Fíggjarætlan
Á hesari síðuni finnur tú fíggjarætlanirnar í Tórshavnar kommunu frá 2004 til 2026. Samtykta fíggjarætlanin vísir eitt yvirlit yvir, hvat Tórshavnar kommuna brúkar skattakrónurnar til.
Uppskotið til fíggjarætlan verður lagt fyri býráðið í seinasta lagi 1. oktober og skal vera endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember.
Fíggjarætlanin
Fíggjarætlan 2026
Fíggjarætlanin 2026 vísir grundarlagið fyri virkseminum í fíggjarárinum. Ætlanin er bygd upp við støði í almennu ásetingunum og krøvunum til, hvussu kommunur seta upp fíggjarætlan og roknskap. Hendan skipanin varð sett í gildi í 2010 og er í høvuðsheitum sama skipan, sum landið nýtur.
Fíggjarætlanin varð samtykt á býráðsfundinum 20. november 2025.
Fíggjarætlan 2025
Fíggjarætlanin 2025 vísir grundarlagið fyri virkseminum í fíggjarárinum, sum byrjaði eftir ársskiftið 2023-24. Fíggjarætlanin varð samtykt á býráðsfundinum 28. november 2024.
Eldri fíggjarætlanir
Fíggjarætlanir 2004-2024