Lurta
Til lesiveik

Jarðarferð

Niðanfyri er ein vegleiðing til, hvussu tú skalt bera teg at við tí praktiska, tá ið ein av tínum nærmastu doyr.

Tað er umráðandi, at tú boðar gravaranum frá skjótast gjørligt. Tú finnur yvirlit yvir gravararnar í Tórshavnar kommunu í teiginum "Bið um pláss í kirkjugarðinum og avtala tíð við gravaran" niðanfyri.



Áðrenn jarðarferðina
Deyðaváttan

Tá ið ein persónur doyr, skal ein lækni beinanvegin skriva eina deyðaváttan. Deyðaváttanin skal vera tøk, áðrenn tú fært loyvi at flyta tann deyða ella biðja um jarðarferð og pláss í kirkjugarðinum.

Boða sóknarpresti frá andláti

Tá ið deyðaváttanin er tøk, skalt tú altíð venda tær til  sóknarprestin, ið førir kirkjubøkurnar í prestagjaldinum. Hetta er eisini galdandi fyri borgarar, sum ikki vóru limir í fólkakirkjuni.

Tú finnur upplýsingar og yvirlit yvir sóknarprestarnar her:

Yvirlit yvir sóknarprestar (folkakirkjan.fo) 

Bið um pláss í kirkjugarðinum og avtala tíð við gravaran

Tað er umráðandi, at tú setir teg í samband við gravaran ella kommunala umsjónarmannin skjótast gjørligt eftir andlátið fyri at biðja um pláss í kirkjugarðinum og avtala tíð til jarðarferð.

 

Gravarin í Havn

Tel. 21 05 70

 

Kommunali umsjónarmaðurin í Kollafirði

Tel. 25 40 08

 

Kommunali umsjónarmaðurin í Nólsoy

Tel. 21 40 69

 

Kommunali umsjónarmaðurin í Hesti

Tel. 21 40 94

 

Andlát í Kollafirði, Nólsoy ella Hesti

Í sambandi við andlát í Kollafirði, Nólsoy ella Hesti, skal tú fyrst venda tær til gravaran í Havn, tí tí tað er gravarin í Havn, sum skrásetur jarðarferðina. Síðani skalt tú venda tær til kommunala umsjónarmannin á staðnum. Fært tú ikki fatur í viðkomandi umsjónarmann, skalt tú eisini venda tær til gravaran í Havn.

 

Kommunali umsjónarmaðurin í Kollafirði

Tel. 25 40 08

 

Kommunali umsjónarmaðurin í Nólsoy

Tel. 21 40 69

 

Kommunali umsjónarmaðurin í Hesti

Tel. 21 40 94

 

Gravarin í Havn

Tel. 21 05 70

Andlát í Kaldbak

Er andlátið í Kaldbak, skalt tú venda tær beinleiðis til gravaran í Havn.

Gravarin í Havn

Tel. 21 05 70

Andlát uttan fyri sjúkrahús

Tá andlát uttan fyri sjúkrahús er váttað av lækna, skalt tú lata deyðaváttanina til sóknarprestin, sum førir kirkjubøkurnar í prestagjaldinum. Sóknarpresturin vegleiðir tær um víðari mannagongdir.

Tú finnur upplýsingar og yvirlit yvir sóknarprestarnar her:

Yvirlit yvir sóknarprestar (folkakirkjan.fo) 

Andlát á sjúkrahúsi

Er andlátið á sjúkrahúsi, skalt tú sum avvarðandi venda tær til sjúklingaskrivstovuna, sum vegleiðir um víðari mannagongdir.

Sjúklingaskrivstovan á Landssjúkrahúsinum

Tel. 30 45 00

Borgarar, sum ikki eru limir í fólkakirkjuni

Var tann deyði ikki limur í fólkakirkjuni, skalt tú sum avvarðandi kortini lata deyðaváttanina til sóknarprestin, ið førir kirkjubøkurnar í prestagjaldinum.

Tú finnur upplýsingar og yvirlit yvir sóknarprestarnar her:

Yvirlit yvir sóknarprestar (folkakirkjan.fo) 

Fyrireika jarðarferðina
Jarðarferð úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum

Vilt tú nýta kapellið á Landssjúkrahúsinum til bønarhald ella vøku í samband við andlát, skalt tú seta teg í samband við Sjúklingaskrivstovuna á Landssjúkrahúsinum, sum vegleiðir um mannagongdir.

Sjúklingaskrivstovan á Landssjúkrahúsinum

Tel. 30 45 00

 

Sum avvarðandi skalt tú sjálv útvega og gjalda fyri kistu og líkverju.

Landssjúkrahúsið ger líkið klárt og setir kistuna í kapellið.

Sum avvarðandi biðja tit sjálvi prest ella talara tala til bønarhaldið ella vøkuna. Um tit ynskja at syngja úr sálmabókini hjá fólkakirkjuni, syrgir Landssjúkrahúsið fyri hølum og urguleikara eftir avtalu við tykkum. Velja tit at nýta aðra sangbók, mugu tit sjálvi biðja urguleikara ella tónleikara.

HVAR FÆR MANN FATUR Í EINUM URGULEIKARA?

Sum avvarðandi skulu tit eisini syrgja fyri berarum og avtala flutning til kirkju ella samkomuhús við føraranum av líkvogninum hjá Tórshavnar kommunu.

Flutningur við kommunalu líkvognunum er ókeypis. Líkvognur fæst við at ringja á tel. 21 05 70 ella 25 40 08.

Tú kanst lesa meira um jarðarferð úr Landssjúkrahúskapellinum á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum.

