Talgildir kirkjugarðar – finn eina grøv ella rætta navn á grøv
Hevur tú trupult við at finna eina grøv, kanst tú leita á netinum eftir grøvum í kirkjugørðunum undir Svínaryggi og undir Heygnum Mikla.
Trýst á leinkið niðanfyri, so sært tú kortið yvir kirkjugarðarnar. Tøppa inn navnið á persóninum, tú leitar eftir. Gongur tú úti í kirkjugarðinum, er lættast at finna veg til grøvina við at trýsta á geolokaliseringsknøttin á kortinum á snildfonini. Á snildfon finnur tú knøttin, ið er ein kumpas við fýra tindum, niðast í høgra horni á kortinum.
Skráset ella rætta navn á grøv
Skráset ella rætta navn á grøv
Er navnið á persóni, sum liggur grivin í kirkjugarðinum undir Heygnum Mikla ella undir Svínaryggi, skeivt stavað, ella vantar ein persónur í skipanini, kanst tú boða kommununi frá við at trýsta á knøttin niðanfyri og tøppa upplýsingarnar inn.
Skráset ella rætta navn á grøv
Tá ið vit fáa tína fráboðan, eftirkanna vit dáturnar í fólkayvirlitinum fyri at tryggja okkum, at navnið er rætt.