Lurta
Til lesiveik

Visjón og virðisgrundarlag

Her kanst tú lesa visjónina og virðisgrundarlagið hjá Tórshavnar kommunu. Visjónin varð samtykt á býráðsfundi 18. mars 2010. 

 



Visjón og virðisgrundarlag
Visjónin

Okkara høvuðsstaður – Virkin og vakin.

Yvirskipaða visjónin fyri Tórshavnar kommunu er, at høvuðsstaðurin verður ein vakstrardepil í Norðuratlantshavi.


Vit vilja, at høvuðsstaðurin er alheimsgjørdur og fjølbroyttur. Her skal verða rúm fyri ymiskum áskoðanum, hugskotum og mentanum, tí soleiðis verður gott hjá øllum at liva, búgva og virka

Vit vilja, at høvuðsstaðurin er livandi við upplivingum og avbjóðingum, men eisini við tryggleika og nærleika 

Vit vilja, at høvuðsstaðurin er virkin við nýggjum og mennandi útbúgvingartilboðum og dygdargóðum altjóða granskingarumhvørvi

Vit vilja, at høvuðsstaðurin er burðardyggur búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga

Vit vilja, at høvuðsstaðurin gevur nýggjum og altjóða vinnum, og vinnum, sum hava djúpar røtur her, góð vakstrarlíkindi

Vit vilja, at høvuðsstaðurin er effektivur og framtakshugaður, við skjótari og góðari tænastu til borgarar og vinnu

Vit vilja, at høvuðsstaðurin tænir øllum føroyingum í avgerandi leikluti sínum at ganga á odda í menningini 

Virðisgrundarlag

Virðing

Vit samstarva erliga og heiðurliga, vit skapa álit við at lurta og tryggja øllum møguleika at gera vart við sína hugsan.

Tí eru javnstøða og javnrættindi natúrlig og sjálvsøgd fyri okkum.

Tað merkir, at vit lurta, eisini tá ið vit eru ósamd, at vit virðismeta fyritakssemi og altíð eru fús at taka stig til neyðugar broytingar, vit laga okkum eftir broyttum fortreytum, eggja til luttøku í orðaskifti og fremja broytingar skjótt.

Menning

Vit skapa dygd og virðisøking í tvørfakligum samstarvi, við fakkunnleika og í samskifti við borgaran.

Í arbeiðinum eru vit nýhugsandi, samskifta og endurnýta tey góðu úrslitini. Vit taka ábyrgd. Vit gera mun og hugsa øðrvísi og skapandi.

Tað merkir, at vit støðugt menna førleikar, taka felags ábyrgd og samstarva. Vit síggja møguleikar í nýggjum hugsanum og loysnum. Styrkin er okkara fjølbroytni og innliving í sjónarhorn og krøv frá borgaranum, politiska myndugleikanum og samfelagnum sum heild, har vit altíð fáa sum mest burtur úr tilfeinginum á ein burðardyggan hátt.

Trivnaður

Vit hava eitt arbeiðsumhvørvi í støðugari menning. Vit virka í einum felagsskapi, har rúm er fyri ymiskleika. Okkara trivnaður hevur týdning fyri trivnaðin hjá borgarunum.

Tað merkir, at vit skapa tryggleika og nærveru gjøgnum umsorgan og menning. Tað merkir, at fjølbroytni og góðhýrur eiga stóran lut í arbeiði okkara. Tað merkir, at samfelagið fær ágóða av okkara trivnaði.

Bakgrundskunning

Visjónin fyri Tórshavnar kommunu varð samtykt á býráðsfundi 18. mars 2010. Eitt samt býráð stendur aftanfyri samtyktina. Tú kanst lesa gerðabókina fyri býráðsfundin 18. mars 2010 her:

Gerðabók fyri býráðsfundin 18. mars 2010