Lurta

Sjálvavgreiðsla


Skift lækna

Tá tú fráboðar flyting, skalt tú eisini velja lækna. Tað er ókeypis at skifta lækna í Føroyum. 

Tú hevur frítt í at velja ímillum læknarnar, sum hava opið fyri nýggjum borgarum. 

Skift lækna 

Fært tú móttikið bronglaðan teldupost?

Í kommununi senda vit bara bronglaðan teldupost. Hetta gera vit fyri at verja innihaldið í teldupostunum.

Vilt tú tryggja tær, at tú fært teldupost frá kommununi, skalt tú tískil kanna eftir, at tín teldupostveitari móttekur bronglaðar teldupostar.

Kunna teg nærri á síðu okkara um viðgerð av tínum dátum:

Viðgerð av tínum dátum

Skalt tú hava atgongd til BARN-skipanina?

Foreldur brúka bókingarskipanina BARN, tá tey skulu bóka børnum sínum dagstovnapláss, pláss í frítíðarskúla og skriva børn inn í skúla. 

Tú fært atgongd til bókingarskipanina her: 

Bókingarskipanin BARN

Flyt bústað á Vanganum
Talgild sjálvgreiðsla
Flyt bústað á Vanganum

Skalt tú flyta til Tórshavnar kommunu, flyta innanhýsis í kommununi ella flyta til land uttanfyri Norðurlond? Nú kanst tú avgreiða flytingina á Vanganum. Á Vanganum kanst tú eisini flyta fyri annan borgara. Les her, hvussu tú gert. 

Søk vegna annan borgara á Vanganum
Talgild sjálvgreiðsla
Søk vegna annan borgara á Vanganum

Hevur tú foreldur, sum ikki eru von at brúka Vangan? Nú ber til at søkja um tænastur frá Tórshavnar kommunu vegna borgarar, sum ikki eru vanir ella førir fyri at brúka talgildar tænastur.