Lurta

P-tals váttan

Hevur tú fyri neyðini at skjalprógva títt p-tal, kanst tú fáa eina p-tals váttan. Hevur tú Samleikan, kanst tú taka eina p-tals váttan niður av Vanganum. 

TAK niður P-TALS VÁTTAN AV VANGANUM

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú bíleggja p-tals váttanina við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda teldubræv til torshavn@torshavn.fo. Um tú bíleggur P-tals váttan við at senda teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja navn og føðingardag og skriva »P-tals váttan« í evnisteigin.

Tað er ein fyrimunur at brúka á Vangan, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)



Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15