Heildarætlanin skal virka sum vegleiðandi grundarlag undir víðari menningini av Stórutjørn, ið kann tillagast, so hvørt sum økini verða ment, og so hvørt sum nýggir tørvir koma undan kavi.
Heildarætlanin varð samtykt í Tórshavnar býráð 28. september 2023. Eitt tillagað skipanaruppskot fyri býlingarnar 1 og 4, við nærum tvífalt so nógvum búeindum, varð samtykt á býráðsfundi 23. oktober 2025.
Heildarætlanina sært tú í fullum líki her:
Innrættingin av býarpartinum Stórutjørn skal sambært uppskotinum skipast soleiðis, at bústaðirnir liggja tætt at náttúruni, tó við hóskandi frástøðu fyri at skapa umstøður hjá fuglinum, so hann framhaldandi kann reiðrast í økinum. Grønu geirarnir í økinum eru bindiliðið millum Stórutjørn og býin. Geirarnir skapa eina áhugaverda grøna ferðaleið hjá øllum, sum búgva í býnum, og sum ynskja at leita sær niðan í hagan.
Stóratjørn liggur uppi í hæddunum, og býlingarnir eru tí harðbalnir. Sum verja ímóti útsynningsættini verða gjørdir vallgarðar, sum veita býlinginum lívd.
Stóratjørn er ein "rættur" býur við øllum hentleikum og innrættingum, sum lívsins uppihald krevur. Tað tekur tó nógv ár at gerast ein býur, og meðan býurin veksur, skal hann virka saman við grannalagnum og geva íbúgvunum neyðugu samleikakensluna, sum hoyrir býlinginum ella bygdini til.
Í miðstaðnum er eitt stórt torg, sum skilir seg út frá vanligum býartorgum. Her sæst náttúran aftur við eini tjørn, grasfløtum, trøðum og runnum. Her er eitt pláss, har bussar steðga, skrivstovur, handlar, kaféir og matstovur.
Seks býlingar eru, og hvør býlingur er ein sjálvvirkandi eind, sum inniheldur ymiskar bygningseindir, raðhús, sethús, býarhús við íbúðum, eitt felagsøki við felagshúsi og ein stovnsbygning. Býlingurin er skipaður við ymiskum bústaðarstøddum, bústaðarsløgum og ognarleistum, sum ger, at tú fært fjølbroytni í samansetingini av íbúgvum og soleiðis tryggjar, at býlingurin verður sosialt burðardyggur, sum samstundis er útgangsstøði í felagsskapinum.
Heildarætlanin fevnir um eitt stórt øki, sum sambært ætlanini fer at rúma 800-900 bústøðum, umframt stovnum, miðstaðarbygging og øðrum. Tílík stór øki taka tíð at menna, og tørvurin kann broytast, so hvørt sum økini verða ment.
Heildarætlanin skal virka sum vegleiðandi grundarlag undir menningini av Stórutjørn, ið til ber at tillaga, so hvørt sum økini verða ment, og so hvørt sum nýggir tørvir vísa seg.
Skipanaruppskotið fyriheldur seg millum annað til hesi vandamál:
Allar býarskipanarligar heildarætlanir í Tórshavnar kommunu taka støði í kommunuætlanini, sum er yvirskipaða planleggingaramboðið hjá kommununi. Kommunuætlanin setir framtíðarnýtsluna út í kortið fyri tey ymsu økini, so sum bústaðarøki, vinnuøki, ítróttarøki og miðstaðarøki. Við støði í kommunuætlanini verða meira ítøkiligar ætlanir gjørdar, til dømis heildarætlanir.
Eitt dømi um slíka heildarætlan er Stóratjørn, ið er gjørd við støði í kommunuætlanini fyri Tórshavnar kommunu, har økið við Stóratjørn er lagt av sum ovasta raðfesting til framtíðar býarvøkstur.
Heildarætlanin fyri Stórutjørn er bara ein av fleiri heildarætlanum fyri ymisku økini í høvuðsstaðnum.
Tað er bæði eitt politiskt og umsitingarligt ynski í kommununi at fáa gjørt heildarætlanir fyri øll øki í býnum, soleiðis at framtíðarætlanirnar í kommununi gerast gjøgnumskygdar og atkomiligar hjá borgaranum, og soleiðis at vit hava eitt skilvíst grundarlag fyri at gera bindandi ásetingar fyri bygging og nýtslu av teimum økjum, sum heildarætlanirnar fevna um.
