Atkvøðurætt til løgtingsvalið 2026 – fyri lesandi

Ert tú stødd uttanfyri Føroyar í lestrarørindum, varðveitir tú valrættin. Tað er tó treytað av, at tú hevur búð í Føroyum og hevur verið skrásett í føroyska fólkayvirlitinum í minsta lagi fimm ár tilsamans. Tú mást ikki hava havt tilhald uttanfyri Føroyar í meira enn átta ár.

Fyri at velja, skalt tú søkja um at sleppa á veljaralistan í tí kommunu, har tú seinast vart skrásett. Tú søkir á Vanganum. Rita inn við tínum Samleika.

Søk um atkvøðurætt til løgtingsval

Tann 5. mars 2026 er seinasti dagur, Tórshavnar kommuna kann taka avgerð um upptøku á veljaralistan til løgtingsvalið 2026. Tað vil siga, at tín umsókn má vera Tórshavnar kommunu í hendi nakað áðrenn afturlatingartíð 5. mars 2026 klokkan 16.

Tú kanst kunna teg nærri um reglurnar í løgtingslógini um val til Løgtingið.

Lógin um val til Løgtingið (logir.fo) 



Nær, hvar og hvussu greiði eg atkvøðu?
Hvar kann eg velja?

Les meira um hvar og hvussu tú greiðir brævatkvøðu undir punktinum »Greið atkvøðu í útlondum« á síðu okkara um at greiða atkvøðu áðrenn valdagin.

Ert tú búsitandi í Danmark, sært tú eitt yvirlit yvir danskar sendistovur og konsulat og upplatingartíðir teirra á heimasíðuni hjá danska uttanríkismálaráðnum.

Greið atkvøðu áðrenn valdagin

Find os i verden (Udenrigsministeriet)

Greið atkvøðu í góðari tíð

Gev gætur, at skal tín brævatkvøða telja við á valinum, mást tú syrgja fyri at greiða tína atkvøðu í so mikið góðari tíð, at atkvøðan er frammi hjá valstýrinum í tínari bústaðarkommunu, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar á sjálvum valdegnum. Spyr á staðnum, nær seinasta freist at senda brævatkvøður er. Ert tú búsitandi í Danmark, sært tú eitt yvirlit yvir danskar sendistovur og konsulat og upplatingartíðir teirra á heimasíðuni hjá danska uttanríkismálaráðnum.

Find os i verden (Udenrigsministeriet)

Minst til at hava samleikaprógv við

Tú fært ikki nakað valkort sendandi, tá tú hevur søkt um upptøku á veljaralistan. Minst tí til at hava samleikaprógv við, tá tú fert at greiða brævatkvøðu. Samleikaprógv kann annaðhvørt vera pass ella koyrikort.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan til at søkja um upptøku á veljaralistan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Letur tú skjalið inn sum teldubræv, minst so til at viðmerkja »Umsókn um valrætt« í evnisteigin.

Umsókn um upptøku á veljaralista

Bakgrundskunning

Lógin um val til Føroya Løgting

Lógina um val til Løgtingið sært tú her:

Lógin um val til Løgtingið (logir.fo)

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11
100 Tórshavn

Tel. 30 20 10
torshavn@torshavn.fo

Les um Snarskivuna

Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15