Søk um TK-tal
Skalt tú bóka barni tínum dagstovnspláss ella skriva barnið inn í skúla ella frítíðarskúla, skal títt barn hava eitt p-tal. Hevur barnið einki p-tal, kanst tú útvega barninum eitt TK-tal, sum tú kanst brúka til at bóka pláss við.
Tú søkir á Vanganum. Rita inn við Samleikanum. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Trupult við talgildum tænastum
Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata skjalið inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Havn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um TK-tal« í evnisteigin.