Lat aftur
Tema
Urtagarðsbýurin – heildarætlan fyri miðbýarkjarnuna
Lurta

Urtagarðsbýurin – heildarætlan fyri miðbýarkjarnuna

Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi 26. januar 2023 nýggja heildarætlan fyri miðbýarkjarnuna í Tórshavn. »Urtagarðsbýurin« er ein langskygd ætlan, ið skal skapa lív í býnum og liggja til grund fyri nýggjari serstakari byggisamtykt fyri miðbýin. 

Tú sært alt skipanaruppskotið her: 

Urtagarðsbýurin

Urtagarðsbýurin er eitt skipanaruppskot, tað vil siga eitt uppskot til, hvussu vit skipa miðbýarkjarnuna í framtíðini, og tað er úrslitið av einari tilgongd, sum byrjaði fyrst í 2022. Tú kanst lesa meira um tilgongdina og karmarnar fyri uppskotinum niðanfyri. Á hesari síðuni sært tú eisini simuleringsvideo av miðbýnum og upptøkur frá kunnandi borgarafundinum, ið varð hildin í Finsen mikudagin 25. januar 2023.

Viðgerðina í býráðnum sært tú í gerðabókini frá býráðsfundinum 26. januar 2023, sum tú finnur her:

Gerðabók fyri býráðsfundin 26. januar 2023

Her sært tú simulering av, hvussu miðbýarkjarnan kann síggja út sambært nýggju heildarætlanini.

Um skipanaruppskotið
Støðið undir skipanaruppskotinum

Uppskotið til nýskipan av miðbýarkjarnuni í Havn gevur millum annað boð uppá, hvussu vit kunnu fáa bústaðir og fólk oman aftur í býin og veita eitt fjølbroytt úrval av tilboðum, so sum handlar, matstovur og mentanarupplivingar. Uppskotið nemur eisini við møguligar mátar at loysa ferðslu- og parkeringsavbjóðingarnar, sum hava darvað miðbýin í ein mannsaldur.

»Urtagarðsbýurin« er sostatt fyrsti partur av einari yvirskipaðari og framsøknari langtíðarætlan fyri, hvussu Havnin fær eina spennandi og livandi miðstaðarkjarnu, sum er løtt at koma til uttan at vera doyvd av bilferðslu og sjónligari parkering.

Nýskipanin av miðbýarkjarnuni skal byggja víðari á tey sereyðkenni, sum frammanundan eru í býnum, tó uttan at býurin verður til eitt søgusavn, har einki ber til.

Tórshavnar kommuna beyð út arbeiðið at gera heildarætlanina í 2022. Tað var teknistovan Henning Larsen við Ósbjørni Jacobsen sum vann útboðið, og sum hevur gjørt uppskotið.

Skipanaruppskotið er bundið at viðgera fleiri tættir fyri at tryggja, at øll týðandi atlit verða tikin, og soleiðis at uppskotið verður eitt heildaruppskot, ið kann brúkast frameftir. Millum annað tá ið nýggj serstøk byggisamtykt skal gerast fyri miðbýin. Evnini eru millum annað hesi:

  • Sereyðkenni og menning
  • Bústaðir
  • Mentanarlív
  • Trø og vøkstur
  • Handilsvinna
  • Ferðslukervi og parkering
  • Heilársbýur heldur enn donut-býur

Partur av arbeiðssetninginum, sum uppskotið hevði at halda seg til, var at »endurskoða miðbýarkjarnuna í tann mun, at býurin verður tættaður við fleiri bústøðum og trivnaðarligum átøkum, samstundis sum eyðkenni í miðbýnum verða varðveitt og styrkt«.

Karmarnir kring uppskotið

Skipanaruppskotið fyriheldur seg millum annað til hesi vandamál:

  • Hvussu skipa vit býin sum ein heilársbý, sum fólk brúka og trívast í alt árið?
  • Hvar skulu vit parkera?
  • Hvussu er rættast at gagnnýta bygningarnar, ið standa tøkir, tá kommunala umsitingin flytir úr miðbýnum?
  • Hvussu kunnu vit byggja nýtt og samstundis varðveita samleikan í býnum?
Hvussu hanga heildarætlanirnar saman?

