Lat aftur
Tema
Fólkatingsval 24. mars 2026
Fólkatingsval 24. mars 2026 Fólkatingsval 24. mars 2026
Fólkatingsval 24. mars 2026

Týsdagin 24. mars 2026 er val til Fólkatingið. 

Her er alt, tú skalt vita um brævatkvøður, valkort, upptøku á veljaralistan og mannagongdir annars í sambandi við valið.

Fólkatingsval 24. mars 2026

Týsdagin 24. mars 2026 er val til Fólkatingið. Her kanst tú lesa um mannagongdirnar og reglurnar fyri valið, sum verður týsdagin 24. mars 2026.

Hvør kann velja?
Valrættur og valbæri

Valrætt til fólkatingið hevur ein og hvør, ið hevur danskan heimarætt, er fyltur 18 ár og sum hevur fastan bústað innan ríkisfelagsskapin, uttan so at viðkomandi er gjørdur ómyndugur.

Fyri at hava valrætt og harvið eiga rættin til at atkvøða, mást tú lúka hesar treytir: 

  • Tú mást vera fylt/ur 18 ár
  • Tú mást hava danskan heimarætt
  • Tú mást hava fastan bústað í Føroyum, Danmark ella Grønlandi
  • Tú mást ikki vera ómyndugur

Eingin fær útint sín valrætt uttan at vera skrásettur á veljaralistanum. Fyri at atkvøða mást tú vera skrásettur á veljaralistanum í einari kommunu í seinasta lagi 18. dagin fyri sjálvan valdagin. Tað vil siga í seinasta lagi fríggjadagin 6. mars.

Lesandi og onnur fyribils stødd uttanfyri ríkið kunnu søkja um upptøku á veljaralista

Persónar, ið búgva fyribils uttanfyri danska ríkið, kunnu undir ávísum treytum metast at hava fastan bústað innan ríkisfelagsskapin og harvið eiga rættin til at atkvøða á fólkatingsvali í Føroyum.

Niðanfyristandandi persónar, sum búgva fyribils í útlondum uttanfyri ríkið, og hjúnafelagar, ið liva saman við hesum persónum, kunnu metast at hava fastan bústað innan ríkisfelagsskapin:

  1. Persónar, ið eru sendir út at tæna í útlondum, og sum eru settir av almennum myndugleika, privatari fyritøku ella privatum felagsskapi í ríkisfelagsskapinum

  2. Persónar, ið halda til í útlondum sum starvsfólk í altjóða felagsskapi, sum annaðhvørt Føroyar ella Danmark eru limir í

  3. Persónar, ið eru sendir út í útlond at tæna hjálparfelagsskapi innan ríkisfelagsskapin

  4. Persónar, ið halda til í útlondum í sambandi við útbúgving

  5. Persónar, ið halda til í útlondum av heilsuligum orsøkum

  6. Persónar, ið halda til í útlondum, og sum í tilknýti til ríkisfelagsskapin mugu javnmetast við persónarnar, ið eru nevndir í nr. 1-5 omanfyri

Veljarar, ið halda til fyribils í útlondum, skulu eftir umbøn skrásetast á veljaralistanum í tí kommununi, har teir seinast vóru skrásettir í fólkayvirlitinum. Umbønin um upptøku á veljaralistan skal latast kommunustýrinum, sum síðan handar ríkisumboðnum umbønina við váttan um, at viðkomandi hevur danskan heimarætt, er fyltur 18 ár og ikki er gjørdur ómyndugur – umframt kunning um, nær viðkomandi seinast hevur verið skrásettur í kommunala fólkayvirlitinum. Avgerð um hetta skal vera tikin í seinasta lagi 18. dagin fyri valdagin. Tað vil siga í seinasta lagi fríggjadagin 6. mars. Tí má umsóknin verða send kommununi í góðari tíð áðrenn fríggjadagin 6. mars klokkan 15.

Fyri at koma á veljaralistan skalt tú senda okkum ein teldupost, har tú biðir um at koma á veljaralistan til fólkatingsval. Tú skalt upplýsa títt fulla navn og føðingardag. Harumfrat skal tú viðfesta skjalprógv fyri, at tú lýkir eina av treytunum 1-6, sum eru listaðar omanfyri. Ert tú til dømis lesandi, er kravið eitt galdandi lestrarprógv.

