Felags foreldraráðið arbeiðir fyri áhugamálini hjá børnum og foreldrum. Tað ger ráðið fyrst og fremst við at ráðgeva mentamálanevndina í málum, sum viðvíkja børnum og foreldrum á dagstovnaøkinum.
Ráðið kann av sínum eintingum siga sína hugsan um eitthvørt evni av almennum áhuga fyri børn og foreldur. Eitt aðalmál okkara er sostatt at byggja brúgv millum borgarar og politisku skipanina. Ráðið umboðar øll foreldraráð í vøggustovum, barnagørðum og frítíðarskúlum í Tórshavnar kommunu.
Fimm nevndarlimir og tveir tiltakslimir manna ráðið. Tað eru umboð úr staðbundnu foreldraráðunum, sum velja limirnar í felags foreldraráðnum. Tríggir limir verða valdir í líka tals ári, meðan tveir limir verða valdir í ólíka tals ári.
Foreldraráðið
Limir í foreldraráðnum
Barbara Djurhuus Forkvinna
Ólavur Jóannesarson Hansen Næstformaður
Bergdís Ester Gisladóttir Nevndarlimur
Jóhanna Maria Olsen Nevndarlimur
Svanna í Gong Nevndarlimur
Beinta Lisberg 1. varalimur
Hans Fróði Jensen 2. varalimur
Samband
Ynskir tú at seta teg í samband við felags foreldraráðið, kanst tú senda okkum ein teldupost til ffr@torshavn.fo.
Val av limum til felags foreldraráðið
Nær er foreldraráðsval?
Fundur fyri øll foreldraráð í Tórshavnar kommunu verður hildin á heysti á hvørjum ári. Á fundinum skulu tveir ella tríggir limir veljast.
Hvør kann stilla upp?
Persónar, sum frammanundan eru limir í einum av foreldraráðunum á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu, kunnu stilla upp.
Hvussu vera limirnir valdir í felags foreldraráðið?
Foreldraráðini á einstøku stovnunum velja sær tvey umboð at umboða staðbundna foreldraráðið á fundinum fyri øll foreldraráð í kommununi. Hvørt foreldraráð hevur eina atkvøðu.
Regluverk
Viðtøkurnar fyri felags foreldraráðið sært tú her: