Lat aftur
Tema
Barnagarðsbørn vitja umborð á Westward Ho 2024
Forskúlabørn og elstu barnagarðsbørn vitja Westward Ho Forskúlabørn og elstu barnagarðsbørn vitja Westward Ho
Forskúlabørn og elstu barnagarðsbørn vitja Westward Ho

Í mai mánað bjóðar Westward Ho eldru barnagarðsbørnunum og forskúlabørnunum at vitja umborð á sluppini.

Á hesari síðani kanst tú lesa um, hvat børnini uppliva umborð, og hvussu tú bíleggur forskúlaflokkinum ella barnagarðsbólkinum eina vitjan.

Lurta

Barnagarðsbørn vitja umborð á Westward Ho 2024

Westward Ho bjóðar í mai 2024 eldru barnagarðsbørnunum og forskúlabørnum at vitja umborð á sluppini. Vitjanirnar fara fram, meðan skipið liggur við kei.

Tá ið barnagarðsbørn vitja umborð á Westward Ho, sleppa tey at síggja umstøðurnar, sum langabbi ella oldurabbi teirra hava arbeitt og livað undir umborð á einari slupp, samstundis sum tey í stuttum hoyra um sluppsøguna. Børnini sleppa harumframt at royna ymiskt verkligt umborð.

Á hesari síðuni kanst tú lesa um, hvat børnini uppliva umborð, og hvussu tú teknar bólkin til eina vitjan.

Soleiðis teknar tú tykkum
Finn eina tøka tíð

Niðanfyri sært tú, hvørjar dagar og klokkutíðir eru tøkar. So hvørt sum bíleggingarnar koma inn, síggjast tær sum »Bílagdar« í hesum yvirlitinum. Fær Westward Ho annað virksemið onkran dagin, boða vit viðkomandi barnagarðsbólki frá og finna ein annan dag.

 Dagur

Fyrrapart kl. 10-12

 1/5Skt. Jósefs barnagarður
  
 2/5Dagstovnurin Lítliskógur 
  
3/5Býlingshúsið í Maritugøtu
  
6/5Dagstovnurin í Løkjatúni
  
7/5Dagstovnurin í Øksnagerði
  
8/5Dagstovnurin í Løkjatúni
  
10/5Dagstovnurin í Hoyvík
  
13/5Býlingshúsið millum Gilja 
  
14/5Lítliskúli
  
15/5Dagstovnurin Fríðriksgarður
  
16/5Dagstovnurin við Løgmannabreyt
  
17/5Birkilund
  
21/5Dagstovnurin Flatnagarður
  
22/5Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus
  
23/5Dagstovnurin á Argjum
  
24/5Býlingshúsið inni á Gøtu
  
27/5Dagstovnurin Fríðriksgarður
  
28/5Býlingshúsið á Ternuryggi
  
29/5Badmintonhøllin (yngra)
  
30/5Dagstovnurin á Hamrinum
  
31/5Barna- og ungdómshúsið Látrið
Soleiðis teknar tú ein bólk

Tá tú hevur funnið eina hóskandi tíð í talvuni omanfyri, kanst tú tekna tín bólk til eina vitjan. Trýst á grøna knøttin niðanfyri og fyll út allar teigarnar. Eru ikki allir teigarnir fyltir út, ber ikki til at tekna bólkin. 

BÍLEGG vitjan á WESTWARD HO

Soleiðis gongur vitjanin fyri seg

Tiltøk undir dekkINUM

Børnini fara fyrst niðurundir gjøgnum leidaran og síðan í lugarið. Síðan í messuna, har tey síggja stóra íslandskortið og síggja, hvar føroysk skip hava verið úti fyri vanlukku undir Íslandi. At enda fer bólkurin í maskinrúmið og síðani í afturskipið.

 

Kabúss og lugar

Vit spyrja børnini, um tey kenna nøkur serlig orð, ið verða nýtt umborð á einum skipi. Í lugarinum greiða vit teimum frá, hvat menn gjørdu á einum fiskitúri, og eisini sleppa tey at fara í nakrar koyggjur.

 

Maskinrúm og lugar aftan

Vit greiða frá um maskinuna og oljufýringina. Í lugarinum aftan síggja børnini neyðútgongdina og koyggjurnar, og onkur sleppur at liggja í eini koyggju.

 

Tiltøk á dekkinum

Á dekkinum fara børnini at royna ymiskt verkligt, millum annað at standa við róðursarmin, hála fokkuna upp og fiska við snøri. Tað er umráðandi, at børnini likamliga royna ymiskt, sum tey annars ikki hava møguleika fyri at royna í gerandisdegnum. Tey sleppa at royna hetta:

  • standa við róðursarmin (hála aftur og fram)
  • sláa klokkuna
  • síggja kumpassina
  • nýta hondpumpuna
  • royna at fíla við snøri í einum vaðbeini
  • hála fokkuna upp og niður

Børnini kunnu taka gamalt breyð við til dunnurnar.

Tá ið øll børnini hava roynt alt, eta tey matpakka saman. Er veðrið gott, verður matpakkin etin á dekkinum, men er tað ruskveður, eta tey í messuni undir dekkinum.

Barna- og ungdómsdeildin
Barna- og ungdómsdeildin

Niels Finsens gøta 31, 100 Tórshavn

Les um Barna- og ungdómsdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15