Lurta

Skráset Samleikan

Samleikin er títt talgilda samleikaprógv, sum tú kanst brúka til at rita inn í talgildar tænastuskipanir hjá almennum stovnum og myndugleikum. Hevur tú Samleikan, skalt tú millum annað nýta hann, tá tú ritar inn á Vangan og kannar tín talgilda post í MínBoks.

Skráset SAMLEIKAN



Soleiðis fært tú tær Samleikan
Hvar kann eg bíleggja mær Samleikan?

Samleikin hevur sína egnu heimasíðu. Tín Samleiki er ein app, sum tú kanst taka niður á snildfon ella teldil. Tú brúkar appina, hvørja ferð tú ritar inn í talgildar tænastuskipanir.

Skráset SAMLEIKAN

Appin er ein trygg loysn, sum byggir á tvífaktorgóðkenning. Tað merkir millum annað, at tú skalt gjøgnum tvey stig, tá tú ritar inn í eina talgilda tænastuskipan:

  • Tú skrivar títt p-tal og váttar, at myndin í samleikaappini samsvarar við myndina á innritanarsíðuni
  • Síðan skrivar tú loynitalið, tú hevur valt tær

Ynskir tú ikki at nýta Samleikan sum app, kanst tú nýta Samleikan á einum geyma. Les meira á heimasíðuni hjá Samleikanum um, hvussu tú fært tær geyman:

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Eg havi gloymt mítt loynital

Hevur tú gloymt ella mist títt loynital, kanst tú venda tær til kundarøktina hjá Samleikanum. Ring á telefon 1881 ella skriva til 1881@talgildu.fo. Kundarøktin svarar yrkadagar frá kl. 8-16.30.

Hjálp til Samleikan (samleikin.fo)

Samleikin – hví og hvussu?
Hví brúka Samleikan?

Samleikin gevur tær atgongd til tænastur hjá almennum stovnum og kommunum. Við Samleikanum fært tú eisini atgongd til MínBoks, sum er tín persónligi, talgildi postkassi.

Bæði kommunur, stovnar, peningastovnar, tryggingarfeløg og virkir nýta MínBoks, tá tey samskifta við teg. Tað er tí eitt gott hugskot at fáa tær Samleikan, sum tú annaðhvørt kann stovna sum eina app við loynitali ella sum ein geyma.

Tú skalt millum annað brúka Samleikan fyri at:

  • Undirrita avtalur, umsóknir og oyðubløð
  • Fáa atgongd til Vangan
  • Kanna talgildan post í MínBoks
  • Søkja um byggiloyvi, frípláss, boða frá flyting, skriva inn í skúla og mangt annað
Mín Samleiki riggar ikki

Hevur tú trupulleikar við Samleikanum, kanst tú venda tær til kundarøktina hjá Samleikanum við at ringja á telefon 1881 ella skriva til 1881@talgildu.fo. Kundarøktin svarar yrkadagar frá kl. 8-16.30.

Hjálp til Samleikan (samleikin.fo)