Valstøð í Tórshavnar kommunu
Á valkortinum sært tú, hvar tú skalt greiða tína atkvøðu. Tað vil siga valstaðið, tú hoyrir til. Tú fært valkortið sendandi í seinasta lagi tvær vikur áðrenn valdagin. Á hesari síðuni sært tú øll valstøðini og kanst kunna teg um, nær tey eru opin.
Valstøð
Upplatingartíðir hjá valstøðunum
Til løgtingsval og kommunuval lata øll valstøðini upp valdagin klokkan 10 og eru opin til klokkan 20 ella so leingi veljarar møta, uttan at steðgur kemur í.
Til fólkatingsval lata valstøðini upp klokkan 9 og lata aftur klokkan 20.
Ivast tú í, hvat fyri valstað, tú hoyrir til?
- Fólk í Havn, Mjørkadali, Norðradali, Koltri og Hesti velja í Høllini á Hálsi
- Fólk í Hoyvík, á Hvítanesi og Sundi velja í Hoyvíkshøllini (gev tó gætur, at til fólkatingsval velja fólk á Sundi og Hvítanesi í Høllini á Hálsi og ikki í Hoyvíkshøllini)
- Fólk á Argjum velja í Skúlanum á Argjahamri
- Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í Høllini í Kaldbak
- Fólk í Kollafirði, Signabø og á Oyrareingjum velja í Skótahúsinum í Kollafirði
- Fólk í Kirkjubø, á Velbastað og í Syðradali velja í Skúlanum
á Velbastað - Fólk í Nólsoy velja í Ungmannafelagshúsinum í Nólsoy
Adressur hjá valstøðunum
Hoyvíkshøllin
Høllin á Hálsi
Høllin í Kaldbak
Skótahúsið í Kollafirði
Skótahúsið í Kollafirði
Botnavegur 3
410 Kollafjørður
Skúlin á Argjahamri
Skúlin á Velbastað
Ungmannafelagshúsið í Nólsoy
Ungmannafelagshúsið í Nólsoy
Á Mýrini 8
270 Nólsoy