Landssjúkrahúsið – andlát og jarðarferð (ls.fo)

Jarðarferð úr kirkju

Er jarðarferðin úr kirkju, skulu avvarðandi venda sær til prest og avtala tíð fyri jarðarferðini. Prestur boðar kirkjutænarunum frá. Avvarðandi velja sjálvi teir sálmar ella sangir, ið sungnir verða og syrgja sjálvi fyri at prenta sanghefti, um tey ynskja tílík.

Harumframt skalt tú sum avvarðandi sjálv syrgja fyri:

  • At biðja sangarar
  • At útvega berarar
  • Prýði til kirkjuna
  • Flutningi at koyra kransar og blómur úr kirkjuni til kirkjugarðin

Sama mannagongd er galdandi, tá jarðarferðin er úr øðrum samkomuhúsi enn kirkju.

Jarðarferð úr Kirkjugarðskapellinum

Tórshavnar kommuna eigur Kirkjugarðskapellið, sum er ókeypis at nýta til jarðarferð hjá øllum borgarum í kommununi.

Er jarðaferðin úr Kirkjugarðskapellinum, skulu avvarðandi venda sær til gravaran og avtala tíð fyri jarðaferðina.

Gravarin í Havn

Tel. 21 05 70

 

Mannagongdin er tann sama sum undir kirkjuligari jarðarferð, og avvarðandi skulu sjálvi syrgja fyri at biðja sangarar og útvega berðarar. Tó skalt tú sum avvarðandi sjálvi biðja urguleikara, tá jarðarferðin er úr Kirkjugarðskapellinum.

Aðrar tænastur

Ynskja tit at lýsa andlátið í útvarpinum, skulu tit venda tykkum til Kringvarp Føroya:

Kringvarp Føroya

Tel. 34 75 00
andlat@kvf.fo

Samband
Samband

Niðanfyri hava vit savnað telefonnummur til ymsu myndugleikarnar í sambandi við jarðarferð.

Gravarin í Havn (til jarðarferðir í Havn og Kaldbak)

Tel. 21 05 70

 

Kommunali umsjónarmaðurin í Kollafirði

Tel. 25 40 08

 

Kommunali umsjónarmaðurin í Nólsoy

Tel. 21 40 69

 

Kommunali umsjónarmaðurin í Hesti

Tel. 21 40 94

 

Líkvognur

Tel. 25 40 08

 

Sjúklingaskrivstovan á Landssjúkrahúsinum

Tel. 30 45 00

 

Kapellið á Landssjúkrahúsinum

Tel. 30 45 80 (vanlig arbeiðstíð)

Tel. 30 45 00 (uttan fyri vanliga arbeiðstíð)


Suðurstreymoyar eystara prestagjald

Tel. 31 39 00


Suðurstreymoyar vestara prestagjald

Tel. 31 42 51


Norðstreymoyar prestagjald

Tel. 42 12 14

 

Kostnaðir og gravarhjálp
Hvat rindar kommunan?

Tórshavnar kommuna ber einans kostnaðin av kommunalu tænastunum. Avvarðandi rinda sjálvi fyri tær tænastur, ið tey biðja um frá øðrum enn Tórshavnar kommunu.

Hvat rindar tú sjálv?

Tú rindar sjálv fyri allar tær tænastur, sum tú biður um frá øðrum enn Tórshavnar kommunu. Hesar eru til dømis:

  • Sangarar
  • Prýði til kirkjuna
  • Flutning av kransum og blómum úr kirkjuni til kirkjugarðin
  • Kistu, líkverju v.m.
  • Urguleikara (tá jarðarferðin er úr Kirkjugarðskapellinum)
Gravarhjálp

Tú hevur møguleika fyri at søkja Heilsutrygd um gravarhjálp. Gravarhjálpin er eitt fíggjarligt ískoyti til tær útreiðslur, tú skalt gjalda ella hevur goldið til kistu og líkverju.

Heilsutrygd veitir gravarhjálp til persónar, sum eru fevndir av § 1 í Heilsutrygdarlógini. Tað vil siga persónar, sum sambært Landsfólkayvirlitinum eru búsitandi í Føroyum.

Tá tú søkir um gravarhjálp, skalt tú senda umsókn og kvittan fyri útreiðslurnar til kistu og líkverju til Heilsutrygd.

HEILSUTRYGD

Klaksvíksvegur 2
Postboks 52
710 Klaksvík

Leinkið til umsóknarblaðið til gravarhjálp finnur tú niðanfyri.

Gravarhjálpin fevnir um tær útreiðslur til kistu og líkverju, sum tú hevur kvittan fyri. Tó kann gravarhjálpin ikki vera hægri enn niðanfyri ávíst:

  • Persónar yvir 15 ár fáa í mesta lagi kr. 5.000 í gravarhjálp
  • Børn 9 - 15 ára gomul fáa í mesta lagi kr. 4.250 í gravarhjálp
  • Børn 1 - 8 ára gomul fáa í mesta lagi kr. 3.000 í gravarhjálp
  • Børn undir 1 ár fáa í mesta lagi kr. 2.000 í gravarhjálp

Heilsutrygd – umsóknarbløð (heilsutrygd.fo)

Leiðbeining um jarðarferð
Leiðbeining um jarðarferð

Tú kanst lesa meiri um jarðarferð í faldarunum niðanfyri. Ert tú avvarðandi at einum doyggjandi, kanst tú eisini finna góð ráð í stuðulsritinum “virðiligur endi”.

Jarðarferð (PDF)

Leiðbeining frá Landssjúkrahúsinum (PDF)

Stuðulsrit – Virðiligur endi (PDF)