Lurta
Til lesiveik

Danskur heimarættur

At hava danskan heimarætt merkir, at tú hevur rættindi og skyldur í mun til danska ríkið, herundir Føroyar og Grønland. Hesi rættindi fevna t.d. um rætt til danskt pass og rætt til sosialar veitingar.

Hevur tú ikki danskan heimarætt, kanst tú søkja um tað. Málsviðgerðartíðin er í løtuni umleið 19 mánaðir.

Tú skalt lúka ávísar treytir fyri at fáa danskan heimarætt alt eftir, um tú ert útlendskur ella norðurlendskur ríkisborgari.

Ert tú norðurlendskur ríkisborgari, skalt tú lata Rikisumboðsmanninum í Føroyum eina váttan á serligum oyðiblaði, sum tú kanst taka niður av síðuni hjá Ríkisumboðsmanninum.

Ert tú útlendskur ríkisborgari, kanst tú bara fáa danskan heimarætt við lóg (naturalisatión). Tað vil siga, at tað er bara Fólkatingið, sum kann veita tær heimarætt.

Tú kanst lesa nærri um reglurnar og treytirnar á heimasíðuni hjá Ríkisumboðsmanninum í Føroyum. Skalt tú søkja um heimarætt við lóg (naturalisatión), finnur tú leiðbeining til talgildu umsóknina á heimasíðuni hjá danska Udlændinge- og Integrationsministeriet.

Heimarættur umvegis váttan (rigsombudsmanden.fo) 

Heimarættur við lóg (rigsombudsmanden.fo) 

Leiðbeining til umsókn um heimarætt við lóg (uim.dk)