Umsóknin skal sendast til torshavn@torshavn.fo. Minst til at viðmerkja »Umsókn um upptøku á veljaralista til fólkatingsvalið 2026« í evnisteigin.

Snarskivan í Tórshavnar kommunu sendir umsóknina saman við eini bústaðarváttan til Ríkisumboðið til støðutakan, sum síðan boðar kommununi og Landsfólkayvirlitinum frá, um tú skalt setast á veljaralistan.

Avgerðin um at skráseta borgarar á veljaralistan skal vera tikin í seinasta lagi fríggjadagin 6. mars. 2026. Tað er tí umráðandi, at tú sendir okkum umsóknina í góðari tíð, so allir myndugleikarnir náa at viðgera hana áðrenn freistina 6. mars. Snarskivan letur aftur fríggjadagin 6. mars klokkan 15.

 

Hvar, nær og hvussu greiði eg mína atkvøðu?

Les meira um hvar og hvussu tú greiðir brævatkvøðu undir punktinum »Soleiðis velur tú« niðanfyri.

Gev gætur, at skal tín brævatkvøða telja við á valinum, mást tú syrgja fyri at greiða tína atkvøðu í so mikið góðari tíð, at atkvøðan er frammi hjá valstýrinum í tínari bústaðarkommunu, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar á sjálvum valdegnum. Spyr á staðnum, nær seinasta freist at senda brævatkvøður er. Ert tú búsitandi uttanfyri Danmark og Grønland, sært tú eitt yvirlit yvir danskar sendistovur og konsulat og upplatingartíðir teirra á heimasíðuni hjá danska uttanríkismálaráðnum.

Gev eisini gætur, at tú fært ikki nakað valkort sendandi, tá tú hevur søkt um upptøku á veljaralistan. Tú mást tí minnast til at hava samleikaprógv við, tá tú greiðir brævatkvøðu. Samleikaprógv kann annaðhvørt vera pass ella koyrikort.

Tú kanst kunna teg nærri um reglurnar í løgtingslógini um val til Fólkatingið.

Find os i verden (Udenrigsministeriet)

Lovbekendtgørelse af folketingsvalg på Færøerne (logir.fo)

Veljaralisti og valkort

Tú mást vera skrásett á veljaralistanum fyri at greiða atkvøðu.

Flytur tú í aðra kommunu aftaná 6. mars 2026, verður tú standandi á veljaralistanum í kommununi, tú flytur úr. Flytir tú áðrenn, kemur tú á veljaralistanum í kommununi, tú flytir til.

Øll á veljaralistanum fáa valkort sendandi við postinum umleið tíggju dagar áðrenn valið.

 

Hevur tú einki valkort fingið?

Hevur tú ikki fingið valkortið við postinum, ella er villa íkomin á kortinum, skalt tú venda tær til fólkayvirlitið í tínari kommunu. Í Tórshavn vil tað siga Snarskivuna, sum tú kanst ringja til á telefon 30 20 10 ella skriva til á torshavn@torshavn.fo. Sendir tú teldupost, skalt tú minnast til at upplýsa títt navn og tín føðingardag. Snarskivan kannar, um tú ert á veljaralistanum, og um valkortið av einhvørjari orsøk er sent kommununi aftur. Um so er, verður tað sent tær av nýggjum. Er stutt til valið, kanst tú fáa nýtt kort á valstaðnum á valdegnum.

Hevur tú á valdegnum framvegis ikki fingið valkortið sendandi við postinum, kanst tú møta á valstaðnum og siga frá, at tú einki valkort hevur fingið. Er tú á veljaralistanum, fært tú eitt nýtt. Minst til at hava samleikaprógv við, sum annaðhvørt kann vera títt pass ella koyrikort.


Hevur tú mist valkortið burtur?

Hevur tú mist valkortið burtur ella gloymt tað eftir heima, kunnu vit útskriva tær eitt nýtt valkort á valstaðnum. Tú mást rokna við, at tað tekur eina løtu at útskriva kortið av nýggjum. Minst til at hava samleikaprógv við, sum annaðhvørt kann vera pass ella koyrikort.


Hevur tú fingið valkort sendandi, hóast tú hevur brævatkvøtt?

Greiðir tú brævatkvøðu, áðrenn valkortið er komið við postinum, fært tú eitt valkort sendandi, sum tú mást hyggja burtur frá. Hevur tú greitt brævatkvøðu, ber ikki til at atkvøða á sjálvum valdegnum.

