Lurta

Greið atkvøðu áðrenn valdagin

Sum veljari kanst tú greiða atkvøðu áðrenn sjálvan valdagin. Hetta rópa vit at brævatkvøða. Tú kanst greiða brævatkvøðu í øllum kommunum í Føroyum.



Tá tú vilt greiða atkvøðu áðrenn valdagin
Hvar og nær kann eg atkvøða

Tú kanst greiða atkvøðu á einari og hvørjari kommunuskrivstovu í Føroyum.

Gev gætur, at um tín brævatkvøða skal telja við á valinum, mást tú syrgja fyri at greiða tína atkvøðu í so mikið góðari tíð, at atkvøðan er frammi hjá valstýrinum í tínari bústaðarkommunu, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar á sjálvum valdegnum.

Í Tórshavnar kommunu kanst tú greiða brævatkvøðu í Snarskivuni í Havn.


SNARSKIVAN

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Mánadag til hósdag kl. 9-16
Fríggjadag kl. 9-15


AT MINNAST TIL, TÁ TÚ GREIÐIR BRÆVATKVØÐU

Tú mást møta upp persónliga fyri at brævatkvøða.

Minst til samleikaprógv. Hevur tú fingið títt valkort, so hav tað við tær. Hevur tú ikki fingið valkortið, kanst tú brúka koyrikortið ella passið sum samleikaprógv. Liggur koyrikortið ella passið talgilt á Vangaappini, kanst tú eisini vísa tað sum samleikaprógv.

Sjófólk

Ert tú sjófólk, og heldur tú teg ikki vera heima á valdegnum, kanst tú í fyrsta lagi greiða atkvøðu 3 mánaðir áðrenn valdagin. Sum sjófólk kanst tú greiða tína atkvøðu í Snarskivuni á Vaglinum 11 í Havn, ella tú kanst lata tína atkvøðu inn til annaðhvørt landfútan (politimeistaran), sýslumannin ella til tann, sum fyrisitur mynstringina (undir hesum VØRN).

Greið atkvøðu heima við hús

Ert tú sjúk ella rørslutarnað, og fært tú tí hvørki møtt persónliga í Snarskivuni ella á valstaðnum á valdegnum, kanst tú greiða brævatkvøðu í staðin. Tú skalt tá boða Snarskivuni frá á tel. 30 20 10. Síðan koma tveir av valstýrinum útnevndir persónar heim til tín, so tu kanst greiða tína atkvøðu heima við hús.

Tú kanst í fyrsta lagi greiða atkvøðu heima við hús eina viku áðrenn sjálvan valdagin.

Greið atkvøðu í aðrari kommunu

Liggur tað betur fyri hjá tær, kanst tú greiða atkvøðu í einari aðrari kommunu.

Minst til at kanna upplatingartíðirnar í kommununi, har tú ætlar tær at brævatkvøða. Upplatingartíðirnar kunnu vera øðrvísi enn í Havn.

Gev gætur, at um tín brævatkvøða skal telja við á valinum, mást tú syrgja fyri at greiða tína atkvøðu í so mikið góðari tíð, at atkvøðan er frammi hjá valstýrinum í tínari bústaðarkommunu, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar á sjálvum valdegnum.

Greið atkvøðu á røktarheimi ella sjúkrahúsi

Røktar- oG hvíldarheim

Býrt tú á røktar- ella hvíldarheimi, kanst tú greiða tína brævatkvøðu har. Starvsfólkini á tínum røktarheimi eru kunnað og fyrireikað til valið og kunnu greiða tær nærri frá, hvussu tú ber teg at við at atkvøða.

SJÚKRAHÚS

Ert tú innløgd á sjúkrahúsi upp undir og á valdegnum, kanst tú greiða atkvøðu á sjúkrahúsinum. Starvsfólkini eru fyrireikað og hjálpa tær at atkvøða.

Greið atkvøðu í útlondum

Ert tú uttanlands, og fært tú ikki verið heima á valdegnum, kanst tú greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulatum í útheiminum, ella hjá einum persóni, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað.

Ert tú stødd í Danmark ella Grønlandi, kanst tú greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi. Tað er undir vanligum umstøðum kommunuskrivstovan.

Tað ber til at atkvøða seinastu 3 mánaðirnar áðrenn valdagin.


SEND TÍNA BRÆVATKVØÐU Í GÓÐARI TÍÐ

Gev gætur, at um tín brævatkvøða skal telja við á valinum, mást tú syrgja fyri at greiða tína atkvøðu í so mikið góðari tíð, at atkvøðan er frammi hjá valstýrinum í tínari bústaðarkommunu, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar á sjálvum valdegnum.

Spyr á staðnum, nær seinasta freist at senda brævatkvøður er. Tú sært eitt yvirlit yvir danskar sendistovur og konsulat og upplatingartíðir teirra á heimasíðuni hjá danska uttanríkismálaráðnum:

Find os i verden (Udenrigsministeriet)

Angrar tú tína brævatkvøðu

Greiðir tú atkvøðu áðrenn valdagin, og angrar tú tína atkvøðu, kanst tú broyta tína atkvøðu við at brævatkvøða umaftur. Hetta kanst tú gera fram til seinastu freist fyri brævatkvøður.

Tað er altíð tín seinasta brævatkvøða, sum telur.

Tá ið val er til Føroya Løgting, kanst tú velja at brúka títt valkort á valdegnum, hóast tú frammanundan hevur brævatkvøtt. Gert tú tað, so telur brævatkvøðan ikki við í uppteljingini.

Tá ið val er til Fólkatingið, kanst tú ikki atkvøða á sjálvum valdegnum, tá tú hevur greitt brævatkvøðu.

Hvussu gongur brævatkvøðugreiðsla fyri seg?

Tá ið tú greiðir brævatkvøðu, leggur tú tína atkvøðu niður í ein ómerktan brævbjálva, ið verður latin aftur. Hesin brævbjálvi verður lagdur í annan størri brævbjálva saman við tí fylgiseðli, tú og starvsfólkið hjá kommunala fólkayvirlitinum, ella tveir av valstýrinum útnevndir persónar, hava undirskrivað og dagfest.

Hevur tú bústað í aðrari kommunu, verður brævatkvøðan send bústaðarkommununi við postinum.

Áðrenn valhølini lata upp, letur valstýrið uttara bjálvan upp og krossar teg av á vallistanum, soleiðis at valstaðið sær, at tú longur hevur greitt tína atkvøðu. Um tú hevur skift meining, og seinni hevur brævatkvøtt umaftur, so valstýrið hevur tvær atkvøður frá tær, telur bert atkvøðan við nýggjastu dagfestingini við.

Tín brævatkvøða liggur á læstum stað, til hon á valdegnum verður tald upp saman við hinum atkvøðunum á valstaðnum

Reglur og vegleiðingar

Kommunuvalslógin

Í kommunuvalslógini finnur tú meginpartin av reglunum um val til kommunurnar. Tó vísir lógin í summum førum til lógina um løgtingsval.

Lógin um val til allar føroyskar kommunur (logir.fo)

Lógarkunngerð um fólkatingsval í Føroyum

Val til fólkatingið í Føroyum fylgir lógarkunngerðini um fólkatingsval í Føroyum. Kunngerðina sært tú her: Lovbekendtgørelse nr. 41 af 15. januar 2020 af lov om folketingsvalg på Færøerne (logir.fo)


Lógin um val til Løgtingið

Lógina um val til Løgtingið sært tú her: Lógin um val til Løgtingið (logir.fo)