Lurta

Kommunuval

Tá val er til Tórshavnar býráð, savna vit kunning um valið á hesari síðuni. Her sært tú eisini úrslitini frá undanfarnum býráðsvalum.

Næsta kommunuval verður hildið 12. november 2024.

Kommunuval, tað vil siga býráðsval og val til staðbundnar nevndir, verður hildið fjórða hvørt ár annan týsdag í november.



Hent at vita um kommunuval
Greið tína atkvøðu áðrenn valdagin

Tú kanst greiða atkvøðu áðrenn valdagin. Hetta rópa vit brævatkvøðu. Í Tórshavnar kommunu merkir hetta, at tú skalt venda tær til Snarskivuna á Vaglinum 11.

Nær kann eg greiða atkvøðu við brævi?

Ert tú sjófólk ella í øðrum ørindum uttanlands, og væntar tú ikki, at tú ert heima valdagin, kanst tú í fyrsta lagi greiða atkvøðu fýra mánaðir áðrenn valdagin.

Fært tú av øðrum orsøkum ikki møtt persónliga á valstaðnum sjálvan valdagin, til dømis vegna sjúku, kanst tú í fyrsta lagi brævatkvøða eina viku áðrenn valdagin. Tá skalt tú boða Snarskivuni frá við at ringja á tel. 30 20 10. Síðan koma tveir persónar heim til tín, so tú kanst greiða tína atkvøðu heima. Valstýrið útnevnir hesar persónarnar.

Ert tú innløgd á sjúkrahúsi ella á øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni, ella ert tú undir læknaviðgerð heima, kanst tú greiða brævatkvøðuna á sjúkrahúsinum, uppihaldsstovninum, hjá viðkomandi lækna ella heima.

Situr tú í varðhaldi, kanst tú greiða brævatkvøðu hjá løgregluni.

Ert tú uttanlands, kanst tú greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulatum, ella hjá einum persóni, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað.

Ert tú stødd í Danmark ella Grønlandi, kanst tú greiða atkvøðu á støðum, sum verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi. Hetta er vanliga kommunuskrivstovan.

Valrættur og valbæri

Allir borgarar í Føroyum, sum hava valrætt og standa á vallista, kunnu atkvøða til býráðsval. Tú hevur valrætt, um tú:

  • ert 18 ár og annars lýkur treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið
  • ert tilmeldað fólkayvirlitinum í avvarðandi kommunu í seinasta lagi tvær vikur áðrenn valdagin
  • framvegis ert búsitandi í kommununi á valdegnum

Tú skalt standa á vallistanum

Í seinasta lagi fýra vikur áðrenn valdagin verða vallistarnir lagdir fram til alment eftirlits. Á listanum eru øll tey skrásett, sum hava valrætt til kommunuvalið. Listarnir liggja frammi í tvær vikur á einum staði, sum er atkomiligt hjá íbúgvunum.

Flytur tú í aðra kommunu innanfyri 14 dagar áðrenn valdagin, hevur tú ikki atkvøðurætt í nakrari kommunu. 

Ríkisborgarar úr øðrum londum

Ert tú ríkisborgari í øðrum landi, hevur tú valrætt og valbæri til kommunuval, um tú hevur havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum. Hetta er eitt undantak til kravið um, at tú skalt lúka treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið fyri at kunna velja til kommunuvalið.

Fyri at útinna valrættin skalt tú standa á vallistanum í kommununi.

Ert tú komin á vallistan, men ert tú ikki longur fastbúgvandi í kommununi, hevur tú ikki rætt til at velja.


Lesandi sum hava bústað uttanlands

Ert tú búsitandi uttanlands, hevur tú ikki valrætt og valbæri til kommunuval. Orsøkin er, at tú tá ikki lýkur treytina um at vera tilmeldað fólkayvirlitið í avvarðandi kommunu í seinasta lagi 2 vikur áðrenn valdagin og treytina um at vera búsitandi í kommununi sjálvan valdagin.

Tú kanst kunna teg nærri í løgtingslógini um val til allar kommunur. Lógin vísir í summum førum til lógina um løgtingsval.

Lógin um val til allar føroyskar kommunur (logir.fo)

Lógin um val til Løgtingið (logir.fo)

Valkort

Í seinasta lagi tvær vikur undan valinum fáa allir borgarar, sum hava valrætt, eitt persónligt valkort sendandi við postinum.

Valkortið er títt prógv fyri, at tú hevur rætt til at atkvøða á valinum. Fært tú eitt valkort, skalt tú minnast til at hava tað við tær, tá tú møtir á valstaðnum ella velur at brævatkvøða.

valstað

Á valkortinum stendur, hvar tú skalt greiða tína atkvøðu, tað vil siga tað valstaðið, tú hoyrir til. Ivast tú í, hvat fyri valstað tú hoyrir til, kanst tú kanna tað her:

Valstøð


HEVUR TÚ EINKI VALKORT FINGIÐ?

