Lat aftur
Tema
Kommunuvalið 2020
Lurta

Kommunuvalið 2020

Kommunuvalið nærkast. Her kanst tú lesa um, hvussu tú ber teg at við at velja, og hvussu vit sleppa undan koronu á valdegnum. Tú kanst eisini lesa um mannagongdirnar og reglurnar fyri kommunuval.

Týsdagin 10. november 2020 verður val til allar kommunur í Føroyum. Sama dag er skúlastýrisval og val til staðbundnu nevndirnar í Tórshavnar kommunu. Kunna teg niðanfyri um, hvussu valið fer fram.

Hvør kann velja?
Valrættur og valbæri

Allir borgarar í Føroyum, sum hava valrætt og eru upptiknir á vallista, kunnu atkvøða til býráðsval. Tú hevur valrætt, um tú:

  • ert 18 ár og annars lýkur treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið
  • ert tilmeldað fólkayvirlitið í avvarðandi kommunu í seinasta lagi 2 vikur áðrenn tann dagin, valið fer fram
  • valdagin framvegis ert búsitandi í kommununi
Ríkisborgarar úr øðrum londum

Ert tú ríkisborgari í øðrum landi, hevur tú valrætt og valbæri til kommunuval, um tú hevur havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum. Hetta er eitt undantak til kravið um, at tú skalt lúka treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið fyri at kunna velja til kommunuvalið.

Fyri at útinna valrættin skalt tú standa á vallistanum í kommununi.

Ert tú komin á vallistan, men ert tú ikki longur fastbúgvandi í kommununi, hevur tú ikki rætt til at velja. Tú kanst lesa meira um vallistan niðanfyri.

Lesandi sum hava bústað uttanlands hava ikki valrætt

Ert tú búsitandi uttanlands, hevur tú ikki valrætt og valbæri til kommunuval. Orsøkin er, at tú tá ikki lýkur treytina um at vera tilmeldað fólkayvirlitið í avvarðandi kommunu í seinasta lagi 2 vikur áðrenn valdagin og treytina um at vera búsitandi í kommununi sjálvan valdagin.

Tú kanst kunna teg nærri í løgtingslógini um val til allar kommunur. Lógin vísir í summum førum til lógina um løgtingsval.

Lógin um val til allar føroyskar kommunur (logir.fo)

Lógin um val til Løgtingið (logir.fo)

Tú skalt standa á vallistanum

Í seinasta lagi fýra vikur áðrenn valdagin verða vallistarnir lagdir fram til alment eftirlits. Á listanum eru øll tey skrásett, sum hava valrætt til kommunuvalið. Listarnir liggja frammi í tvær vikur á einum staði, sum er atkomiligt hjá íbúgvunum.

Flytur tú í aðra kommunu innanfyri 14 dagar áðrenn valdagin, hevur tú ikki atkvøðurætt í nakrari kommunu.

Finn títt valstað

Á valkortinum stendur, hvar tú skalt greiða tína atkvøðu, tað vil siga valstaðið, tú hoyrir til. Á hesum kortinum sært tú, hvar tey eru:

Ivast tú í, hvat fyri valstað tú hoyrir til, til dømis tí tú ikki hevur fingið títt valkort, kanst tú kunna teg um tað niðanfyri.

Valstøð
Adressur hjá valstøðunum

Høllin á Hálsi

Hallarheygur 4
100 Tórshavn



Skúlin á Argjahamri

Glyvursvegur 44
160 Argir



Kaldbaks Skúli

Krossgøta 13
180 Kaldbak



Skótahúsið í Kollafirði

Botnavegur 3
410 Kollafjørður



Skúlin á Velbastað  

Norðuri á Heyggi 19
176 Velbastaður



Bygdastovan í Hesti

Reynið 6
280 Hestur



Ungmannafelagshúsið í Nólsoy

Á Mýrini
270 Nólsoy

Upplatingartíðir hjá valstøðunum

Øll valstøð lata upp klokkan 10 og lata aftur klokkan 20, ella so leingi veljarar møta uttan at steðgur kemur í.

