Lurta

Fíggjarætlan

Á hesi síðuni finnur tú fíggjarætlanirnar í Tórshavnar kommunu frá 2004 til 2022. Samtykta fíggjarætlanin er karmurin um so at siga alt virksemi í kommununi. Tað vil eisini siga, at fíggjarætlanin vísir eitt yvirlit yvir, hvat Tórshavnar kommuna brúkar skattakrónurnar til.

Uppskotið til fíggjarætlan verður lagt fyri býráðið í seinasta lagi 1. oktober. Endaliga fíggjarætlanaruppskotið skal verða endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember.



Fíggjarætlanin
Fíggjarætlan 2022

Fíggjarætlanin 2022 vísir grundarlagið fyri virkseminum í fíggjarárinum, sum byrjar eftir ársskiftið 2021-22. Ætlanin er bygd upp við støði í almennu ásetingunum og krøvunum til, hvussu kommunur seta upp fíggjarætlan og roknskap. Hendan skipanin varð sett í gildi í 2010 og er í høvuðsheitum sama skipan, sum landið nýtur.

Fíggjarætlanin varð samtykt á býráðsfundinum 25. november 2021.

Fíggjarætlan 2022

Fíggjarætlan 2021

Fíggjarætlanin 2021 vísir grundarlagið fyri virkseminum í fíggjarárinum, sum byrjaði eftir ársskiftið 2020-21. Ætlanin er bygd upp við støði í almennu ásetingunum og krøvunum til, hvussu kommunur seta upp fíggjarætlan og roknskap. Hendan skipanin varð sett í gildi í 2010 og er í høvuðsheitum sama skipan, sum landið nýtur.

Fíggjarætlanin varð samtykt á býráðsfundinum 26. november 2020.

Fíggjarætlan 2021