Hevur tú ikki fingið valkortið við postinum, ella er villa íkomin á valkortinum, skalt tú venda tær til fólkayvirlitið í avvarðandi kommunu. Í Tórshavn vil tað siga Snarskivuna, sum tú kanst ringja til á tel. 30 20 10 ella skriva til á torshavn@torshavn.fo. Sendir tú teldupost, skalt tú minnast til at upplýsa títt navn og tín føðingardag.

Snarskivan kannar, um tú ert á vallistanum, og um valkortið av einhvørjari orsøk er sent kommununi aftur. Um so er, verður tað sent tær av nýggjum. Er stutt til valið, verður tú biðin um heinta valkortið í Snarskivuni ella á valstaðnum valdagin.

Hevur tú enn ikki fingið valkortið við postinum, tá valdagurin er, kanst tú møta á valstaðnum og siga frá, at tú einki valkort hevur fingið.

Tá tú fert á valstaðið, skalt tú minnast til at hava samleikaprógv við – so gera vit eitt valkort til tín á valstaðnum. Um so er, mást tú rokna við eitt sindur av bíðitíð. Samleikaprógvið kann annaðhvørt vera títt pass ella koyrikort.

Hevur tú mist valkortið burtur?

Hevur tú mist valkortið burtur ella gloymt tað eftir heima, kanst tú fáa útskrivað eitt nýtt valkort á valstaðnum. Tú mást rokna við, at tað tekur eina løtu at útskriva kortið av nýggjum.

Minst til at hava samleikaprógv við, sum annaðhvørt kann vera pass ella koyrikort.

Hevur tú brævatkvøtt og kortini fingið valkort sendandi?

Greiðir tú brævatkvøðu, áðrenn valkortið er komið við postinum, fært tú kortini eitt valkort sendandi. Tað kanst tú hyggja burtur frá, ella tú kanst møta á valstaðnum og atkvøða umaftur. Velur tú at atkvøða umaftur, telur brævatkvøðan ikki við.

Soleiðis greiðir tú tína atkvøðu á valdegnum

Tá tú møtir á valstaðnum, skalt tú hava valkortið við tær. Hevur tú gloymt valkortið, verður nýtt valkort útskrivað á valstaðnum. Minst til at hava samleikaprógv við, sum annaðhvørt kann vera koyrikort ella pass.

Tá tú hevur fingið atkvøðuseðilin, fert tú inn í atkvøðurúmið. Eingin annar skal vera inni í atkvøðurúminum. Her skalt tú seta kross annaðhvørt við tann listan, tú ætlar at velja, ella við eitt valevni. Her sært tú dømi um, hvussu tú setir krossin rætt:

Soleiðis setur tú krossin rætt (uvmr.fo) 

Tá tú hevur sett krossin, skalt tú leggja atkvøðuseðilin saman, soleiðis at eingin annar sær, hvussu tú hevur atkvøtt. Síðan koyrir tú atkvøðuseðilin beinanvegin í kassan, meðan ein úr valstýrinum ella eitt hjálparfólk sær.

Hevur tú longu brævatkvøtt, men ætlar tær at greiða atkvøðu á valdegnum, verður brævatkvøðan ikki roknað upp í uppteljingina.

Soleiðis gongur kommunuvalið fyri seg
Brævatkvøður fyri sjófólk og burturstødd

Sjófólk og onnur, sum ikki vænta seg vera heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi fýra mánaðir áðrenn valdagin.

Vallistarnir verða lagdir fram til alment eftirlits

Í seinasta lagi 4 vikur framman undan valinum skulu vallistarnir vera framlagdir til alment eftirlit, og teir verða liggjandi frammi í 2 vikur á einum staði, ið liggur høgliga fyri hjá íbúgvarunum. Lýst verður um hetta á vanligan hátt 5 vikur frammanundan valinum.

Politisku flokkarnir lata valevnislistarnar inn

Politisku flokkarnir og listarnir, sum ynskja at stilla upp til býráðsvalið, skulu hvør sær lata inn lista við teimum valevnum, sum stilla upp til valið.

Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum, og hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi, bústaði og føðingardegi.

Valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi kl. 18, 3 víkur undan valdegnum.

Valnevndin góðkennir valevnislistan og gevur listanum ein bókstav, sum kemur at standa á atkvøðuseðlinum framman fyri navninum á valevnislistanum.

Á heimasíðuni hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum sært tú dømi um, hvussu ein valevnislisti skal síggja út. Trýst á yvirskriftina »Valevnislisti (vegleiðandi dømi)« í høgra bredda:

Kommunuval - Umhvørvis- og vinnumálaráðið (uvmr.fo)

Valnevndin góðkennir endaligu valevnislistarnar

Valnevndin skal góðkenna valevnislistan og geva listanum ein bókstav, sum kemur at standa á atkvøðuseðlinum framman fyri navnið á valevnislistanum.

