Lat aftur
Tema
Hitt eldsálirnar í grannaløgum okkara

Hitt eldsálirnar í grannaløgum okkara

Tórshavnar kommuna hevur í seinastuni hitt eldsálir úr ymisku grannaløgunum í kommununi og gjørt nakrar filmar um virksemi teirra. Endamálið er at geva øðrum borgarum og grannaløgum íblástur og at heiðra teimum, ið eru við til at menna og styrkja bæði grannalag, bygd og bý.

Felags fyri eldsálirnar er, at tær eru eldhugaðir persónar, eigarafeløg ella grannaløg, sum av sínum eintingum eru við til at betra um grannalagið og trivnaðin í nærumhvørvinum. Tað kann til dømis vera at fríðka um umhvørvið, byggja ella viðlíkahalda spælipláss, lúka, gróðurseta og velta ella at savna grannalagið til ymiskt, sum er við til at styrkja felagsskapin í nærumhvørvinum.

Eingin ivi er um, at Tórshavnar kommuna er heppin at eiga so nógvar ymiskar eldsálir úti í grannaløgunum. Veitst tú um nakran borgara ella grannalag, sum hava givið eitt ávíst íkast til kommununa, frætta vit fegin frá tær. Send okkum eini boð til torshavn@torshavn.fo og viðmerk »Eldsálin í grannalagnum«.

Fylg við niðanfyri, har vit hitta nakrar av eldsálunum til eitt prát um, hvussu virksemi, hugflog og trivnaður ofta ganga hond í hond. Filmar verða lagdir afturat komandi tíðina.

Stóragarðsveltan í Vesturbýnum

Vakstrarhúsið í Tórsbyrgi

Trivnaðarøkið í Hoyvík

Fríðkan av fríøkjum í Skotarók

Felagsskapurin í Nólsoy

Fríðkan av grannalagnum á Hoyvíkshædd

Býarskipanardeildin
Býarskipanardeildin

Vestara Bryggja 15, 2. hædd
100 Tórshavn

Tel. 30 20 10
torshavn@torshavn.fo

Les um Býarskipanardeildina

Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15