Hósdagin 26. mars 2026 er val til Føroya Løgting.
Her er alt, tú skalt vita um brævatkvøður, valkort, upptøku á veljaralistan og mannagongdir annars í sambandi við valið.
Her er alt, tú skalt vita um brævatkvøður, valkort, upptøku á veljaralistan og mannagongdir annars í sambandi við valið.
Fyri at velja til løgtingsvalið, mást tú vera:
Harafturat mást tú ikki vera undir verjumáli og hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini.
Veljaralistarnir liggja frammi til alment eftirlits í Snarskivuni frá í seinasta lagi hósdegnum 19. mars 2026.
Tú mást vera skrásett á veljaralistanum fyri at greiða atkvøðu. Veljaralistarnir liggja frammi til alment eftirlits í Snarskivuni frá í seinasta lagi hósdegnum 19. mars 2026.
Flytur tú í aðra kommunu aftaná 11. mars 2026, verður tú framvegis standandi á veljaralistanum í kommununi, tú flytur úr. Flytur tú 11. mars 2026 ella áðrenn, verður tú skrásett á veljaralistanum í kommununi, tú flytur til.
Stendur tú ikki á veljaralistanum, men heldur tú teg lúka treytirnar fyri at velja, skalt tú seta teg í samband við kommunala fólkayvirlitið í Snarskivuni í Havn. Snarskivan kannar síðan, um tú lýkur treytirnar fyri at velja. Vísir tað seg, at tú lýkur treytirnar, verður tú sett á ein eykalista og kanst fara á val.
Gev gætur, at tú fært einki valkort sendandi, tá ið tú stendur á eykalistanum. Minst tí til at hava galdandi koyrikort ella pass við tær á valstaðið. Á valstaðnum skalt tú venda tær til kommunala fólkayvirlitið, ið er til staðar undir allari atkvøðugreiðsluni á valdegnum.
Ríkisborgarar úr øðrum londum hava ikki valrætt til løgtingsval.
Hevur tú havt útlendskan ríkisrætt og seinni fingið danskan heimarætt, mæla vit til, at tú eftirkannar, at tú stendur á veljaralistanum. Tí tað kemur fyri, at Landsfólkayvirlitið ikki hevur fingið fráboðað broytingina, og tá verður tú ikki skrásett á veljaralistanum. Á valdegnum er í flestu førum ov seint at rætta tílíkt.
Veljaralistarnir liggja frammi til alment eftirlits í Snarskivuni frá í seinasta lagi hósdegnum 19. mars 2026.
Ert tú stødd uttanfyri Føroyar í lestrarørindum, varðveitir tú valrættin. Tað er tó treytað av, at tú hevur búð í Føroyum og verið skrásett í føroyska fólkayvirlitinum í minsta lagi fimm ár tilsamans. Og tú mást ikki hava havt tilhald uttanfyri Føroyar í meira enn átta ár.
Fyri at velja, skalt tú søkja um at sleppa á veljaralistan í tí kommunu, har tú seinast vart skrásett. Tú søkir á Vanganum. Rita inn við tínum Samleika.
Tann 5. mars 2026 er seinasti dagur, Tórshavnar kommuna kann taka avgerð um upptøku á veljaralistan til løgtingsvalið 2026. Tað vil siga, at tín umsókn má vera Tórshavnar kommunu í hendi nakað áðrenn afturlatingartíð 5. mars 2026 klokkan 16.
Les meira um hvar og hvussu tú greiðir brævatkvøðu undir punktinum »Greið atkvøðu í útlondum« á síðu okkara um at greiða atkvøðu áðrenn valdagin.
Gev gætur, at skal tín brævatkvøða telja við á valinum, mást tú syrgja fyri at greiða tína atkvøðu í so mikið góðari tíð, at atkvøðan er frammi hjá valstýrinum í tínari bústaðarkommunu, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar á sjálvum valdegnum. Spyr á staðnum, nær seinasta freist at senda brævatkvøður er. Ert tú búsitandi í Danmark, sært tú eitt yvirlit yvir danskar sendistovur og konsulat og upplatingartíðir teirra á heimasíðuni hjá danska uttanríkismálaráðnum.
