Lat aftur
Tema
Bílegg grannalagnum jólatræ
Lurta

Bílegg grannalagnum jólatræ

Kommunan fyrireikar í løtuni uppsetanina av jólatrøum í kommununi. Sum vant seta vit størri jólatrø upp í øllum bygdunum og í øllum býarpørtunum í Havn – millum annað við Myllutjørn og Undir Kongavarða. Eins og undanfarna ár kunnu eigarafeløg og grannaløg tó søkja um at fáa eitt jólatræ og ein jólatræsfót til síni øki.

Jólatrøini, sum grannaløgini kunnu bíleggja sær, eru umleið 2-3 metrar høg. Hevur títt grannalag hug til at fríðka og hugna um tykkara grannalag á jólum, kanst tú senda tykkara umbøn við at trýsta á grøna knøttin niðanfyri og fylla teigarnar út.

Bílegg jólatræ

Vit viðgera tykkara umbøn beinanvegin, soleiðis at allar staðsetingar hóska til býin og umhvørvini.

Freistin at bíleggja jólatræ og jólatræsfót er 20. november 2022.

At minnast til

Gev gætur, at fær títt grannalag eitt jólatræ og ein træfót, áliggur tað tykkum at:

  • velja eina hóskandi staðseting til træið, soleiðis at flest borgarar í grannalagnum fáa gleði av tí
  • tryggja, at ynskta staðsetingin av trænum er á almennari ogn ella ogn hjá eigarafelagnum. Er staðsetingin á ogn hjá øðrum, mást tú viðfesta skrivliga váttan frá eigaranum um loyvi at seta jólatræ á ognina
  • festa jólatræið, so tað heldur til føroyska veðurlagið
  • ljósseta ella pynta træið, so tað fríðkar um grannalagið
  • rudda træið fyri ljósum og pynti, áðrenn træið verður tikið niður aftur

Vegleiðing fyri jólatrø í býlingum og grannaløgum

Her sært tú, hvørjar stuðulstreytirnar og mannagongdin er, tá grannaløg søkja um jólatræ: Vegleiðing fyri jólatrø í býlingum og grannaløgum