Jarðarferð

Niðanfyri er ein vegleiðing til, hvussu tú skalt bera teg at við tí praktiska, tá ið ein av tínum nærmastu doyr. Tað er umráðandi, at tú boðar presti ella samkomuleiðara frá skjótast gjørligt.

Tú finnur yvirlit yvir kirkjur og samkomur í Tórshavnar kommunu í teiginum »Boða presti ella samkomuleiðara frá um andlát«.



Áðrenn jarðarferðina
Deyðaváttan

Tá ið ein persónur doyr, skal ein lækni beinanvegin skriva eina deyðaváttan. Deyðaváttanin skal vera tøk, áðrenn tú fært loyvi at flyta tann deyða ella biðja um jarðarferð og pláss í kirkjugarðinum.

Boða sóknarpresti frá andláti

Tá ið deyðaváttanin er tøk, skalt tú altíð venda tær til  sóknarprestin, ið førir kirkjubøkurnar í prestagjaldinum. Hetta er eisini galdandi fyri borgarar, sum ikki vóru limir í fólkakirkjuni.

Tú finnur upplýsingar og yvirlit yvir sóknarprestarnar her:

Yvirlit yvir sóknarprestar (folkakirkjan.fo) 

Boða presti ella samkomuleiðara frá andláti

Er jarðarferðin úr kirkju ella samkomu, skulu avvarðandi venda sær til prest ella samkomuleiðara og avtala tíð fyri jarðarferðini.

Tú finnur upplýsingar og yvirlit yvir prestar og samkomur í Tórshavnar kommunu her:

Yvirlit yvir sóknarprestar (folkakirkjan.fo) 

Yvirlit yvir samkomur

Andlát uttan fyri sjúkrahús

Tá andlát uttan fyri sjúkrahús er váttað av lækna, skalt tú lata deyðaváttanina til sóknarprestin, sum førir kirkjubøkurnar í prestagjaldinum. Sóknarpresturin vegleiðir tær um víðari mannagongdir.

Tú finnur upplýsingar og yvirlit yvir sóknarprestarnar her:

Yvirlit yvir sóknarprestar (folkakirkjan.fo) 

Andlát á sjúkrahúsi

Er andlátið á sjúkrahúsi, skalt tú sum avvarðandi venda tær til sjúklingaskrivstovuna, sum vegleiðir um víðari mannagongdir.

Sjúklingaskrivstovan á Landssjúkrahúsinum

Tel. 30 45 00

Borgarar, sum ikki eru limir í fólkakirkjuni

Var tann deyði ikki limur í fólkakirkjuni, skalt tú sum avvarðandi kortini lata deyðaváttanina til sóknarprestin, ið førir kirkjubøkurnar í prestagjaldinum.

Tú finnur upplýsingar og yvirlit yvir sóknarprestarnar her:

Yvirlit yvir sóknarprestar (folkakirkjan.fo) 

Fyrireika jarðarferðina
Jarðarferð úr kirkju ella samkomu

Er jarðarferðin úr kirkju ella samkomu, skulu avvarðandi venda sær til prest ella samkomuleiðara og avtala tíð fyri jarðarferðini. Avvarðandi velja sjálvi teir sálmar ella sangir, ið skulu syngjast, og syrgja sjálvi fyri at prenta sanghefti, um tey ynskja tílík.

Harumframt skalt tú sum avvarðandi sjálv syrgja fyri:

  • At biðja sangarar
  • Útvega berarar
  • Prýði til kirkjuna/samkomuna
  • Flutningi at koyra kransar og blómur úr kirkjuni til kirkjugarðin
Jarðarferð úr Kirkjugarðskapellinum

Tórshavnar kommuna eigur Kirkjugarðskapellið, sum er ókeypis at nýta til jarðarferð hjá øllum borgarum í kommununi.

Er jarðarferðin úr Kirkjugarðskapellinum, skulu avvarðandi venda sær til prest ella samkomuleiðara og avtala tíð fyri jarðarferðini.

Mannagongdin er tann sama sum undir kirkjuligari jarðarferð, og sum avvarðandi syrgir tú sjálv fyri at biðja sangarar og útvega berarar. Tá ið jarðarferðin er úr Kirkjugarðskapellinum, skalt tú tó eisini minnast til sjálv at biðja urguleikara.

Aðrar tænastur

Ynskja tit at lýsa andlátið í útvarpinum, skulu tit venda tykkum til Kringvarp Føroya:

Kringvarp Føroya

Tel. 34 75 00
andlat@kvf.fo

Samband
Samband

Gravarin í Tórshavnar kommunu

Tel. 21 05 70

Kostnaðir og gravarhjálp
Hvat rindar kommunan?

Tórshavnar kommuna ber einans kostnaðin av kommunalu tænastunum. Avvarðandi rinda sjálvi fyri tær tænastur, ið tey biðja um frá øðrum enn Tórshavnar kommunu.

Hvat rindar tú sjálv?

Tú rindar sjálv fyri allar tær tænastur, sum tú biður um frá øðrum enn Tórshavnar kommunu. Hesar eru til dømis:

  • Sangarar
  • Prýði til kirkjuna
  • Flutning av kransum og blómum úr kirkjuni til kirkjugarðin
  • Kistu, líkverju v.m.
  • Urguleikara (tá jarðarferðin er úr Kirkjugarðskapellinum)
  • Keyp av tænastum frá biðimansfyritøkum
Gravarhjálp

Tú hevur møguleika fyri at søkja Heilsutrygd um gravarhjálp. Gravarhjálpin er eitt fíggjarligt ískoyti til tær útreiðslur, tú skalt gjalda ella hevur goldið til kistu og líkverju.

Heilsutrygd veitir gravarhjálp til persónar, sum eru fevndir av § 1 í Heilsutrygdarlógini. Tað vil siga persónar, sum sambært Landsfólkayvirlitinum eru búsitandi í Føroyum.

Tá tú søkir um gravarhjálp, skalt tú senda umsókn og kvittan fyri útreiðslurnar til kistu og líkverju til Heilsutrygd.

HEILSUTRYGD

Klaksvíksvegur 2
Postboks 52
710 Klaksvík

Leinkið til umsóknarblaðið til gravarhjálp finnur tú niðanfyri.

Gravarhjálpin fevnir um tær útreiðslur til kistu og líkverju, sum tú hevur kvittan fyri. Tó kann gravarhjálpin ikki vera hægri enn niðanfyri ávíst:

  • Persónar yvir 15 ár fáa í mesta lagi kr. 5.000 í gravarhjálp
  • Børn 9 - 15 ára gomul fáa í mesta lagi kr. 4.250 í gravarhjálp
  • Børn 1 - 8 ára gomul fáa í mesta lagi kr. 3.000 í gravarhjálp
  • Børn undir 1 ár fáa í mesta lagi kr. 2.000 í gravarhjálp

Heilsutrygd – umsóknarbløð (heilsutrygd.fo)

Leiðbeining um jarðarferð
Leiðbeining um jarðarferð

Tú kanst lesa meiri um jarðarferð í faldarunum niðanfyri. Ert tú avvarðandi at einum doyggjandi, kanst tú eisini finna góð ráð í stuðulsritinum »virðiligur endi«.

Jarðarferð – faldari (PDF)

Virðiligur endi – bóklingur (PDF)