Lurta

Býráðið

Býráðið er evsti politiski myndugleiki í Tórshavnar kommunu. Býráðslimirnir eru 13 í tali og verða valdir fyri eitt fýra ára skeið sambært reglunum í løgtingslógini um val til kommunur.

Býráðið ger av, nær og hvar regluligu býráðsfundirnir skulu vera. Hetta verður kunngjørt fyrst í hvørjum álmanakkaári. Vanliga hevur býráðið almennan fund eina ferð um mánaðin. Býráðið heldur eisini eykafundir viðhvørt, tá býráðið skal taka støðu til átrokandi mál.

Býráðslimirnir í Tórshavnar kommunu eru borgaravald umboð. Øll hava stillað upp í politiskum flokkum. Limirnir skipa seg í ein meiriluta og ein minniluta. Meirilutin er at líkna við samgonguna í landspolitikki.

Í listanum niðanfyri sært tú eitt yvirlit yvir býráðslimirnar.



Býráðið
Dagsskráir og fundarfrásagnir

Niðanfyri finnur tú skránna fyri komandi býráðsfundir og fundarfrásagnir frá býráðsfundum.

Les dagsskráir og fundarfrásagnir

Flestu málini, sum býráðið viðger á fundunum, eru viðgjørd frammanundan í einum ella fleiri politiskum nevndum.

Fundir í býráðnum

Øll eru vælkomin at fylgja við á býráðsfundum. Fundirnir verða hildnir í býráðssalinum á Vaglinum og byrja vanliga kl. 16.

Á síðu okkara niðanfyri um dagsskráir og fundarfrásagnir frá býráðnum sært tú, nær býráðið heldur sínar fundir. Her kanst tú eisini stroyma fundir beinleiðis og hyggja at eldri upptøkum úr býráðssalinum.

Dagsskráir og fundarfrásagnir frá býráðnum

Kommunustýrisviðtøkur – karmurin um býráðsarbeiðið

Býráðið arbeiðir innan fyri karmarnar í løgtingslógini um kommunustýri. Nærri reglur fyri, hvussu kommunan verður stýrd, eru ásettar í kommunustýrisskipanini fyri Tórshavnar kommunu, sum býráðið samtykkir.

Kommunustýrisskipanin fyri Tórshavnar kommunu ásetur millum annað, hvussu býráðsarbeiðið skal skipast, og hvussu ábyrgd er býtt millum býráð, fíggjarnevnd og aðrar nevndir í kommununi.

Niðanfyri finnur tú kommunustýrisskipanina fyri Tórshavnar kommunu.

Kommunustýrisskipan fyri Tórshavnar kommunu

Fundarskipan fyri býráðið

Fundarskipanin ásetur millum annað reglurnar fyri, hvussu býráðsfundir verða hildnir, reglur fyri fundarskráir og reglur fyri atkvøðugreiðslur.   

Niðanfyri finnur tú fundarskipanina fyri Tórshavnar býráð.

Fundarskipan fyri Tórshavnar býráð

Samsýningar til limir í býráðnum

Býráðslimir fáa samsýning fyri arbeiðið í býráðnum og fyri nevndararbeiði. Samsýningarnar eru ásettar sambært kommunustýrislógini.

Tórshavnar býráð 2021 - 2024

Heðin Mortensen
Borgarstjóri

Hoyvíksvegur 22
100 Tórshavn

Tel. 21 11 96
hedin@torshavn.fo

Flokkur: Javnaðarflokkurin

Fíggjarnevndin, Tilbúgvingarnevndin

Annfinn Brekkstein
Varaborgarstjóri

Á Stórheyggi 2
176 Velbastaður

Tel. 21 58 00
annfinnb@torshavn.fo

Flokkur: Sambandsflokkurin

Fíggjarnevndin, Mentamálanevndin, Byggi- og býarskipanarnevndin, Náttúru- og umhvørvisnevndin, Tilbúgvingarnevndin

Tróndur Sigurðsson

Dýrindalsgøta 35
188 Hoyvík

Tel. 21 85 00
trondurs@torshavn.fo

Flokkur: Javnaðarflokkurin

Fíggjarnevndin, Byggi- og býarskipanarnevndin, Tekniska nevnd, Havnanevndin

Kári Johansen

Vørðslan 10
100 Tórshavn

Tel. 22 61 10
karijo@torshavn.fo

Flokkur: Javnaðarflokkurin

Havnanevndin, Byggi- og býarskipanarnevndin, Tekniska nevnd, Heilsu- og eldranevndin, Vinnunevndin, SEV-nevndin

Kristianna Winther Poulsen

Maritugøta 30
188 Hoyvík

Tel. 59 60 62
kristiannawp@torshavn.fo

Flokkur: Javnaðarflokkurin

Mentamálanevndin, Trivnaðarnevndin, Heilsu- og eldranevndin, Vinnunevndin

Súna Mørk

Brattalíð 8
100 Tórshavn

Tel. 21 55 89
sunam@torshavn.fo

Flokkur: Javnaðarflokkurin

Náttúru- og umhvørvisnevndin, Mentamálanevndin, Trivnaðarnevndin, Heilsu- og eldranevndin

Bjørg Dam

Birnugøta 4
100 Tórshavn

Tel. 21 14 28
bjorgdam@torshavn.fo

Flokkur: Javnaðarflokkurin

Náttúru- og umhvørvisnevndin, Tekniska nevnd, Trivnaðarnevndin, Vinnunevndin

Annika Olsen

Brobbersgøta 10
100 Tórshavn

Tel. 27 94 07
annikao@torshavn.fo

Flokkur: Tjóðveldi

Fíggjarnevndin, Mentamálanevndin, Heilsu- og eldranevndin, Tilbúgvingarnevndin

Birgir Nielsen

Skotarók 15
100 Tórshavn

Tel. 51 44 99
birgirn@torshavn.fo

Flokkur: Fólkaflokkurin

Havnanevndina, Heilsu- og eldranevndin, Vinnunevndin

Súsanna Olsen

Rygsgøta 17
160 Argir

Tel. 22 05 54
susannao@torshavn.fo

Flokkur: Framsókn

Byggi- og býarskipanarnevndin, Tekniska nevnd, Mentamálanevndin

Jákup Dam

Á Lygnnesi 26
410 Kollafjørður

Tel. 28 45 19
jakupd@torshavn.fo

Flokkur: Tjóðveldi

Fíggjarnevndin, Tekniska nevnd, Byggi- og býarskipanarnevndin

Gunvør Balle

Kráargøta 1
160 Argir

Tel. 55 60 79
gunvorb@torshavn.fo

Flokkur: Tjóðveldi

Náttúru- og umhvørvisnevndin, Trivnaðarnevndin

Turið Horn

Velbastaðvegur 5
100 Tórshavn

Tel. 27 51 00
turidh@torshavn.fo

Flokkur: Tjóðveldi

Trivnaðarnevndin, Náttúru- og umhvørvisnevndin, Havnanevndin, Vinnunevndin

Stjórnarskrivstovan
Stjórnarskrivstovan

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Stjórnarskrivstovuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9.30-15.30
Fríggjadag9.30-15.00