Roknskapur
Hvørt ár samtykkir býráðið ein grannskoðaðan ársroknskap. Grannskoðanin viðger týðandi lutir av virkseminum í kommununi í tøttum samstarvi við fíggjardeildina og restina av kommunalu umsitingini.
Á hesi síðuni kanst tú lesa um kommunala ársroknskapin og síggja roknskapirnar frá 2005-2021.
Ársroknskapurin er grundaður á allar bókingar og skrásetingar gjøgnum árið. Hann vísir sostatt ársins inntøkur, útreiðslur og løgur umframt ognir og skyldur. Hann verður greiddur úr hondum í samsvari við reglurnar í kunngerð nr. 89, 2008 um roknskaparverkið hjá kommununum.
Tú kanst lesa roknskapin við útgangsstøði í roknskaparreglunum, sum tú finnur í kunngerðini um roknskaparverkið hjá kommununum. Roknskapurin verður annars avlagdur út frá einstøku greinunum. Her standa bæði rakstrar- og løguparturin saman. Tað er greitt tilskilað, um talan er um rakstrar- ella løgujáttan.
Roknskapurin er í høvuðsheitum settur upp á sama hátt sum fíggjarætlanin. Kortini er nakað meira av teksti í fíggjarætlanini. Hetta er millum annað, tí at fíggjarætlanin greiðir frá grundarlagnum undir uppskotinum til eina játtan og samtyktini av játtanini.