Danskur heimarættur

Hevur tú ikki danskan heimarætt, kanst tú søkja um tað. Treytirnar fyri at fáa danskan heimarætt eru ymiskar fyri útlendskar og norðurlendskar ríkisborgarar.

At hava danskan heimarætt merkir, at tú hevur rættindi og skyldur í mun til danska ríkið, undir hesum Føroyar og Grønland. Rættindini fevna til dømis um rætt til danskt pass og rætt til sosialar veitingar.

Ert tú norðurlendskur ríkisborgari, skalt tú lata Rikisumboðsmanninum í Føroyum eina váttan á serligum oyðiblaði, sum tú kanst taka niður av síðuni hjá Ríkisumboðsmanninum.

Ert tú útlendskur ríkisborgari, kanst tú bara fáa danskan heimarætt við lóg (naturalisatión). Tað vil siga, at tað er bara Fólkatingið, sum kann veita tær heimarætt.

Tú kanst lesa nærri um reglurnar og treytirnar á heimasíðuni hjá Ríkisumboðsmanninum í Føroyum. Skalt tú søkja um heimarætt við lóg (naturalisatión), finnur tú leiðbeining til talgildu umsóknina á heimasíðuni hjá Udlændinge- og Integrationsministeriet.

Heimarættur umvegis váttan (rigsombudsmanden.fo) 

Heimarættur við lóg (rigsombudsmanden.fo) 

Leiðbeining til umsókn um heimarætt við lóg (uim.dk)