Lurta

Føroyskir íbúgvar, ið giftast uttanlands

Er annar ella báðir makar føroyskir íbúgvar, ið skulu giftast uttanlands, krevja flestu lond eina váttan, sum prógvar, at hvørgin maki er í einum hjúnalagi frammanundan.

Tórshavnar kommuna kann útvega eina hjúnastøðuváttan, ið váttar, at eftir føroyskari lóggávu er einki, ið forðar fyri, at annar ella báðir makar kunnu giftast.

Fyri at fáa eina váttan um hjúnastøðu, skulu báðir makar útfylla eina hjúnalagsfráboðan og lata hana inn til Snarskivuna ella senda hana til vigslur@torshavn.fo.

Hjúnalagsfráboðanina finnur tú her:

Hjúnalagsfráboðan kvinna og maður

Hjúnalagsfráboðan kvinnur

Hjúnalagsfráboðan menn



Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15