Her kanst tú lesa um valevnini, og hvussu tú greiðir atkvøðu. Tú mást vera í minsta lagi 60 ár og vera búsitandi í Tórshavnar kommunu fyri at atkvøða. Hesaferð ber til at greiða atkvøðuna talgilt, og tað vil siga, at tú kanst greiða atkvøðu, har tú ert, og tá tú vilt. Tær tørvar bara Samleikan og snildfon ella teldu. Les niðanfyri, hvussu tú gert.
Lættast er at atkvøða talgilt á Vanganum. Øll, sum hava atkvøðurætt, kunnu rita inn á Vangan við Samleikanum og greiða sína atkvøðu har.
Greiðir tú atkvøðu á Vanganum, kanst tú broyta meining og velja annað valevni á sama hátt fram til atkvøðugreiðslan endar 15. desember 2025 klokkan 16.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Fært tú ikki atkvøtt talgilt, kanst tú greiða brævatkvøðu í Snarskivuni. Minst til at hava samleikaprógv við (t.d. koyrikort ella pass).
Býrt tú í Nólsoy, kanst tú greiða brævatkvøðu í Tilhaldinum í Nólsoy mikudagin 10. desember millum klokkan 10 og 12.30.
Fólk í Hesti, sum ynskja at atkvøða í Hesti, kunnu boða Snarskivuni frá. So verður skipað soleiðis fyri, at fólk frá umsitingini koma í oynna at avgreiða atkvøðugreiðsluna.
Atkvøðir tú av onkrari orsøk bæði talgilt á Vanganum og við brævi, verður brævatkvøðan strikað, meðan talgilda atkvøðan verður tald við.
Ert tú ikki før fyri at koma í Snarskivuna at brævatkvøða, til dømis vegna sjúku, kunnu tvey hjálparfólk koma heim til tín at hjálpa tær at avgreiða brævatkvøðuna. Ring til Snarskivuna og boða okkum frá, so seta vit okkum í samband við teg og avtala, nær vit koma heim til tín. Seinasta freist at boða frá, at tú vilt atkvøða heima, er fríggjadagin 12. desember klokkan 12.
Snarskivan er opin mánadag til hósdag frá klokkan 9 til 16 og fríggjadagar klokkan 9 til 15. Telefonnummarið er 30 20 10. Teldupostur okkara er torshavn@torshavn.fo.














Týsdagin 25. november klokkan 14 verður skipað fyri valfundi í Tilhaldinum í Tórsgøtu.
Tú kanst atkvøða frá mánadegnum 24. november 2025 klokkan 9 til mánadagin 15. desember 2025 klokkan 16.
Greiðir tú atkvøðuna talgilt, kanst tú atkvøða alt samdøgrið á Vanganum. Noyðist tú av onkrari orsøk at brævatkvøða, mást tú møta upp í Snarskivuni á Vaglinum 11 í vanligari arbeiðstíð, sum er mánadag til hósdag klokkan 9-16 og fríggjadagar klokkan 9-15. Minst til at hava samleikaprógv við (t.d. koyrikort ella pass).
Úrslitið er væntandi greitt umleið klokkan 21 á valkvøldinum 15. desember 2025.
Tá ið atkvøðugreiðslan er liðug 15. desember klokkan 16, verður úrslitið av talgildu atkvøðunum heintað úr skipanini. So kanna vit eftir, um onkur hevur atkvøtt bæði talgilt og við brævi. Hevur persónur av onkrari orsøk atkvøtt bæði við brævi og talgilt á Vanganum, verður brævatkvøðan løgd til síðis og ikki latin upp, meðan talgilda atkvøðan verður tald við.
Síðan taka vit brævbjálvarnar við atkvøðuseðlunum úr tí uttara navngivna brævbjálvanum og blanda navnaleysu brævbjálvarnar saman í ein atkvøðukassa. Hetta soleiðis at einki samband longur er ímillum navnið á veljaranum og atkvøðuseðilin.
Tá ið atkvøðuseðlarnir eru blandaðir saman, verður kassin latin upp, navnleysu brævbjálvarnir við atkvøðunum brotnir upp og atkvøðurnar taldar saman. Úrslitið av brævatkvøðunum verður at enda lagt afturat talgildu atkvøðunum.
Uppteljingin tekur væntandi tríggjar til fýra tímar at avgreiða.
Ja, tað er trygt. Samleikin er trygg og persónlig innritingarskipan, og eingin sær, hvønn tú hevur atkvøtt fyri, tí valskipanin er gjørd soleiðis, at tín talgilda atkvøða er skild frá tínum samleika. Av somu orsøk ber heldur ikki til at strika eina talgilda atkvøðu, tí tað er ikki møguligt at síggja, hvønn tú atkvøddi fyri.
Úrslitið merkir, at Jóhan Carl Dam, Leivur Hansen, Marjun Poulsen, Annemi L. Joensen og Bergljót av Skarði eru vald í nevndina, meðan Marin Rasmussen, Lissi Hansen og Did Nicolajsen eru vald sum varalimir. Nýggja nevndin tekur við frá 1. januar 2026 og situr fram til 31. desember 2028.
Atkvøðubýtið sært tú her:
Nr. | Valevni | Atkvøður |
| 1. | Jóhan Carl Dam | 688 |
| 2. | Leivur Hansen | 282 |
| 3. | Marjun Poulsen | 273 |
| 4. | Annemi L. Joensen | 245 |
| 5. | Bergljót av Skarði | 245 |
| 6. | Marin Rasmussen | 182 |
| 7. | Lissi Hansen | 180 |
| 8. | Did Nicolajsen | 166 |
| 9. | Fríðálvur A. Jensen | 164 |
| 10. | Ingrid S. Henriksen | 143 |
| 11. | Jens Peter Jensen | 85 |
| 12. | Ejler Johannesen | 74 |
| 13. | Bozena Rasmussen | 37 |
| 14. | Bjørn Elison | 29 |
5656 høvdu valrætt til eldraráðsvalið í Tórshavnar kommunu. 2571 greiddu atkvøðu talgilt, meðan 222 greiddu atkvøðuna við brævi. Valluttøkan var sostatt 49,4 prosent í mun til 45,6% í 2020.
Eldraráðsvalið 2025 er fyrsta val, har tað hevur borið til at greiða talgilda atkvøðu. Borgarar kundu velja á Vanganum við snildfon, teldli ella teldu og kundu sostatt greiða sína atkvøðu, tá teir vildu, og har teir vildu. Atkvøðugreiðslan á Vanganum hevur riggað væl, og sum tað sæst á valluttøkuni er talgildi valmøguleikin nógv brúktur.
| Mánadag | 9 | - | 16 |
| Týsdag | 9 | - | 16 |
| Mikudag | 9 | - | 16 |
| Hósdag | 9 | - | 16 |
| Fríggjadag | 9 | - | 15 |