Lat aftur
Tema
Eldradagurin 2023
Eldradagurin 2023 Eldradagurin 2023
Eldradagurin 2023

Eldraráðið bjóðar til árliga eldradagin fríggjadagin 20. oktober 2023.

Lagt er upp til ein spennandi og hugnaligan dag við viðkomandi evnum og møguleika fyri at samskifta og hugna sær saman. Les meira og melda til niðanfyri.

Lurta

Eldradagurin 2023

Eldraráðið bjóðar til árliga eldradagin fríggjadagin 20. oktober 2023 kl. 10-15 í hølunum hjá Dansifrøi í Havn.

Lagt er upp til ein spennandi og hugnaligan dag við viðkomandi evnum, sum eru uppi í tíðini, og møguleika fyri at samskifta og hugna sær saman. Les um dagin og melda til niðanfyri.

Tilmelding

Allir borgarar, 60 ár og eldri, í Tórshavnar kommunu eru vælkomnir at luttaka. Luttøkutalið er avmarkað til 300, og luttøkugjaldið er kr. 260 íroknað sjálvtøkuborð kl. 12.

Melda til á atgongumerki.fo í seinasta lagi 17. oktober 2023:

Eldradagurin 2023 (atgongumerki.fo)

Høvuðsevni

Vit varpa ljós á raðfestingina og tiltøk á eldraøkinum hjá landsstýrinum og Tórshavnar kommunu. Tað er ein sannroynd, at bólkurin 67+ veksur alsamt og verður umrøddur av myndugleikum og politikarum sum ein tann størsta samfelagsliga avbjóðingin fyri framman.

Sum støðan er í dag, so raðfestir heilsuøkið viðgerð og røkt, men her eigur fyribyrging í nógv størri mun at verða raðfest til frama fyri eina betri heilsu í ellisárunum og sum heild.

Við grundarlag í hesum veruleika verða ymiskir viðkomandi fyrilestrar á eldradegnum, sum enda við pallborði, har øll fáa høvi at bera fram og fáa viðgjørt sínar spurningar.

Skrá
Kl. 10-10.10 Vælkomin

Eldraráðið bjóðar vælkomin og kunnar um skránna og endamálið við degnum. Árni Gregersen er orðstýrari.

Kl. 10.10 Heðin Mortensen, Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Kl. 10:25 Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Kl. 10.40 Magni Mohr, professari í fysiologi, um “Healthy Ageing”
Kl. 10.55 Stuttur steðgur
Kl. 11.05 Heri Petersen, fulltrúi í Almannaráðnum, um pensjónsviðurskifti
Kl. 11.20 Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, lýsir serlig viðurskifti á økinum
Kl. 11:35 Kári Holm Johannesen, deildarleiðari á Hagstovuni, um demografisku støðuna
Kl. 11.50 Robert Vilhelmsen, Eldraráðið, um spurnakanning og endamálið við Eldraráðnum

Robert Vilhelmsen, Eldraráðið, kunnar um spurnakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Eldraráðið, og um endamálið við Eldraráðnum.

Kl. 12.00-13.30 Sjálvtøkuborð við tónleiki og sangi

Sjálvtøkuborð og høvi at práta saman. Eisini verður tónleikur við sangi.

Kl. 13.30-14.55 Pallborð við luttøku av fyrilestrarhaldarunum

Áhoyrarar fáa høvi at seta fyrilestrarhaldarunum spurningar at viðgera við pallborðið.

Kl. 15 Eldraráðið tekur samanum og takkar fyri dagin