Gev gætur, at tú fært einki valkort sendandi, tá ið tú stendur á eykalistanum. Minst tí til at hava galdandi koyrikort ella pass við tær á valstaðið. Á valstaðnum skalt tú venda tær til kommunala fólkayvirlitið, ið er til staðar undir allari atkvøðugreiðsluni á valdegnum.

Soleiðis velur tú
Vilt tú greiða atkvøðu áðrenn valdagin (brævatkvøða)

Liggur tað ikki fyri hjá tær at greiða atkvøðu á sjálvum valdegnum, kanst tú greiða atkvøðu á einari og hvørjari kommunuskrivstovu í Føroyum. Tað rópa vit at greiða brævatkvøðu.

Gev gætur, at greiðir tú brævatkvøðu til fólkatingsval, ber ikki til at atkvøða á sjálvum valdegnum á tínum valstaði.


Nær kann eg greiða atkvøðu við brævi?

Í Snarskivuni kanst greiða brævatkvøðu til og við fríggjadagin 20. mars 2026 klokkan 15.

Ert tú sjófólk ella í øðrum ørindum uttanlands, og heldur tú teg ikki vera heima valdagin, kanst tú í fyrsta lagi greiða atkvøðu fýra mánaðir áðrenn valdagin.

Fært tú av øðrum orsøkum ikki møtt persónliga á valstaðnum sjálvan valdagin, til dømis vegna sjúku, kanst tú greiða atkvøðu tríggjar vikur áðrenn valdagin, tað vil siga frá 3. mars 2026. Tú skalt tá boða Snarskivuni frá á telefon 30 20 10. Síðan koma tveir av valstýrinum tilnevndir persónar heim til tín, so tu kanst greiða tína atkvøðu heima. Seinasta freist at boða frá, at tú vilt brævatkvøða heima við hús, er fríggjadagin 20. mars klokkan 15.

Ert tú innløgd á sjúkrahúsi ella á øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni, ella ert tú undir læknaviðgerð heima, kanst tú greiða brævatkvøðuna á sjúkrahúsinum, uppihaldsstovninum, hjá viðkomandi lækna ella tveimum av valstýrinum tilnevndum persónum.

Situr tú í varðhaldi, kanst tú greiða brævatkvøðu hjá løgregluni.

Ert tú uttanlands, kanst tú greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulatum í útheiminum, ella hjá einum persóni, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað.

Ert tú stadd í Danmark ella Grønlandi, kanst tú greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi. Tað er vanliga kommunuskrivstovan.


Send tína brævatkvøðu í góðari tíð

Skal tín brævatkvøða telja við á valinum, mást tú syrgja fyri at greiða tína atkvøðu í so mikið góðari tíð, at atkvøðan er frammi hjá valstýrinum í tínari bústaðarkommunu, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar á sjálvum valdegnum.

Spyr á staðnum, nær seinasta freist at senda brævatkvøður er. Tú sært eitt yvirlit yvir danskar sendistovur og konsulat og upplatingartíðir teirra á heimasíðuni hjá danska uttanríkismálaráðnum: 

Find os i verden (Udenrigsministeriet)

Finn títt valstað

Á valkortinum stendur, hvar tú skalt greiða tína atkvøðu, tað vil siga valstaðið, tú hoyrir til. Til fólkatingsvalið 24. mars 2026 eru valstøðini opin frá klokkan 10 til klokkan 20 ella so leingi veljarar møta, uttan at steðgur kemur í.

Gev gætur, at fyri veljarar á Sundi og Hvítanesi eru valstøðini ymisk frá fólkatingsvali til løgtingsval: Veljarar á Sundi og Hvítanesi velja í Høllini á Hálsi til fólkatingsval, men til løgtingsvalið er valstaðið Hoyvíkshøllin.

Ivast tú í, hvat fyri valstað tú hoyrir til, kanst tú kanna tað her:

Valstøð

Soleiðis greiðir tú atkvøðu á valdegnum

Tá ið tú møtir á valstaðnum, skalt tú hava valkortið við tær. Hevur tú einki valkort við, kanst tú fáa nýtt valkort útskrivað á valstaðnum treytað av, at tú stendur á veljaralistanum. Minst til at hava samleikaprógv við, sum annaðhvørt kann vera koyrikort ella pass.

