Bústaðaryvirlit
Tørvar tær skjalprógv fyri, hvørjum bústøðum tú hevur verið skrásett á, kanst tú fáa eitt bústaðaryvirlit frá okkum.
Hevur tú Samleikan, kanst tú taka bústaðaryvirlitið niður av Vanganum. Rita inn við Samleikanum. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Trupult við at nýta talgildar tænastur
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú bíleggja eitt bústaðaryvirlit við at senda okkum eitt teldubræv til torshavn@torshavn.fo. Bíleggur tú bústaðaryvirlitið við at senda teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja navn og føðingardag og skriva »Bústaðaryvirlit« í evnisteigin.