Gev eisini gætur, at tú fært ikki nakað valkort sendandi, tá tú hevur søkt um upptøku á veljaralistan. Tú mást tí minnast til at hava samleikaprógv við, tá tú greiðir brævatkvøðu. Samleikaprógv kann annaðhvørt vera pass ella koyrikort.
Tú kanst kunna teg nærri um reglurnar í løgtingslógini um val til Løgtingið.
Liggur tað ikki fyri hjá tær at greiða atkvøðu á sjálvum valdegnum, kanst tú greiða atkvøðu á einari og hvørjari kommunuskrivstovu í Føroyum. Tað rópa vit at greiða brævatkvøðu.
Tú kanst greiða brævatkvøðu til og við mikudagin 25. mars 2026.
Ert tú sjófólk ella í øðrum ørindum uttanlands, og heldur tú teg ikki vera heima valdagin, kanst tú í fyrsta lagi greiða atkvøðu fýra mánaðir áðrenn valdagin.
Fært tú av øðrum orsøkum ikki møtt persónliga á valstaðnum sjálvan valdagin, til dømis vegna sjúku, kanst tú í fyrsta lagi greiða atkvøðu eina viku áðrenn valdagin, tað vil siga frá 19. mars 2026. Tú skalt tá boða Snarskivuni frá á telefon 30 20 10. Síðan koma tveir av valstýrinum tilnevndir persónar heim til tín, so tu kanst greiða tína atkvøðu heima. Seinasta freist at boða frá, at tú vilt brævatkvøða heima við hús, er mikudagin 25. mars klokkan 16.
Ert tú innløgd á sjúkrahúsi ella á øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni, ella ert tú undir læknaviðgerð heima, kanst tú greiða brævatkvøðuna á sjúkrahúsinum, uppihaldsstovninum, hjá viðkomandi lækna ella tveimum av valstýrinum tilnevndum persónum.
Situr tú í varðhaldi, kanst tú greiða brævatkvøðu hjá løgregluni.
Ert tú uttanlands, kanst tú greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulatum í útheiminum, ella hjá einum persóni, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað.
Ert tú stadd í Danmark ella Grønlandi, kanst tú greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi. Tað er vanliga kommunuskrivstovan.
Skal tín brævatkvøða telja við á valinum, mást tú syrgja fyri at greiða tína atkvøðu í so mikið góðari tíð, at atkvøðan er frammi hjá valstýrinum í tínari bústaðarkommunu, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar á sjálvum valdegnum.
Spyr á staðnum, nær seinasta freist at senda brævatkvøður er. Tú sært eitt yvirlit yvir danskar sendistovur og konsulat og upplatingartíðir teirra á heimasíðuni hjá danska uttanríkismálaráðnum:
Tá ið Landsfólkayvirlitið hevur útskrivað veljaralistarnar, verða valkort send við postinum til øll á listunum. Valkortið er títt prógv fyri, at tú hevur rætt til at atkvøða á valinum. Fært tú eitt valkort, skalt tú minnast til at hava tað við tær, tá tú møtir á valstaðnum ella velur at brævatkvøða.
Sera nógvir veljarar skulu greiða atkvøðu í Høllini á Hálsi í Havn. Tað kann tí vera trupult at finna parkeringspláss, og út á dagin kunnu vera bíðirøðir til valborðini. Vilt tú sleppa undan bíðirøðum, mæla vit til, at tú roynir at koma á valstaðið áðrenn klokkan 15 ella millum klokkan 18 og 20.
Ovast í vinstra horni á valkortinum er eitt raðtal. Tað er hetta raðtalið, sum avger, hvat fyri valborð tú skalt fara til á tínum valstaði. Niðanfyri er eitt gjørt dømi frá seinasta løgtingsvali:

Hevur tú á valdegnum framvegis ikki fingið valkortið sendandi við postinum, kanst tú møta á valstaðnum og siga frá, at tú einki valkort hevur fingið. Er tú á veljaralistanum, fært tú eitt nýtt. Minst til at hava samleikaprógv við, sum annaðhvørt kann vera títt pass ella koyrikort.
