Bústaðarváttan

Skalt tú skjalprógva, at tú ert skrásett á tínum verandi bústaði, kanst tú útvega tær eina bústaðarváttan.


Tú kanst taka bústaðarváttanina niður av Vanganum. Rita inn við Samleikanum. Tað er Landsfólkayvirlitið á Umhvørvisstovuni, sum umsitur tænastuna á Vanganum.

Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.



Trupult við at nýta talgildar tænastur?

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú bíleggja bústaðarváttan við at senda okkum eitt teldubræv til torshavn@torshavn.fo. Bíleggur tú bústaðarváttanina við at senda teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja navn og føðingardag og skriva »Bústaðarváttan« í evnisteigin.

Snarskivan
Snarskivan
Upplatingartíðir
Monday9-16
Tuesday9-16
Wednesday9-16
Thursday9-16
Friday9-15