Hevur tú viðmerkingar til ætlanina, mást tú fegin senda tær til kommununa. Tað gert tú við at trýsta á grøna knøttin niðanfyri og fylla teigarnar út.
Gev gætur, at í heildarætlanini er útsjóndin á eitt nú bygningum bara uppskot og ikki endaliga útsjóndin.
Tín viðmerking verður send til Býarskipanardeildina og skrásett í journalskipanini hjá Tórshavnar kommunu.
Kommunan bjóðaði luttakarum til eitt undangóðkenningarumfar, áðrenn kappingin kundi setast í gongd um at gera besta heildaruppskotið fyri økið við Stórutjørn. Innbjóðingina til undangóðkenning sært tú her:
Sjey umsóknir komu inn til undangóðkenningina, og fýra toymi vórðu vald út at luttaka í kappingini. Úrvaldu toymini vóru (í tilvildarligari raðfylgju) hesi:
Øll fýra toymi lótu inn nøktandi uppskot inn. Dómsnevnd varð sett at meta um tey fýra uppskotini. Í dómsnevndini sótu:
Ein samd dómsnevnd valdi at geva uppskotunum hjá toymunum hjá MAP og SNA eina deilda 1. virðisløn.
Uppskotini og dómsnevndarálitið sært tú her:
Stóratjørn - bygdin í býnum (MAP arkitektar)
Við støði í vinnandi kappingaruppskotunum varð ráðgevarasáttmáli undirskrivaður við tey bæði vinnandi toymini um heildarætlan fyri Stórutjørn.
Ráðgevar lótu nýggju heildarætlanina fyri Stórutjørn inn 30. juni 2023.
Á býráðsfundi 28. september 2023 samtykti Tórshavnar býráð heildarætlanina fyri Stórutjørn sum vegleiðandi fyri víðari menning av økinum.
Tú kanst lesa politisku málsviðgerðina í gerðabókini frá býráðsfundinum, sum tú finnur á síðu okkara um býráðsfundir. Her finnur tú eisini leinki til stroymingina frá fundinum.
Umsitingin bjóðaði út avgrevstur fyri tveimum býlingum. Articon var einasti arbeiðstakari, ið bjóðaði, og vann tí tilboðið. Articon hevur síðani bjóðað kommununi, umframt avgrevstur, at byggibúgva økið við tilfari frá innkomuvegnum. Rammusáttmáli er gjørdur millum arbeiðstakaran og Tórshavnar kommunu um byggibúning av býlingi 1 og 4 við Stórutjørn, og er talan um eina heildararbeiðstøku. Grótið frá innkomuvegnum og Húsareynstunlinum er stuttflutt tilfeingi, tí grótið verður nýtt til útstykkingina. Av tí sama ber til at avmarka nýggja spreinging í økinum sum tilmælt í umhvørvisárinskanning fyri økið. Arbeiðið verður handað kommununi 1. juli 2026.
Eftir at heildarætlanin varð samtykt, varð sjøtil settur á at fyrireika byggibúningina av teimum økjunum, sum í heildarætlanini eita Býlingur 1 og 4, og sum, sambært ætlanini, skuldu rúma tilsamans 218 bústaðareindum.
Við atliti til hugsjónina um skynsama lendisnýtslu og stóra bústaðartørvin varð tó mett, at økið kundi rúma fleiri bústøðum, og í fyrireikingartilgongdini gjørdi tekniska fyrisitingin hjá Tórshavnar kommunu tískil eina tillaging av býlingi 1 og 4. Nýggja skipanaruppskotið rúmar millum 410-og 420 bústaðareindum.
Umframt at fáa fleiri bústaðareindir, gevur nýggja skipanaruppskotið eisini fjølbroyttari bústaðarmøguleikar og leggur samstundis dent á at varðveita órørdu náttúrueyðkennini í lendinum sum ein part av býarskipanini. Hetta eru millum annað ymsar smærri tjarnir og vátlendisskipanir í økinum.