Hevur tú mist valkortið burtur ella gloymt tað eftir heima, kunnu vit útskriva tær eitt nýtt valkort á valstaðnum. Tú mást rokna við, at tað tekur eina løtu at útskriva kortið av nýggjum. Minst til at hava samleikaprógv við, sum annaðhvørt kann vera pass ella koyrikort.
Greiðir tú brævatkvøðu, áðrenn valkortið er komið við postinum, fært tú kortini eitt valkort sendandi. Tað kanst tú hyggja burtur frá, ella tú kanst møta á valstaðnum og atkvøða umaftur.
Velur tú at atkvøða umaftur, telur brævatkvøðan ikki við.
Á valkortinum stendur, hvar tú skalt greiða tína atkvøðu, tað vil siga valstaðið, tú hoyrir til. Til løgtingsvalið 26. mars 2026 eru valstøðini opin frá klokkan 10 til klokkan 20 ella so leingi veljarar møta uttan at steðgur kemur í.
Ivast tú í, hvat fyri valstað tú hoyrir til, kanst tú kanna tað her:
Tá ið tú møtir á valstaðnum, skalt tú hava valkortið við tær. Hevur tú einki valkort við, kanst tú fáa nýtt valkort útskrivað á valstaðnum treytað av, at tú stendur á veljaralistanum. Minst til at hava samleikaprógv við, sum annaðhvørt kann vera koyrikort ella pass.
Ovast í vinstra horni á valkortinum er eitt raðtal. Tað er hetta raðtalið, sum avger, hvat fyri valborð tú skalt fara til á tínum valstaði. Niðanfyri er eitt gjørt dømi frá løgtingsvalinum í 2022:

Í Høllini á Hálsi eru til dømis seks valborð.
Tá tú kemur inn í valhølini, sært tú skelti við hvørt borð, sum vísa, hvørji talstrekki hoyra til hvørt borð.
Tá ið atkvøðuseðilin er útflýggjaður, fert tú inn í atkvøðurúmið, har eingin annar má vera inni. Her skalt tú seta kross annaðhvørt við tann listan, tú ætlar at velja, ella við eitt valevni.
Minst til at seta krossin rætt, tá tú velur. Tú skalt annaðhvørt seta kross fyri tí lista, tú ætlar tær at velja, ella fyri einum valevni. Tú sært dømi um, hvussu tú skalt gera, og hvussu tú ikki mást gera, her:
Tá ið tú hevur sett krossin, leggur tú atkvøðuseðilin saman, soleiðis at eingin annar sær, hvussu tú hevur atkvøtt. Síðan koyrir tú beinanvegin atkvøðuseðilin í kassan uttanfyri atkvøðurúmið, meðan ein úr valstýrinum ella eitt hjálparfólk sær.
Hevur tú longu brævatkvøtt, men ætlar tær at greiða atkvøðu á valdegnum, verður brævatkvøðan ikki roknað uppí uppteljingina.
Tørvar tær hjálp til velja, skalt tú siga valstýrinum ella hjálparfólkunum á valstaðnum frá. Tú kanst fáa hjálp frá tveimum persónum at greiða atkvøðu í atkvøðuhølunum ella beint uttanfyri atkvøðuhølið, til dømis í einum bili. Tú kanst krevja, at annar persónurin er ein, sum tú sjálv vísir á.
Hóast tú fært hjálp at velja, skalt tú sjálv skilliga siga ella á annan hátt vísa á, hvørjum tú vilt atkvøða fyri.
Tá valevnislistarnir eru góðkendir, verða teir at síggja her. Somuleiðis adressurnar, heimasíðurnar og aðrar sambandsupplýsingar hjá flokkunum.
Sjófólk og onnur, sum ikki halda seg vera heima á valdegnum, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu atkvøða við brævi í fyrsta lagi fýra mánaðir undan valdegnum (26. november 2025) og fram til 25. mars klokkan 24.
