Lurta

Dagsskráir og fundarfrásagnir frá býráðnum

Her finnur tú dagsskráir og frásagnir frá fundum í Tórshavnar býráði frá 2004 til í dag. Her kanst tú eisini stroyma býráðsfundir beinleiðis ella leita eftir eldri býráðsfundum.

Stroym býráðsfund

Leita eftir eldri fundum

Leitar tú eftir dagsskráum ella frásagnum frá fundum áðrenn 2004, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stjórnarskrivstovuna á torshavn@torshavn.fo.

Tórshavnar býráð hevur vanliga fund eina ferð um mánaðin. Býráðsfundirnir verða hildnir í býráðssalinum á Vaglinum. Í juli og august heldur býráðið summarfrí. Umframt regluligu fundirnar heldur býráðið eykafundir viðhvørt, tá støða skal takast til átrokandi og týdningarmikil mál.

Tú kanst lesa meira um býráðið og arbeiðsøkini hjá ymisku ráðunum og nevndunum her:

Politikkur og nevndir



Dagsskrá og fundarkalendari
Dagsskrá fyri komandi býráðsfund
Fundardagar 2022

Í 2022 hevur Tórshavnar býráð fundir hesar dagar kl. 16:

27. januar

24. februar

24. mars

28. apríl

12. mai (eykafundur)

25. mai

22. juni

9. august (eykafundur)

1. september

29. september

10. oktober (eykafundur)

27. oktober

24. november

15. desember

Fundarfrásagnir