Lat aftur
Tema
Barnagarðsbørn vitja umborð á Westward Ho 2026
Forskúlabørn og elstu barnagarðsbørn vitja Westward Ho Forskúlabørn og elstu barnagarðsbørn vitja Westward Ho
Forskúlabørn og elstu barnagarðsbørn vitja Westward Ho

Í mai 2026 bjóðar Westward Ho barnagarðsbørnum og forskúlabørnum at vitja umborð á sluppini.

Her kanst tú lesa um, hvat børnini uppliva umborð, og hvussu tú bíleggur flokkinum ella bólkinum eina vitjan.

Barnagarðsbørn vitja umborð á Westward Ho 2026

Westward Ho bjóðar í mai 2026 eldru barnagarðsbørnunum og forskúlabørnum at vitja umborð á sluppini. Vitjanirnar fara fram, meðan skipið liggur við kei.

Tá ið barnagarðsbørn vitja umborð á Westward Ho, sleppa tey at síggja umstøðurnar, sum langabbi ella oldurabbi teirra hava arbeitt og livað undir umborð á einari slupp, samstundis sum tey í stuttum hoyra um sluppsøguna. Børnini sleppa harumframt at royna ymiskt verkligt.

Á hesari síðuni kanst tú lesa um, hvat børnini uppliva umborð, og hvussu tú teknar bólkin til eina vitjan.

Soleiðis teknar tú tykkum
Finn eina tøka tíð

Niðanfyri sært tú, hvørjar dagar og klokkutíðir eru tøkar. So hvørt sum bíleggingarnar koma inn, síggjast tær sum »Bílagdar« í hesum yvirlitinum. Fær Westward Ho annað virksemið onkran dagin, boða vit viðkomandi barnagarðsbólki frá og finna ein annan dag.

28. mai 2026: Av tí at arbeitt verður fram til hálvan juni við at skifta motor á Westward Ho, noyðast vit tíverri at avlýsa barnagarðsvitjanirnar í ár.

 Dagur

Fyrrapart kl. 10-12

 4/5Umvælingar
  
 5/5Umvælingar
  
6/5

Umvælingar

  
7/5Umvælingar
  
8/5Umvælingar
  
9/5

Umvælingar

  
11/5Umvælingar
  
12/5Skipið er bílagt
  
13/5Umvælingar
  
15/5Umvælingar
  
18/5Umvælingar
  
19/5Umvælingar
  
20/5Umvælingar
  
21/5Umvælingar
  
22/5Umvælingar
  
26/5Umvælingar
  
27/5Umvælingar
  
28/5Umvælingar
  
29/5Umvælingar
Soleiðis teknar tú ein bólk

Tá tú hevur funnið eina hóskandi tíð í talvuni omanfyri, kanst tú tekna tín bólk til eina vitjan. Trýst á grøna knøttin niðanfyri og fyll út allar teigarnar. Eru ikki allir teigarnir fyltir út, ber ikki til at tekna bólkin. 

Bílegg vitjan á Westward Ho

Soleiðis gongur vitjanin fyri seg

Tiltøk undir dekkinum

Børnini fara fyrst niðurundir gjøgnum leidaran og síðan í lugarið. Aftaná fara tey í messuna, har tey síggja stóra íslandskortið og síggja, hvar føroysk skip hava verið fyri vanlukku undir Íslandi. At enda fer bólkurin í maskinrúmið og síðani í afturskipið.

 

Kabúss og lugar

Vit spyrja børnini, um tey kenna nøkur serlig orð, ið verða nýtt umborð á einum skipi. Í lugarinum greiða vit teimum frá, hvat menn gjørdu á einum fiskitúri, og eisini sleppa tey at fara í nakrar koyggjur.

 

Maskinrúm og lugar aftan

Vit greiða frá um maskinuna og oljufýringina. Í lugarinum aftan síggja børnini neyðútgongdina og koyggjurnar, og onkur sleppur at liggja í eini koyggju.

 

Tiltøk á dekkinum

Á dekkinum fara børnini at royna ymiskt verkligt, millum annað at standa við róðursarmin, sláa skipsklokkuna, hála fokkuna upp og fiska við snøri. Tað er umráðandi, at børnini likamliga royna ymiskt, sum tey annars ikki hava møguleika fyri at royna í gerandisdegnum.

Børnini kunnu taka gamalt breyð við til dunnurnar.

Tá ið børnini hava roynt alt, eta tey matpakka saman. Er veðrið gott, verður matpakkin etin á dekkinum, men er tað ruskveður, eta tey í messuni undir dekkinum.

Barna- og ungdómsdeildin
Barna- og ungdómsdeildin
Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15