Seinasta freist at boða landsstýrismanninum frá stovnan av nýggjum flokki er 26. februar 2026 klokkan 18.
Seinasta freist hjá kommununum at taka avgerð um upptøku á veljaralista av persónum, ið hava valrætt, hóast teir ikki hava tilhald í Føroyum (lesandi uttanlands).
Veljaralistarnir verða lagdir fram til alment eftirlits í Snarskivuni í Havn í seinasta lagi 19. mars.
Eina viku undan valinum kunnu eisini onnur, enn tey, ið eru burturstødd á valdegnum, brævatkvøða. Hetta eru tey, ið ikki kunnu møta persónliga á valstaðnum sjálvan valdagin, til dømis vegna sjúku ella líknandi. Tú skalt tá boða Snarskivuni frá á telefon 30 20 10, síðan koma tveir av valstýrinum útnevndir persónar heim til tín, so tu kanst greiða tína atkvøðu heima.
Ert tú innløgd á sjúkrahúsi ella á øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni, ella ert tú undir læknaviðgerð heima, kanst tú greiða brævatkvøðuna á sjúkrahúsinum, uppihaldsstovninum, hjá viðkomandi lækna ella tveimum av valstýrinum útnevndum persónum.
Tú kanst greiða brævatkvøðuna frá 19 mars. til og við 25. mars.
Gev gætur: seinasta freist at boða Snarskivuni frá, at tú vilt atkvøða heima við hús, er mikudagin 25. mars klokkan 16. Hetta er eisini seinasta freist at brævatkvøða í Snarskivuni.
25. mars er seinasta freist at greiða brævatkvøðu.
Gev gætur, at um tú brævatkvøður í Snarskivuni, og atkvøðan er til valstað í aðrari kommunu, so verður atkvøðan send við postinum, og atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar klokkan 10 á valdegnum. Tú mást tí syrgja fyri at vera í góðari tíð.
Á valdegnum 26. mars kanst tú greiða atkvøðu á tí valstaðnum, tú hoyrir til. Valstaðið stendur á valkortinum, sum tú hevur fingið sendandi tvær vikur áðrenn valdagin. Øll valstøð lata upp klokkan 10 og lata aftur klokkan 20, ella so leingi veljarar møta uttan at steðgur kemur í.
Í atkvøðuhølunum eru valstýrisformenn og tilnevndir veljarar til staðar, sum eru vald av býráðnum til at hava eftirlit við, at atkvøðugreiðslan gongur rætt fyri seg.
So skjótt sum atkvøðugreiðslan er liðug, fara tey tilnevndu undir atkvøðuteljingina, sum er almenn.
Á myndini niðanfyri sært tú, hvar parkeringsøkið til rørslutarnað er uttanfyri valstaðið á Hálsi. Í økinum beint uttanfyri høllina er parkering bara loyvd fyri rørslutarnað og hýruvognar.
Inngongdina fyri rørslutarnað finnur tú miðskeiðis á norðursíðuni:

Tørvar tær hjálp til at atkvøða, kanst tú fáa hjálp frá tveimum persónum at greiða atkvøðu í atkvøðuhølunum ella beint uttanfyri atkvøðuhølini, til dømis í einum bili. Tú kanst krevja, at annar persónurin er ein, sum tú sjálv vísir á.
Tørvar tær hjálp, mást tú fáa ein avvarðandi at fara inn í valhølini og siga valstýrinum ella hjálparfólkunum á valstaðnum frá.
Hóast tú fært hjálp til at velja, mást tú sjálv skilliga siga ella á annan hátt vísa á, hvønn tú velur.
Hevur tú eina klagu um løgtingsvalið, skal klagan verða umsitingini hjá Løgtinginum í hendi áðrenn klokkan 10 tíggjunda yrkadagin eftir valdagin.
Tó skulu kærurnar stílast kommununi, um:
Kommunustýrið skal uttan drál viðgera tína kæru.
Lógina um val til Løgtingið sært tú her: