tá ið tú flytur uttanlands úr Føroyum, skalt tú millum annað minnast til at avgreiða hesi viðurskifti:

  • Boða frá flyting í kommununi, tú flytur til
  • Flytir tú uttanlands í lestrarøindum, minst so til at søkja um upptøku á vallistanum
  • Kanna, hvussu tú ert heilsutryggjað í tí landinum, tú flytur til. Tú hevur ikki rætt til veiting frá Heilsutrygd, meðan tú ert uttanlands. Tú kanst kanna, hvørjir sáttmálar eru fingnir í lag millum Føroyar og grannalond á heimasíðuni hjá Heilsutrygd:

Altjóða viðurskifti (heilsutrygd.fo) 

Harafturat skalt tú minnast til, at ikki allir stovnar og feløg fáa sjálvvirkandi boð um tína flyting, og tí mást tú sjálv boða teimum frá tínum nýggja bústaði.

Hesir stovnar fáa sjálvvirkandi boð um tína flyting:

  • Landsfólkayvirlitið
  • TAKS
  • Almannaverkið
  • Heilsutrygd
  • Landssjúkrahúsið

Hesir stovnar og veitarar fáa ikki sjálvvirkandi boð um tína flyting:

  • Posta
  • Peningastovnurin
  • Tryggingarveitarin
  • Tannlæknin
  • Telefonveitarin
  • SEV

KUNNA TEG UM REGLUR OG LÓGIR

Skalt tú flyta uttanlands, eitt nú í lestrarørindum, skalt tú fyrst og fremst kunna teg um reglurnar og lógirnar í tí landinum, tú flytur til.

 

Harafturat er hent at kunna seg um viðurskifti í Føroyum, áðrenn tú fert. Vitja hesar síður:

Altjóða viðurskifti (heilsutrygd.fo)

Skattaviðurskifti fyri lesandi (taks.fo)

Skattaviðurskifti fyri útisiglarar (taks.fo)

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15