Lurta

Eg vil flyta úr Tórshavnar kommunu

Flytur tú úr Tórshavnar kommunu til aðra føroyska kommunu, skalt tú upplýsa tín nýggja bústað til ta kommununa, tú flytur til. Síðan fær Tórshavnar kommuna talgild boð um, at tú ert flutt úr kommununi.

Tú skalt boða frá flytingini í seinasta lagi fimm dagar eftir, at tú hevur flutt bústað.



At minnast til, tá tú flytur bústað
Hetta skalt tú minnast til, tá tú flytur bústað

Tá tú flytir, skalt tú minnast til, at ikki allir stovnar og feløg fáa sjálvvirkandi boð um tína flyting, og tí mást tú sjálv boða teimum frá tínum nýggja bústaði.

Hesir stovnar fáa sjálvvirkandi boð um tína flyting:

  • Landsfólkayvirlitið
  • TAKS
  • Almannaverkið
  • Heilsutrygd
  • Landssjúkrahúsið

Hesir stovnar og veitarar fáa ikki sjálvvirkandi boð um tína flyting:

  • Posta
  • peningastovnurin
  • tryggingarveitarin
  • tannlæknin
  • telefonveitarin
  • SEV