Lat aftur
Tema
Stimbra sálarligu heilsuna – gerst sjálvboðin!
Heilsubót er í sjálvbodnum arbeiði Heilsubót er í sjálvbodnum arbeiði
Heilsubót er í sjálvbodnum arbeiði

Í ár snýr ABC-vikan seg um at raðfesta sálarligu heilsuna.

Ein munadyggur máti at stimbra sálarligu heilsuna er at vera sjálvboðin. Les meira um ABC-vikuna og hvussu tú gerst sjálvboðin niðanfyri.

Lurta

Stimbra sálarligu heilsuna – gerst sjálvboðin!

Seinastu árini hevur tað verið fastur siður, at Fólkaheilsuráðið skipar fyri eini ABC-viku í sambandi við altjóða sálarheilsudagin 10. oktober. Í ár er ABC-vikan 3.-9. oktober. Evnið fyri ABC-vikuna í ár er »Raðfestið sálarligu heilsuna« og leggur upp til, at bæði borgarar, stovnar, kommunur, feløg, politikarar og samfelagið sum heild í nógv størri mun raðfesta sálarligu heilsuna og gera sítt til at skapa betri trivnað í Føroyum.

Nógvar kanningar benda á, at fleiri og fleiri fáa sálarligar trupulleikar, og serliga yngri aldursbólkurin í Føroyum og grannalondum okkara siga seg vera ringast fyri sálarliga. Tað er ikki vist, hví so er, men veruleikin er, at alsamt fleiri ganga við sálarligum trupulleikum og at mistrivnaðurin hevur avleiðingar. Ymiskt verður gjørt fyri at bøta um støðuna, men ein størri raðfesting av sálarligari heilsufremjan er neyðug á fleiri stigum – vit mugu í størri mun seta átøk í verk í Føroyum, sum fremja trivnað.

Gerst sjálvboðin – tað er heilsubót

Ein munadyggur máti at stimbra sálarligu heilsuna er at vera sjálvboðin. Tí sjálvboðin eru meira nøgd við lívið samanborin við tey, sum ikki gera sjálvboðið arbeiði. Kanningar vísa, at tey, sum eru hugbundin í sjálvbodnum arbeiði, hava tvífaldan møguleika fyri góðari sálarligari heilsu. Tíðin og orkan, tú leggur í sjálvboðið arbeiði, kemur tí bæði tær sjálvum og øðrum til góðar.

Kundi tú hugsað tær at verið sjálvboðin, hevur tú góðar møguleikar fyri at royna tað hjá Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu. Reyðikrossur og Heilsu- og umsorganartænastan samstarva um at geva eldri fólkum møguleika fyri at fáa vitjan eina til tvær ferðir um vikuna. Umleið 30 fólk eru vitjanarvinir hjá Reyðakrossi.

Sum sjálvboðin fært tú møguleika at knýta nýggj sambond, tú lærir nýtt og tú gert samstundis nakað gott fyri onnur. Hetta er alt nakað, sum hevur góða ávirkan á sálarligu heilsuna. At vera sjálvboðin í Heilsu- og umsorganartænastuni kann vera so nógv. Tú kanst til dømis vera vitjanarvinur, gonguvinur, rørsluvinur, súkkluvinur ella bara vinur.

Tú kanst lesa meira um at vera sjálvboðin á eldraøkinum her:

Vilt tú vera sjálvboðin á eldraøkinum?

Hevur tú hug til at vera vitjanarvinur hjá Reyðakrossi, kanst tú skráseta teg her:

Vilt tú vera vitjanarvinur?

Hevur tú spurningar, ella vilt tú vita meira, kanst tú eisini seta teg í samband við Heilsuhúsið á tel. 30 20 00 ella senda ein teldupost til heilsuhusid@torshavn.fo

Niðanfyri kanst tú síggja ein stuttan film um tað at vera vitjanarvinur:

Kommunur og feløg bjóða til áhugaverd tiltøk í ABC-vikuni

Samstarvspartarnir í ABC fyri sálarliga heilsu royna at seta átøk í verk fyri at gera borgarar í Føroyum tilvitaðar um týdningin av at gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna og raðfesta virksemi, har tú ert virkin partur av einum felagsskapi og hugbundin í onkrum, sum gevur tær kenslu av gleði og meining. Tiltøkini í ABC-vikuni eru øll almenn og ókeypis.

Skráin inniheldur millum annað fyrilestrar, konsert, bindiklubb, kvinnumøti, kondibingo og pubquiz. Ein rúgva av ítróttarfelagsskapum og frítíðartilboðum hava eisini opið hús og geva tær møguleikan fyri at royna nýggj frítíðarítriv. Okkurt er fyri nærum allar aldursbólkar. Umframt almennu skránna, skipa stovnar, kommunur og feløg í ABC fyri sálarliga heilsu fyri innanhýsis átøkum fyri borgarar, tey hava samband við.

Tú kanst taka ABC-skránna niður her:

Skrá ABC-vika 2022 (folkaheilsa.fo)

Leita tær íblástur til sálarliga heilsu

Ein nýggjur ABC-filmur er framleiddur til ABC-vikuna í ár. Filmurin er millum annað eitt dømi um, hvussu tú kanst gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna, hóast tú hevur sálarligar avbjóðingar. Boðskapurin »ver virkin, ver saman og ver hugbundin« vendir sær til øll uttan mun til, um tú hevur sálarligar trupulleikar ella ikki.

Undir heitinum »Virkin oktober 2022« hava samstarvsfelagarnir eisini gjørt tríggjar álmanakkar – ein til børn, ein til ung og ein til vaksin. Álmanakkarnir eru uppskot til, hvussu tú kanst raðfesta virksemi í gerandisdegnum, sum hevur eina góða ávirkan á sálarligu heilsuna. Álmanakkarnar sært tú her:

Virkin Oktober 2022 – álmanakkar (folkaheilsa.fo)

So hygg at ABC-skránni og vita, um okkurt er fyri teg. Bjóða gjarna onkrum við tær til tiltøkini og hugsa annars um, hvussu tú kanst gera okkurt gott fyri teg og onnur í ABC-vikuni.

Heilsu- og umsorganarfyrisitingin
Heilsu- og umsorganarfyrisitingin

Vaglið 11
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15