Ovast í vinstra horni á valkortinum er eitt raðtal. Tað er hetta raðtalið, sum avger, hvat fyri valborð tú skalt fara til á tínum valstaði. Niðanfyri er eitt gjørt dømi:

Í Høllini á Hálsi eru til dømis seks valborð.  

Tá tú kemur inn í valhølini, sært tú skelti við hvørt borð, sum vísa, hvørji talstrekki hoyra til hvørt borð.

Tá ið atkvøðuseðilin er útflýggjaður, fert tú inn í atkvøðurúmið, har eingin annar má vera inni. Her skalt tú seta kross annaðhvørt við tann listan, tú ætlar at velja, ella við eitt valevni.

Minst til at seta krossin rætt, tá tú velur. Tú skalt annaðhvørt seta kross fyri tí lista, tú ætlar tær at velja, ella fyri einum valevni. Tú sært dømi um, hvussu tú skalt gera, og hvussu tú ikki mást gera, her:

Soleiðis atkvøður tú

Tá ið tú hevur sett krossin, leggur tú atkvøðuseðilin saman, soleiðis at eingin annar sær, hvussu tú hevur atkvøtt. Síðan koyrir tú beinanvegin atkvøðuseðilin í kassan uttanfyri atkvøðurúmið, meðan ein úr valstýrinum ella eitt hjálparfólk sær.

Hevur tú greitt brævatkvøðu, ber ikki til at atkvøða á sjálvum valdegnum.

Hjálp til at greiða atkvøðu

Tørvar tær hjálp til velja, skalt tú siga valstýrinum ella hjálparfólkunum á valstaðnum frá. Tú kanst fáa hjálp frá tveimum persónum at greiða atkvøðu í atkvøðuhølunum ella beint uttanfyri atkvøðuhølið, til dømis í einum bili. Tú kanst krevja, at annar persónurin er ein, sum tú sjálv vísir á.

Hóast tú fært hjálp at velja, skalt tú sjálv skilliga siga ella á annan hátt vísa á, hvørjum tú vilt atkvøða fyri.

Hvønn kanst tú velja?

Tá valevnislistarnir eru góðkendir, verða teir at síggja her. Somuleiðis adressurnar, heimasíðurnar og aðrar sambandsupplýsingar hjá flokkunum.

Atkoma fyri rørslutarnað og hjálp til at atkvøða

Á myndini niðanfyri sært tú, hvar parkeringsøkið til rørslutarnað er uttanfyri valstaðið á Hálsi. Í økinum beint uttanfyri høllina er parkering bara loyvd fyri rørslutarnað og hýruvognar. 

Inngongdina fyri rørslutarnað finnur tú miðskeiðis á norðursíðuni:


Hjálp til at greiða atkvøðu

Tørvar tær hjálp til at atkvøða, kanst tú fáa hjálp frá tveimum persónum at greiða atkvøðu í atkvøðuhølunum ella beint uttanfyri atkvøðuhølini, til dømis í einum bili. Tú kanst krevja, at annar persónurin er ein, sum tú sjálv vísir á.

Tørvar tær hjálp, mást tú fáa ein avvarðandi at fara inn í valhølini og siga valstýrinum ella hjálparfólkunum á valstaðnum frá.

Hóast tú fært hjálp til at velja, mást tú sjálv skilliga siga ella á annan hátt vísa á, hvønn tú velur.

Klagur um valið

Hevur tú eina klagu um fólkatingsvalið, skal klagan verða Ríkisumboðnum í hendi í seinasta lagi vikudagin eftir valið. Tað vil siga týsdagin 31. mars 2026. 

Tó skulu kærurnar stílast kommununi, um:

  • Tú ikki ert komin á vallistan
  • Ein persónur av órøttum er komin á veljaralistan
  • Tú ikki hevur fingið valkort ella hevur fingið valkort, ið hevur villu ella manglar okkurt

Kommunustýrið skal uttan drál viðgera tína kæru.

Reglur og vegleiðingar

Lógarkunngerð um fólkatingsval í Føroyum

Val til Fólkatingið í Føroyum fylgir lógarkunngerðini um fólkatingsval í Føroyum. Kunngerðina sært tú her: Lovbekendtgørelse af folketingsvalg på Færøerne (logir.fo)

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11
100 Tórshavn

Tel. 30 20 10
torshavn@torshavn.fo

Les um Snarskivuna

Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15