Brævatkvøður vegna sjúku og tílíkt

Ein viku undan valinum kunnu eisini onnur, enn tey, ið eru burturstødd á valdegnum, brævatkvøða. Hetta eru tey, ið ikki kunnu møta persónliga á valstaðnum sjálvan valdagin, til dømis vegna sjúku ella líknandi. Tú skalt tá boða Snarskivuni frá á tel. 30 20 10, síðan koma tveir av valstýrinum útnevndir persónar heim til tín, so tu kanst greiða tína atkvøðu heima.

Ert tú innløgd á sjúkrahúsi ella á øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni, ella ert tú undir læknaviðgerð heima, kanst tú greiða brævatkvøðuna á sjúkrahúsinum, uppihaldsstovninum, hjá viðkomandi lækna ella tveimum av valstýrinum útnevndum persónum.

Tú kanst greiða brævatkvøðu eina viku undan valinum fram til dagin fyri valdagin.

Seinasta freist at brævatkvøða

9. november klokkan 24 er seinasta freist at greiða brævatkvøðu

Valdagurin

Á valdegnum 12. november, kanst tú greiða atkvøðu á valstaðnum, tú hoyrir til. Valstaðið stendur á valkortinum, sum tú hevur fingið sendandi tvær vikur áðrenn valdagin. Øll valstøð lata upp klokkan 10 og lata aftur klokkan 20, ella so leingi veljarar møta uttan at steðgur kemur í.

Í atkvøðuhølunum eru valstýrisformenn og tilnevndir veljarar til staðar, sum eru vald av býráðnum til at hava eftirlit við, at atkvøðugreiðslan gongur rætt fyri seg.

So skjótt sum atkvøðugreiðslan er liðug, fara tey tilnevndu undir atkvøðuteljingina, sum er almenn.

Út á kvøldið fáa vit eitt endaligt úrslit av valinum, sum vísir býtið av atkvøðum á flokkar og listar.

Møgulig fínteljing aftaná valið

Fínteljing fer fram í seinasta lagi 13. november, dagin eftir valdagin. Her telja vit allar atkvøðurnar enn einaferð býtt eftir valevnum. Aftaná fínteljingina fáa vit vissu fyri, hvør hevur fingið sess í býráðnum.

Nývalda býráðið skipar seg - val av borgarstjóra og býráðslimum

Nývalda býráðið skipar seg á einum fundi í desember mánaði aftaná valið. Tá gera tey av, hvør skal vera borgarstjóri, og hvør skal vera varaborgarstjóri. Tey gera eisini av, hvør skal sita í Fíggjarnevndini og øðrum politiskum nevndum, og hvør skal vera formaður ella forkvinna í nevndunum.

Samstundis gera tey av, hvørjir býráðslimir skulu sita sum umboð fyri býráðið í fleiri ymiskum ráðum og nevndum.

Borgarstjórin verður sostatt ikki valdur beinleiðis av veljarunum.

Býráðið er valt fyri fýra ár frá 1. januar eftir kommunuvalið og fýra ár fram til 31. desember.

Kommunuvalið 2020
So nógvar sessir fingu flokkarnir

Býtið av býráðssessum á býráðsvalinum 2020

 Listi

Umboð 2016

Umboð 2020

+/-

A. Fólkaflokkurin22
B. Sambandsflokkurin11
C. Javnaðarflokkurin56+ 1
D. Sjálvstýri
E. Tjóðveldi43-  1
F.  Framsókn11
L. Borgaralistin

So nógvar atkvøður fingu flokkarnir

Her sært tú, hvussu nógvar atkvøður flokkarnir fingu á valdegnum 10. november 2020.
Av teimum 13.164 atkvøðunum vóru 32 blankar og 14 ógildar.

 Listi

Atkvøður

 %

A. Fólkaflokkurin170412,9
B. Sambandsflokkurin155411,8
C. Javnaðarflokkurin577643,9
D. Sjálvstýri960,7
E. Tjóðveldi269820,5
F.  Framsókn12669,6
L. Borgaralistin700,5

Hesi eru vald til kommunustýrið 2021 - 2024

Teir 13 limirnir í nývalda kommunustýrinum í Tórshavnar kommunu fyri tíðarskeiðið 2021–2024 eru:

Heðin Mortensen (C)
Tróndur Sigurðsson (C)
Annika Olsen (A)
Elsa Berg (E)
Kristianna Winther Poulsen (C)
Annfinn Brekkstein (B)
Jákup Dam (E)
Kári Johansen (C)
Súna Mørk (C)
Gunvør Balle (E)
Ruth Vang (F)
Bjørg Dam (C)
Birgir Nielsen (A)

Persónligar atkvøður - topp 20

Her eru tey 20 valevnini, sum fingu flestu persónligu atkvøðurnar á býráðsvalinum 2020:

 Nr.