Ivast tú í, hvat fyri valstað, tú hoyrir til?
  • Fólk í Havn, Norðradali, Hoyvík, Koltri, á Hvítanesi og Sundi
    velja í ítróttarhøllini á Hálsi
  • Fólk á Argjum velja í Skúlanum á Argjahamri
  • Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í skúlanum í Kaldbak
  • Fólk í Kollafirði velja í skótahúsinum í Kollafirði
  • Fólk í Kirkjubø, Velbastað og Syðradali velja í skúlanum
    á Velbastað
  • Fólk í Hesti velja í bygdastovuni í Hesti
  • Fólk í Nólsoy velja í ungmannafelagshúsinum í Nólsoy
Soleiðis velur tú
Brævatkvøður

Tú kanst greiða atkvøðu áðrenn valdagin. Hetta verður rópt fyri brævatkvøða. Skalt tú greiða brævatkvøðu í Tórshavnar kommunu, skalt tú venda tær til Snarskivuna á Vaglinum 11.

Nær kann eg greiða atkvøðu við brævi?


Ert tú sjófólk, ella í øðrum ørindum uttanlands, og heldur tú teg ikki vera heima valdagin, kanst tú í fyrsta lagi greiða atkvøðu 4 mánaðir áðrenn valdagin.

Fært tú av øðrum orsøkum ikki møtt persónliga á valstaðnum sjálvan valdagin, til dømis vegna sjúku, kanst tú í fyrsta lagi brævatkvøða 1 viku áðrenn valdagin. Tá skalt tú boða Snarskivuni frá á tel. 30 20 10 og síðan koma tveir av valstýrinum útnevndir persónar heim til tín, so tu kanst greiða tína atkvøðu heima.

Dagin fyri valdagin, tað vil siga mánadagin 9. november, ber til at brævatkvøða í Snarskivuni til kl. 22.00.

Ber hvørki til at møta á valstaðnum ella í Snarskivuni, ber eisini til at ringja til vaktelefonina eftir afturlatingartíð og avtala, at tveir av valstýrinum útnevndir persónar koma heim til tín, so tu kanst greiða tína atkvøðu heima.

Vaktelefonin hevur nummar 26 34 09 og svarar til mánadagin 9. november kl. 22.00.

Seinasta freist at brævatkvøða er mánadagin kl. 24.00.

Ert tú innløgd á sjúkrahúsi ella á øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni, ella ert tú undir læknaviðgerð heima, kanst tú greiða brævatkvøðuna á sjúkrahúsinum, uppihaldsstovninum, hjá viðkomandi lækna ella tveimum av valstýrinum útnevndum persónum.

Situr tú í varðhaldi, kanst tú greiða brævatkvøðu hjá løgregluni.

Ert tú uttanlands, kanst tú greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulatum í útheiminum, ella hjá einum persóni, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað.

Ert tú stødd í Danmark ella Grønlandi, kanst tú greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi. Tað er vanliga kommunuskrivstovan.

Soleiðis velur tú, um tú ert í sóttarhaldi vegna COVID-19

Ert tú í sóttarhaldi vegna COVID-19, skalt tú ikki møta á valstaðnum fyri at greiða atkvøðu til kommunuvalið 10. november. Í staðin hevur tú møguleika fyri at brævatkvøða.

Atkvøðugreiðsla við brævi fer fram frá týsdegnum 3. november 2020 til mánadagin 9. november 2020. Tín atkvøðuseðil skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar á valdegnum 10. november.

Set teg í samband við Snarskivuna á tel. 30 20 10, soleiðis at valnevndin kann fyrireika, hvussu atkvøðugreiðslan við brævi skal fara fram.

Valkort

Í seinasta lagi tvær vikur undan valinum fáa allir borgarar, sum hava valrætt, eitt persónligt valkort sendandi við postinum.

Valkortið er títt prógv fyri, at tú hevur rætt til at atkvøða á valinum. Fært tú eitt valkort, skalt tú minnast til at hava tað við tær, tá tú møtir á valstaðnum ella velur at brævatkvøða.

valstað

Á valkortinum stendur, hvar tú skalt greiða tína atkvøðu, tað vil siga tað valstaðið, tú hoyrir til. Ivast tú í, hvat fyri valstað tú hoyrir til, kanst tú kanna tað her:

Valstøð


HEVUR TÚ EINKI VALKORT FINGIÐ?

