P-talsváttan
Hevur tú fyri neyðini at skjalprógva títt p-tal, kanst tú fáa eina p-talsváttan frá okkum. Hevur tú Samleikan, kanst tú taka váttanina niður av Vanganum.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Trupult við at nýta talgildar tænastur
Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú bíleggja p-talsváttanina við at senda okkum eitt teldubræv til torshavn@torshavn.fo. Bíleggur tú p-talsváttanina við at senda teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja navn og føðingardag og skriva »p-talsváttan« í evnisteigin.