Summarferiuavloysarar – reingerð og røkt í Heilsu- og umsorganartænastuni
Ert tú lesandi, fólkapensjónistur ella hevur tú hug til at royna okkurt nýtt?
Heilsu- og umsorganartænastan hevur kanska starvið til tín.
Vilt tú gera mun og hevur tú áhuga í at arbeiða við fólki, so hava vit fleiri starvsmøguleikar til tín, bæði heima hjá borgarum og á eldrabústovnum í Tórshavnar Kommunu.
Vit søkja eftir avloysarum, sum hava áhuga og hegni, at skapa ein góðan gerandisdag hjá teimum eldru, og samstundis veita ta røkt og umsorgan, sum tey hava tørv á. Søkt verður eftir avloysarum tíðarskeiðið 1. juni til 31. august 2024.
Søkt verður eftir starvsfólki:
- at arbeiða í røktini á búeindunum og í heimatænastuni
- at gera reint á búeindunum
- at vaska klæði á vaskaríunum á eldrabústovnunum
Summarferiustarvið kann geva tær viðkomandi starvsroyndir, sum tú kanst brúka og vísa á seinnni á lívsleið tíni.
Hevur tú hug til at byrja í starvi áðrenn – byrja við at arbeiða nakrar tímar – er tað eisini ein møguleiki.
Vit bjóða tær:
- góða innleiðslu, har tú at byrja við, verður saman við / upplærd av starvsfelagum
- eitt spennandi starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning, saman við góðum starvsfelagum
Upplýsingar
Tú kanst lesa meira um okkum her:
Hjálp í gerandisdegnum
Ynskir tú at vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta seg í samband við Marjun Poulsen, dygdarmennara, telefon 22 41 35, teldupost marjunp@torshavn.fo, ella ringja til Heilsuhúsið, telefon 30 20 00.
Setanarviðurskifti
Størvini verða lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og send okkum tína umsókn saman við upplýsingum um teg, viðmæli og royndir.
Er ynski um ávísa búeind / stað, verður tað at tilskila í umsóknini.
Umsóknarfreistin er 13. mai 2024.