Hevur tú ikki fingið valkortið við postinum, ella er villa íkomin á valkortinum, skalt tú venda tær til fólkayvirlitið í avvarðandi kommunu. Í Tórshavn vil tað siga Snarskivuna, sum tú kanst ringja til á tel. 30 20 10 ella skriva til á torshavn@torshavn.fo. Sendir tú teldupost, skalt tú minnast til at upplýsa títt navn og tín føðingardag.

Snarskivan kannar, um tú ert á vallistanum, og um valkortið av einhvørjari orsøk er sent kommununi aftur. Um so er, verður tað sent tær av nýggjum. Er stutt til valið, verður tú biðin um heinta valkortið í Snarskivuni ella á valstaðnum valdagin.

Hevur tú enn ikki fingið valkortið við postinum, tá valdagurin er, kanst tú møta á valstaðnum og siga frá, at tú einki valkort hevur fingið.

Tá tú fert á valstaðið, skalt tú minnast til at hava samleikaprógv við – so gera vit eitt valkort til tín á valstaðnum. Um so er, mást tú rokna við eitt sindur av bíðitíð. Samleikaprógvið kann annaðhvørt vera títt pass ella koyrikort.

Hevur tú mist valkortið burtur?

Hevur tú mist valkortið burtur ella gloymt tað eftir heima, kanst tú fáa útskrivað eitt nýtt valkort á valstaðnum. Tú mást rokna við, at tað tekur eina løtu at útskriva kortið av nýggjum.

Minst til at hava samleikaprógv við, sum annaðhvørt kann vera pass ella koyrikort.

Hevur tú brævatkvøtt og kortini fingið valkort sendandi?

Greiðir tú brævatkvøðu, áðrenn valkortið er komið við postinum, fært tú kortini eitt valkort sendandi. Tað kanst tú hyggja burtur frá, ella tú kanst møta á valstaðnum og atkvøða umaftur. Velur tú at atkvøða umaftur, telur brævatkvøðan ikki við.

Soleiðis greiðir tú tína atkvøðu á valdegnum

Tá tú møtir á valstaðnum, skalt tú hava valkortið við tær. Hevur tú einki valkort við, kanst tú fáa nýtt valkort útskrivað á valstaðnum. Minst til at hava samleikaprógv við, sum annaðhvørt kann vera koyrikort ella pass.

Tá ið atkvøðuseðilin er útflýggjaður, fert tú inn í atkvøðurúmið, har eingin annar má vera inni. Her skalt tú seta kross annaðhvørt við tann listan, tú ætlar at velja, ella við eitt valevni.

Dømi um hvussu tú setir krossin, sært tú her:

Soleiðis atkvøður tú

Tá ið tú hevur sett krossin, skalt tú leggja atkvøðuseðilin saman, soleiðis at eingin annar sær, hvussu tú hevur atkvøtt. Síðan setir tú atkvøðuseðilin beinavegin í kassan, meðan ein úr valstýrinum ella eitt hjálparfólk sær.

Hevur tú longu brævatkvøtt, men ætlar tær at greiða atkvøðu á valdegnum, verður brævatkvøðan ikki roknað uppí uppteljingina.

Hjálp til at greiða atkvøðu

Tørvar tær hjálp til velja, skalt tú siga valstýrinum ella hjálparfólkunum á valstaðnum frá. Tú kanst fáa hjálp frá tveimum persónum at greiða atkvøðu í atkvøðuhølunum ella beint uttanfyri atkvøðuhølið, til dømis í einum bili. Tú kanst krevja, at annar persónurin er ein, sum tú sjálv vísir á. Hóast tú fært hjálp at velja, skalt tú sjálv skilliga siga ella á annan hátt vísa á, hvørjum tú vilt atkvøða fyri.

Hvønn kann eg velja?

Valevnislistarnar til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu sært tú her:

Valevnislistar til kommunuvalið 2020

Set krossin rætt

Minst til at seta krossin rætt, tá tú velur. Tú skalt annaðhvørt seta kross fyri tí lista, tú ætlar at velja, ella fyri einum valevni. Tú sært dømi um, hvussu tú skalt gera, og hvussu tú ikki skalt gera, her:

Soleiðis atkvøður tú (uvmr.fo)

Soleiðis gongur kommunuvalið fyri seg
10. juli - brævatkvøður fyri sjófólk og burturstødd

Sjófólk og onnur, sum ikki rokna seg at vera heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin og fram til 9. november klokkan 24.

13. oktober - vallistarnir verða lagdir fram til alment eftirlits

Í seinasta lagi 4 vikur framman undan valinum skulu vallistarnir vera framlagdir til alment eftirlit, og teir verða liggjandi frammi í 2 vikur á einum staði, ið liggur høgliga fyri hjá íbúgvarunum. Lýst verður um hetta á vanligan hátt 5 vikur frammanundan valinum.

20. oktober - politisku flokkarnir lata valevnislistarnar inn

Politisku flokkarnir og listarnir, sum ynskja at stilla upp til býráðsvalið, skulu hvør sær lata inn lista við teimum valevnum, sum stilla upp til valið.

Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum, og hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi, bústaði og føðingardegi.

Valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi kl. 18, tríggjar víkur undan valdegnum.

Valnevndin góðkennir valevnislistan og gevur listanum ein bókstav, sum kemur at standa á atkvøðuseðlinum framman fyri navninum á valevnislistanum.

Á heimasíðuni hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum sært tú dømi um, hvussu ein valevnislisti skal síggja út. Trýst á yvirskriftina »Valevnislisti (vegleiðandi dømi)« í høgra bredda:

Kommunuval - Umhvørvis- og vinnumálaráðið (uvmr.fo)

3. november - brævatkvøður vegna koronu, sjúku og tílíkt

Ein viku undan valinum kunnu eisini onnur, enn tey, ið eru burturstødd á valdegnum, brævatkvøða. Hetta eru tey, ið ikki kunnu møta persónliga á valstaðnum sjálvan valdagin, til dømis vegna sjúku ella líknandi. Tú skalt tá boða Snarskivuni frá á tel. 30 20 10, síðan koma tveir av valstýrinum útnevndir persónar heim til tín, so tu kanst greiða tína atkvøðu heima.

Ert tú innløgd á sjúkrahúsi ella á øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni, ella ert tú undir læknaviðgerð heima, kanst tú greiða brævatkvøðuna á sjúkrahúsinum, uppihaldsstovninum, hjá viðkomandi lækna ella tveimum av valstýrinum útnevndum persónum.

Tú kanst greiða brævatkvøðuna frá 3. november til og við 9. november klokkan 24.


UM TÚ ERT Í SÓTTARHALDI VEGNA COVIÐ-19

Ert tú í sóttarhaldi vegna COVID-19, skalt tú ikki møta á valstaðnum fyri at greiða atkvøðu til kommunuvalið 10. november. Í staðin hevur tú møguleika fyri at brævatkvøða.

Atkvøðugreiðsla við brævi fer fram frá týsdegnum 3. november 2020 til mánadagin 9. november 2020 í Snarskivuni á Vaglinum og í Perluni í Tórsgøtu. Tín atkvøðuseðil skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar á valdegnum.

Set teg í samband við Snarskivuna á tel. 30 20 10, soleiðis at valnevndin kann fyrireika, hvussu tín atkvøðugreiðsla við brævi skal fara fram.

9. november - seinasta freist at brævatkvøða

9. november klokkan 24 er seinasta freist at greiða brævatkvøðu

10. november - Valdagurin

Á valdegnum 10. november, kanst tú greiða atkvøðu á valstaðnum, tú hoyrir til. Valstaðið stendur á valkortinum, sum tú hevur fingið sendandi tvær vikur áðrenn valdagin. Øll valstøð lata upp klokkan 10 og lata aftur klokkan 20, ella so leingi veljarar møta uttan at steðgur kemur í.

Í atkvøðuhølunum eru valstýrisformenn og tilnevndir veljarar til staðar, sum eru vald av Býráðnum til at hava eftirlit við, at atkvøðugreiðslan gongur rætt fyri seg.

So skjótt sum atkvøðugreiðslan er liðug, fara tey tilnevndu undir atkvøðuteljingina, sum er almenn.

Út á kvøldið fáa vit eitt endaligt úrslit av valinum, sum vísir býtið av atkvøðum á flokkar og listar.

11. november - møgulig fínteljing aftaná valið

Fínteljing fer fram í seinasta lagi 11. november, dagin eftir valdagin. Her telja vit allar atkvøðurnar enn einaferð býtt eftir valevnum. Aftaná fínteljingina fáa vit vissu fyri, hvør hevur fingið sess í býráðnum.

Desember 2020 - Nývalda býráðið skipar seg: val av borgarstjóra og býráðslimum

Nývalda býráðið skipar seg á einum fundi í desember mánaði aftaná valið. Tá gera tey av, hvør skal vera borgarstjóri, og hvør skal vera varaborgarstjóri. Tey gera eisini av, hvør skal sita í Fíggjarnevndini og øðrum politiskum nevndum, og hvør skal vera formaður ella forkvinna í nevndunum.

Samstundis gera tey av, hvørjir býráðslimir skulu sita sum umboð fyri býráðið í fleiri ymiskum ráðum og nevndum.

Borgarstjórin verður sostatt ikki valdur beinleiðis av veljarunum.

Býráðið er valt fyri fýra ár frá 1. januar eftir kommunuvalið og fýra ár fram til 31. desember.

Valúrslit

Vilt tú vita, hvussu nógv býráðsumboð og atkvøður flokkarnir fingu í 2016 og á undanfarnum kommunuvalum, kanst tú kanna tað nærri á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, sum skrásetur og almannakunnger øll valúrslit.

Á somu síðu kanst tú eisini fylgja við í kommunuvalinum 10. november. Tá ið endaligu úrslitini eru tøk, fert tú eisini at síggja tey her á heimasíðuni á síðu okkara um kommunuval.

Valúrslit (kvf.fo)

Kommunuval

Valluttøka

Valluttøkan í Tórshavnar kommunu er hækkað seinastu trý kommunuvalini.

Á seinasta býráðsvali í 2016 atkvøddu 79, 5 % av veljarunum í Tórshavnar kommunu. Tað er eitt sindur omanfyri valluttøkuna á kommunuvalinum í 2012, tá ið 77,37 % greiddu atkvøðu. Á kommunuvalinum í 2009 var valluttøkan 72,4 %.

Korona
Korona

Hvussu sleppa vit undan smittu á valinum?

Nú nógv fólk fara at savnast á sama stað á valdegnum, er tað umráðandi, at vit øll fylgja tilmælunum hjá koronaráðgevingini neyvt. Tí hava Tórshavnar kommuna og valstýrini skipað fyri, at avkvøðgreiðslan kann fara fram so trygt sum gjørligt fyri bæði veljaran og hjálparfólk.

Tað vil í høvuðsheitum siga, at vit:

  • spritta og gníggja hendurnar væl, tá vit møta á valstaðnum
  • halda minst 2 metur frástøðu í bíðirøðini
  • nerta hvørki andlit, nasar ella munn, eftir at vit hava sprittað hendurnar, og til vit eru liðug av atkvøða
  • steðga ikki á at práta, men finna leiðina beinleiðis út úr valstaðnum eftir atkvøðugreiðsluna

Pennarnir í atkvøðuboksini verða bara brúktir av einum persóni. Tá ein pennur er brúktur eina ferð, verður hann beindur í ein kassa og sprittaður. Atkvøðuklivarnir verða somuleiðis javnan sprittaðir. Skermar eru á valborðinum millum veljarar og hjálparfólkini, sum øll arbeiða í handskum, har tað verður mett neyðugt. Øll hjálparfólk verða kannað fyri koronu dagin fyri valdagin.

um tú ert í sóttarhaldi

Ert tú í sóttarhaldi vegna COVID-19, skalt tú ikki møta á valstaðnum fyri at greiða atkvøðu til kommunuvalið 10. november. Í staðin hevur tú møguleika fyri at brævatkvøða.

Atkvøðugreiðsla við brævi fer fram frá týsdegnum 3. november 2020 til mánadagin 9. november 2020. Tín atkvøðuseðil skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar á valdegnum 10. november.

Set teg í samband við Snarskivuna á tel. 30 20 10, soleiðis at valnevndin kann fyrireika, hvussu atkvøðugreiðslan við brævi skal fara fram.

Valstaðið í Tórshavn

Í Høllini á Hálsi skulu meira enn 13000 veljarar atkvøða. Fyri at tiltøkini móti smittu ikki skulu seinka valgongdina, hava vit lagt serligan dent á at skipa umstøðurnar á Hálsi væl. Tað gera vit soleiðis:

  • sum veljari verður tú móttikin í einum tjaldi uttanfyri høllin, har tú verður biðin um at spritta hendurnar væl og stilla teg í røttu bíðirøðina sambært nummarinum á tínum valkorti. Tað sært tú á skeltingini. Hevur tú einki valkort, verður tú biðin um at fara til kommunala fólkayvirlitið, sum heldur til í øðrum tjaldi, har tú fært útskrivað eitt nýtt valkort
  • í bíðirøðini heldur tú 2 metur frástøðu og fylgir frástøðumerkjunum
  • inni í høllini eru 6 bíðirøðir til 6 sonevnd valborð. Her skalt tú stilla teg í røttu bíðirøðina sambært nummarinum á tínum valkorti. Tað sært tú á skeltingini.
  • tá tú kemur fram til valborðið, heita vit aftur á teg um at spritta hendur
  • við valborðið letur tú valkortið inn og fær ein atkvøðuseðil og ein penn
  • tá tú hevur atkvøtt, letur tú atkvøðuseðilin í kassan og pennin í eitt ílat, sum hjálparfólkið vísir tær
  • síðan fylgir tú leiðini út og heldur frástøðu
  • ynskir tú at atkvøða til skúlastýrisval, fylgir tú leiðini til valborðið hjá skúlastýrinum og síðan eina aðra leið á dyr
  • við útgongdina ber aftur til at spritta hendur

Ert tú illa gongd, ella brúkar tú koyristól, kanst tú parkera og sleppa inn í valhølið eystarumegin høllina, har fólk taka ímóti og vegleiða.

Vilt tú síggja myndlýsing av, hvussu valstaðið er skipað á valdegnum, finnur tú hana her:

Valstaðið í Tórshavn - myndlýsing 

Val til staðbundnar nevndir og skúlastýrisval
Valið til staðbundnar nevndir - valevnislistar

Her finnur tú leinki til valevnislistarnar til valið av staðbundnu nevndunum, sum eisini fer fram 10. november:

Valevnislistar til staðbundnar nevndir 2020

Skúlastýrisvalið - her eru valstøðini

Skúlastýrisvalið verður 10. november frá kl. 10.00 til 20.00, tað vil siga sama dag sum kommunuvalið. Valstøðini eru hesi:

  • foreldur at næmingum í Skúlanum á Fløtum, Sankta Frans skúla, Eysturskúlanum, Hoyvíkar skúla og Skúlanum við Løgmannabreyt velja í Ítróttarhøllini á Hálsi
  • foreldur at næmingum í Skúlanum á Argjahamri velja í Skúlanum á Argjahamri
  • foreldur at næmingum í Kaldbaks skúla velja í skúlanum í Kaldbak
  • foreldur at næmingum í Velbastaðar skúla velja í skúlanum á Velbastað
  • Foreldur at næmingum í Nólsoyar skúla velja í Ungmannafelagshúsinum í Nólsoy
  • foreldur at næmingum í Kollafjarðar skúla velja í skótahúsinum í Kollafirði

Úrslit og valluttøka 10. november

Niðanfyri sært tú býtið av atkvøðum, býráðssessum og valluttøkuna á kommunuvalinum 10. november 2020. Valluttøkan er aftur hækkað hesaferð.

Úrslit av valinum 10. november
So nógvar sessir fingu flokkarnir

Býtið av býráðssessum á býráðsvalinum 2020

 Listi

Umboð 2016

Umboð 2020

+/-

A. Fólkaflokkurin22
B. Sambandsflokkurin11
C. Javnaðarflokkurin56+ 1
D. Sjálvstýri
E. Tjóðveldi43-  1
F.  Framsókn11
L. Borgaralistin

So nógvar atkvøður fingu flokkarnir

Her sært tú, hvussu nógvar atkvøður flokkarnir fingu á valdegnum 10. november 2020.
Av teimum 13.164 atkvøðunum vóru 32 blankar og 14 ógildar.

