Bið um navna- og bústaðarvernd

Sum borgari í Tórshavnar kommunu kanst tú fyribyrgja, at títt navn og tín bústaður, sum eru skrásett í fólkayvirlitinum, verða latin øðrum privatpersónum ella verða upplýst í sambandi við marknaðarføring ella hagtalsligar og vísindaligar kanningar.



Soleiðis verjir tú títt navn og tín bústað
Forða fyri, at navn og bústaður verða latin privatpersónum

Ynskir tú at fáa navna- og bústaðarvernd, kanst tú senda ein teldupost til Snarskivuna á torshavn@torshavn.fo ella ringja á tel. 30 20 10.

Verjan fellur burtur aftaná eitt ár

Høvuðsreglan er, at tínar upplýsingar eru vardar í eitt ár, tá tú biður um navna- og bústaðarvernd. Tó kunnu ávís undantøk gera seg galdandi. Tú kanst kunna teg nærri í lógini um fólkayvirlit, sum neyvt ásetir treytirnar fyri, hvørji privat og almenn kunnu fáa upplýsingar úr fólkayvirlitinum og undir hvørjum umstøðunum.

Lógin um fólkayvirlit (logir.fo)

Snarskivan
Snarskivan
Upplatingartíðir
Monday9-16
Tuesday9-16
Wednesday9-16
Thursday9-16
Friday9-15