 Valevni

Listi

Atkvøður

1.Heðin MortensenC2288
2.Tróndur SigurðssonC882
3.Annika OlsenA586
4.Elsa BergE519
5.Kristianna Winther PoulsenC440
6.Annfinn BrekksteinB395
7.Jákup DamE380
8.Kári JohansenC268
9.Súna MørkC256
10.Gunvør BalleE248
11.Ruth VangF246
12.Turið HornE244
13.Jón KragesteenE212
14.Gunnar DjurhuusE211
15.Bjørg DamC202
16.Birgir NielsenA192
17.Jóhan Petur Eyðfinnur   JohannesenB189
18.Kristian M. SkálaA185
19.Súsanna OlsenF171
20.Birita Baldvinsdóttir IversenC165
Helena Dam á NeystabøC165

Valluttøka

81,1 prosent av veljarunum atkvøddu á kommunuvalinum í Tórshavnar kommunu. Hetta er eitt sindur omanfyri valluttøkuna undanfarna kommunuval í 2016, tá 79,5 prosent av veljarunum greiddu atkvøðu til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu. Á kommunuvalinum í 2012 var valluttøkan 77,37 prosent, og í 2009 var hon 72,4 prosent.

Hesi eru vald til staðbundnu nevndirnar 2021 - 2024

 Kollafjarðarnevndin

Atkvøður

Listin0
Trina Elttør Eysturoy126Vald
Elin Debess330Vald
Dennis Mads Rólantsson   Christensen61Valdur
Blankar atkvøður43
Ógildugar7
567

 Hest-/Koltursnevndin

Atkvøður

Listin3
Arna Silvurstein4Vald
Frida Súsanna Lenvig1Vald
Kári Niclasen3Valdur
11

 Hvítanesnevndin

Atkvøður

Listin0
Absalon Áargarð7
Rannvá Lamhauge Beder15Vald
Aage Nybo23Valdur
Ejler Johannesen18Valdur
63

 Kaldbaksnevndin

Atkvøður

Listin0
Jann Johannesen26
Jóhan Mortensen41Valdur
Brian Rasmussen17
Lena Reinert15
Teitur í Sjúrðargarði31Valdur
Ingi í Smið35Valdur
165

 Nólsoyarnevndin

Atkvøður

Listin0
Bjørn Elíson36Valdur
Maud Wang Hansen26Vald
Nicolaj Falck21
Rebekka Gade44Vald
René Hansen20
147

 Velbastaðar-/
Kirkjubøarnevndin

Atkvøður

Listin0
Dánjal Pauli í Búðini71Valdur
Bryndis Hjartardóttir57Vald
Eyðbjørn Gaard52Valdur
Blankar atkvøður6
186
Kommunuvalið 2016
So nógv umboð og atkvøður fingu flokkarnir

Hvussu nógv býráðsumboð og atkvøður flokkarnir fingu á býráðsvalinum 8. november 2016, sært tú her:

Valúrslit (kvf.fo)

Hesi vórðu vald til kommunustýrið 2016 – 2020

Teir 13 limirnir í kommunustýrinum í Tórshavnar kommunu fyri tíðarskeiðið 2016–2020 vóru:

Borgarstjóri Annika Olsen (A)
1. varaborgarstjóri Gunvør Balle (E)
Bogi Andreasen (A)
Annfinn Brekkstein (B)
Heðin Mortensen (C)
Tróndur Sigurðsson (C)
Bjørghild Djurhuus (C)
Helena Dam á Neystabø (C)
Halla Samuelsen (C)
Marin Katrina Frýdal (E)
Jákup Dam (E)
Turið Horn (E)
Bergun Kass (F)

Valluttøka

79,5 prosent av veljarunum atkvøddu á kommunuvalinum 2016 í Tórshavnar kommunu. Hetta var eitt sindur omanfyri valluttøkuna í 2012, tá 77,37 prosent av veljarunum greiddu atkvøðu á kommunuvalinum í Tórshavnar kommunu. Á valinum í 2009 var valluttøkan 72,4 prosent.

Bakgrundskunning

Kommunuvalslógin

Í kommunuvalslógini finnur tú meginpartin av reglunum um val til kommunurnar. Tó vísir lógin í summum førum til lógina um løgtingsval.

Lógin um val til allar føroyskar kommunur (logir.fo)

Lógin um val til Løgtingið

Í summum støðum vísir lógin um val til allar føroyskar kommunur til lógina um val til Løgtingið. Hana finnur tú her:

Lógin um val til Løgtingið (logir.fo)