 Listi

Atkvøður

 %

A. Fólkaflokkurin170412,9
B. Sambandsflokkurin155411,8
C. Javnaðarflokkurin577643,9
D. Sjálvstýri960,7
E. Tjóðveldi269820,5
F.  Framsókn12669,6
L. Borgaralistin700,5

Hesi eru vald til kommunustýrið 2021 – 2024

Teir 13 limirnir í nývalda kommunustýrinum í Tórshavnar kommunu fyri tíðarskeiðið 2021–2024 eru:

Annika Olsen (A)
Birgir Nielsen (A)
Annfinn Brekkstein (B)
Heðin Mortensen (C)
Tróndur Sigurðsson (C)
Kristianna Winther Poulsen (C)
Kári Johansen (C)
Súna Mørk (C)
Bjørg Dam (C)
Elsa Berg (E)
Jákup Dam (E)
Gunvør Balle (E)
Ruth Vang (F)

Úrslit býtt á valstøð

Her sært tú, hvussu nógvar atkvøður hvørt valevni fekk, býtt á valstøð á valdegnum 10. november 2020.

Úrslit býtt á valstøð

Persónligar atkvøður - topp 20

Her eru tey 20 valevnini, sum fingu flestu persónligu atkvøðurnar á býráðsvalinum 2020:

 Nr.

 Valevni

Listi

Atkvøður

1.Heðin MortensenC2288
2.Tróndur SigurðssonC882
3.Annika OlsenA586
4.Elsa BergE519
5.Kristianna Winther PoulsenC440
6.Annfinn BrekksteinB395
7.Jákup DamE380
8.Kári JohansenC268
9.Súna MørkC256
10.Gunvør BalleE248
11.Ruth VangF246
12.Turið HornE244
13.Jón KragesteenE212
14.Gunnar DjurhuusE211
15.Bjørg DamC202
16.Birgir NielsenA192
17.Jóhan Petur Eyðfinnur   JohannesenB189
18.Kristian M. SkálaA185
19.Súsanna OlsenF171
20.Birita Baldvinsdóttir IversenC165
Helena Dam á NeystabøC165

Valluttøka

81,1 prosent av veljarunum atkvøddu á kommunuvalinum í Tórshavnar kommunu 10. november 2020. Hetta er eitt sindur omanfyri valluttøkuna undanfarna kommunuval í 2016, tá 79,5 prosent av veljarunum greiddu atkvøðu til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu. Á kommunuvalinum í 2012 var valluttøkan 77,37 prosent, og í 2009 var hon 72,4 prosent.

Hesi eru vald í staðbundnu nevndirnar 2021 - 2024

 Kollafjarðarnevndin

Atkvøður

Listin0
Trina Elttør Eysturoy126Vald
Elin Debess330Vald
Dennis Mads Rólantsson   Christensen61Valdur
Blankar atkvøður43
Ógildugar7
567

 Hest-/Koltursnevndin

Atkvøður

Listin3
Arna Silvurstein4Vald
Frida Súsanna Lenvig1Vald
Kári Niclasen3Valdur
11

 Hvítanesnevndin

Atkvøður

Listin0
Absalon Áargarð7
Rannvá Lamhauge Beder15Vald
Aage Nybo23Valdur
Ejler Johannesen18Valdur
63

 Kaldbaksnevndin

Atkvøður

Listin0
Jann Johannesen26
Jóhan Mortensen41Valdur
Brian Rasmussen17
Lena Reinert15
Teitur í Sjúrðargarði31Valdur
Ingi í Smið35Valdur
165

 Nólsoyarnevndin

Atkvøður

Listin0
Bjørn Elíson36Valdur
Maud Wang Hansen26Vald
Nicolaj Falck21
Rebekka Gade44Vald
René Hansen20
147

 Velbastaðar-/
Kirkjubøarnevndin

Atkvøður

Listin0
Dánjal Pauli í Búðini71Valdur
Bryndis Hjartardóttir57Vald
Eyðbjørn Gaard52Valdur
Blankar atkvøður6
186
Bakgrundskunning

Kommunuvalslógin

Í kommunuvalslógini finnur tú meginpartin av reglunum um val til kommunurnar. Tó vísir lógin í summum førum til lógina um løgtingsval.

Lógin um val til allar føroyskar kommunur (logir.fo)


Lógin um val til Løgtingið

Í summum støðum vísir lógin um val til allar føroyskar kommunur til lógina um val til Løgtingið. Hana finnur tú her:

Lógin um val til Løgtingið (logir.fo)

Bóklingurin Kommunuval 2020

Í bóklinginum Kommunuval 2020 hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum kanst tú lesa meira um, hvussu kommunuvalið 2020 eigur at fara fram sambært lóggávuni.

Kommunuval 2020