Allar býarskipanarligar heildarætlanir í Tórshavnar kommunu taka støði í kommunuætlanini, sum er yvirskipaða planleggingaramboðið hjá kommununi. Kommunuætlanin setur framtíðarnýtsluna fyri tey ymsu økini út í kortið, so sum bústaðarøki, vinnuøki, ítróttarøki og miðstaðarøki.

Við støði í kommunuætlanini verða meira ítøkiligar ætlanir gjørdar, til dømis heildarætlanir. Eitt dømi um slíka heildarætlan er Miðbýarætlanin, ið varð gjørd í 2016, og sum snýr seg um skipan av kommunalum útirúmum.

»Urtagarðsbýurin« er at rokna sum eitt framhald undir hesi yvirskipaðu Miðbýarætlan. Tó snýr »Urtagarðsbýurin« seg um eitt avmarkað øki í Miðbýarætlanini, nevniliga miðbýarkjarnuna og um, hvussu innihaldið í teimum ymsu útirúmunum og bygningunum kann umskapast fyri at skapa trivnað og fleiri bústaðir í økinum. Á sama hátt er »Býarlundin« eitt átak undir heildarætlanini »Urtagarðsbýurin«.

Býarskipanarliga raðfylgjan er sostatt hendan:

Urtagarðsbýurin er bara ein av fleiri heildarætlanum fyri ymisku økini í høvuðsstaðnum. Til dømis varð heildarætlanin fyri Eystara Havnaøki samtykt í 2022, meðan fleiri aðrar heildarætlanir hinvegin liggja fyri framman:

  • Ætlan fyri Bacalao og Vestara Havnaøki
  • Ætlan fyri Háls
  • Ætlanir fyri bygdirnar

Tað er bæði eitt politiskt og umsitingarligt ynski í kommununi at fáa gjørt heildarætlanir fyri øll øki í býnum, soleiðis at framtíðarætlanirnar í kommununi gerast meira gjøgnumskygdar og atkomiligar hjá borgaranum, og soleiðis at vit hava eitt skilvíst grundarlag fyri at gera bindandi ásetingar fyri bygging og nýtslu av teimum økjum, sum heildarætlanirnar fevna um.

Kommunuætlanin

Miðbýarætlanin

Heildarætlanin fyri Eystara Havnaøki

Framløgutilfar

Her sært tú tilfarið frá arkitektaframløgunum á nevndarfundi í Byggi- og býarskipanarnevndini í januar 2023 og frá borgarafundinum í Finsen 25. januar 2023:

Urtagarðsbýurin framløga januar 2023

Urtagarðsbýurin framløga 25. januar 2023

Trýst á myndina

Send viðmerking til heildarætlanina

Hevur tú viðmerkingar til skipanaruppskotið, mást tú fegin senda tær til kommununa. Tað gert tú við at trýsta á grøna knøttin niðanfyri og fylla teigarnar út. Viðmerkingarnar verða sendar til Býarskipanardeildina og skrásettar í journalskipanini í Tórshavnar kommunu.

SEND VIÐMERKING TIL HEILDARÆTLANINA

Gev gætur, at í skipanaruppskotinum er útsjóndin á bygningum bara uppskot og ikki endaliga útsjóndin. Somuleiðis er vert at leggja til merkis, at uppskotini til staðseting av parkeringshúsum heldur ikki eru endalig. Parkeringsviðurskiftini verða nágreiniligari viðgjørd fyri seg í aðrari ætlan.

Her sært tú allan borgarafundin, ið varð hildin í Finsen 25. januar 2023. Birita Wardum, býararkitektur, greiðir frá tilgongdini handan heildarætlanina, og Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, leggur sjálvt uppskotið fram.

Tilgongdin í arbeiðinum við heildarætlanina fyri miðbýarkjarnuna
13. juni 2022 – Útbjóðingarskriv útflýggjað innbodnum ráðgevum

Kommunan útflýggjaði innbodnum ráðgevum útboðsskrivið 13. juni 2022. Í útbjóðingarskrivinum varð biðið um tilboð uppá arbeiðið umframt eina frágreiðing um, hvussu uppgávan fór at verða loyst.

