Stilla upp til eldraráðsvalið 2025
Í desember 2025 skulu vit velja nýtt eldraráð í Tórshavnar kommunu. Veljast skulu fimm limir og tríggir varalimir. Ert tú 60 ár ella eldri valdagin 15. desember, og býrt tú í Tórshavnar kommunu, ert tú vælkomin at stilla upp. Les her, hvussu tú gert.
Høvuðsuppgávan hjá eldraráðnum er at geva politikarunum góð ráð og syrgja fyri, at atlit verða tikin fyri eldru borgarum, tá ið avgerðir verða tiknar.
Hevur tú hug at stilla upp og harvið gera tína ávirkan galdandi, skalt tú fylla út valevnisfráboðanina, sum sæst niðanfyri. Skjalið fæst eisini í Snarskivuni í Havn.
Saman við fráboðanini skulu undirskriftir fylgja við frá fimm stillarum, sum somuleiðis mugu lúka treytirnar fyri valrætti til eldraráðið.
Lat fráboðanina inn í seinasta lagi 14. november. Tú kanst annaðhvørt senda okkum fráboðanina til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Havn.
Valið fer fram í tíðarskeiðnum 24. november til 15. desember 2025, treytað av, at nóg nógv valevni stilla upp til at manna nevndina. Valið fer fram talgilt á Vanganum ella við brævatkvøðu í Snarskivuni. Fært tú sum veljari ikki brúkt hesar møguleikar, kanst tú boða Tórshavnar kommunu frá og brævatkvøða heima við hús. Nærri kunning um hesi viðurskifti verða at frætta eftir 14. november, tá greitt er um valið verður, ella um neyðugt verður at leingja uppstillingarfreistina fyri at fáa fleiri at stilla upp.
Valevnisfráboðan til eldraráðsvalið 2025