LBF er prosjekterandi ráðgevin í byggibúningini av býlingi 1 og 4, og P/F Articon er arbeiðstakari á staðnum.

Býlingsskipanin við Stórutjørn skal hava bæði randarhús, íbúðir og samanbygd krosshús
Í býlingunum 1 og 4 vera eftir ætlan randarhús, íbúðir í raðhúsum, sethús við 300 m2 grundstykki, lestraríbúðir og smærri íbúðir til støk og eldri. Umframt hetta verður ein partur av nýggju bústøðunum við Stórutjørn eftir ætlan skipaður sum byggifelagsskapir við fýra til átta samanbygdum bústaðareindum.
Hetta slagið av bygging er ikki sæð fyrr í Føroyum, og skal eftir ætlan gera tað bíligari hjá fólki at byggja sær hús. Hugsanin er, at fýra atskild hús við hvør sínum matrikkli verða bygd upp í móti hvørjum øðrum við felags brunamúrum í miðjuni, sum hava eitt krossskap. Húsaeindirnar venda sostatt “rygg” til hvørja aðra, men stiðja seg upp at hvørji aðrari við at deila tveir brunaveggir við grannarnar.
Pláss verður til 11 av hesum samansettu krosshúsunum, sum hvørt kann hava úr fýra upp í átta bústaðareindir.
Krosshúsini hava stór grøn felagsøkir og eina bilfría gongugøtuskipan millum húsini við felags bilparkering uttanfyri grannalagið. Skipanarliga kemur hetta sostatt at minna um Tórsbyrgi, sum er eitt eyðkendur smábýlingur í eysturbýnum í Havn, og sum ofta verður nýtt sum eitt dømi um góðan grannalagsdám.
Í løtuni verður arbeitt við at planera vegir, fyrireika byggiøkini, og at leggja leiðingar av ymsum slag ígjøgnum økið.
Í størri byggiætlanum sum hesari eru broytingar væntandi, men verandi meting er, at økið verður byggibúgvið í seinnu helvt av 2026.
Skipanaruppskotið fyri býlingarnar 1 og 4, við tvífalt so nógvum búeindum (frá upprunaliga 218 búeindum til umleið 415 búeindir), varð samtykt á býráðsfundi 23. oktober 2025. Gerðabókina sært tú her:
Umsitingin í Tórshavnar kommunu ger uppskot um broyting av almennu byggisamtyktini fyri Stórutjørn og til nýggja serstaka byggisamtykt fyri býling 1 og 4. Uppskotið skal til hoyringar í seks vikur, leggjast fyri býráðið og góðkennast í Umhvørvismálaráðnum. Avgreiðslutíðin er vanliga millum seks og níggju mánaðir.
Í størri byggiætlanum sum hesari eru broytingar væntandi, men verandi meting er, at økið verður byggibúgvið í seinnu helvt av 2026.
Heildarætlanin varð latin inn 30. juni 2023 og samtykt í Tórshavnar býráð 28. september 2023. Heildarætlanina sært tú í fullum líki her:
Stóratjørn - ein burðardyggur býarpartur
Heildarætlanin fyri Stórutjørn varð samtykt á býráðsfundi 28. september 2023. Tú sært viðgerðina av uppskotinum í gerðabókini frá fundinum, sum tú finnur her:
Gerðabók fyri býráðsfundin 28. september 2023
Eitt tillagað skipanaruppskot fyri býlingarnar 1 og 4, við nærum tvífalt so nógvum búeindum, varð samtykt á býráðsfundi 23. oktober 2025. Gerðabókina sært tú her:
Eins og allar aðrar heildarætlanir, tekur heildarætlanin fyri Stórutjørn støði í kommunuætlanini, ið er yvirskipaða planleggingaramboðið hjá kommununi. Kommunuætlanina finnur tú her:
Kommunuætlanin fyri Tórshavnar kommunu
Kommunan bjóðaði til eitt undangóðkenningarumfar áðrenn kappingina um heildarætlanina fyri økið við Stórutjørn. Innbjóðingina til undangóðkenning sært tú her:
| Mánadag | 9 | - | 16 |
| Týsdag | 9 | - | 16 |
| Mikudag | 9 | - | 16 |
| Hósdag | 9 | - | 16 |
| Fríggjadag | 9 | - | 15 |