Útbjóðingarskrivið sært tú her:

Útboðstilfar miðstaðarkjarnan juni 2022

20. juni 2022 – Freist at seta spurningar til útboðstilfarið

20. juni 2022 var seinasta freist at seta spurningar um útboðstilfarið.

1. juli 2022 – Vinnari av útboðnum verður funnin

Fyrsta juli móttók kommunan trý tilboð. Síðani varð vinnarin kosin. Tað var teknistovan Henning Larsen, sum vann útboðið.

Allir luttakandi ráðgevarnir lótu inn nøktandi tilfar. Uppskotið frá Henning Larsen var kortini tað tilboðið, sum umsitingin metti á bestan hátt lúka ynskini fyri miðbýin og kappingartreytirnar.

14. desember 2022 – Heildarætlanin verður latin inn

14. desember 2022 læt ráðgevin Henning Larsen inn skipanaruppskotið »Urtagarðsbýurin – ein livandi, fjølbroyttur og grønur miðbýur«.

Uppskotið sært tú í fullum líki her:

Urtagarðsbýurin

25. januar 2023 – Borgarafundur í Finsen

25. januar 2023 varð borgarafundur hildin í Auluni í Finsen. Birita Wardum, býararkitektur, greiddi frá tilgongdini handan heildarætlanina, og Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, legði uppskotið fram.

Borgarafundin sært tú omanfyri á hesari síðuni.

26. januar 2023 – Heildarætlanin verður løgd fyri býráðið

Skitsuuppskotið varð lagt fyri býráðið og samtykt á býráðsfundinum 26. januar 2023. Býráðið samtykti eisini at fara undir arbeiðið við býarlundina, sum er eitt átak undir heildarætlanini.

Tú kanst lesa málsviðgerðina í gerðabókini frá fundinum, sum tú finnur á síðu okkara um býráðsfundir. Her finnur tú eisini leinki til stroymingina frá fundinum.

Dagsskráir og fundarfrásagnir frá býráðnum

Februar/apríl 2023 – Fundir við áhugapartar um heildarætlanina

Heildarætlanin fer at hava ávirkan á býin og virksemið í býnum. Samstundis sum ætlanin regulerar menningina í býnum fyri at tryggja trivnaðarligu viðurskiftini (ljós- og skuggaviðurskifti), so hevur ætlanin eisini avleiðingar við sær fyri summar partar av býnum, tí summi fáa skerdar ella víðkaðar møguleikar fyri bygging.

Innan arbeiðstøkumarkið eru áleið 30 matrikkuleigarar, og hesir verða allir bodnir til fundar at umrøða ætlanina.

2024/2025 – Uppskot til serstaka byggisamtykt verður gjørt
Bakgrundskunning

Býráðssamtykt

Skipanaruppskotið »Urtagarðsbýurin« varð samtykt á býráðsfundi 26. januar 2023. Tú sært viðgerðina av uppskotinum í gerðabókini frá fundinum, sum tú finnur her: 

Gerðabók fyri býráðsfundin 26. januar 2023 


Útboðsskriv fyri miðbýarkjarnuna juni 2022

Kommunan útflýggjaði innbodnum ráðgevum útboðsskrivið 13. juni 2022.  Útbjóðingarskrivið sært tú her: 

Útboðstilfar miðbýarkjarnan juni 2022

Kommunuætlanin

Eins og allar aðrar heildarætlanir, tekur heildarætlanin Urtagarðsbýurin støði í kommunuætlanini, ið er yvirskipaða planleggingaramboðið hjá kommununi. Kommunuætlanina finnur tú her: 

Kommunuætlanin fyri Tórshavnar kommunu


Miðbýarætlanin

Miðbýarætlanin er heildarætlan frá 2016, ið snýr seg um skipan av kommunalum útirúmum. »Urtagarðsbýurin« er at rokna sum eitt framhald undir hesi yvirskipaðu miðbýarætlan. Tó snýr »Urtagarðsbýurin« seg um eitt avmarkað øki í Miðbýarætlanini, nevniliga miðbýarkjarnuna. Miðbýarætlanina sært tú her:

Miðbýarætlanin 2016

Býarskipanardeildin
Býarskipanardeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Býarskipanardeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15