Lat aftur
Tema
Fjølmentanarvikan 2023
Kom við á Fjølmentanarviku 20.-27. oktober! Kom við á Fjølmentanarviku 20.-27. oktober!
Kom við á Fjølmentanarviku 20.-27. oktober!

Fjølmentanarvikan er eitt landsfevnandi tiltak, sum hevur til endamáls at fagna fjølmentan í Føroyum. 

Les alt um Fjølmentanarvikuna her.

Almen setan í Norðurlandahúsinum 20. oktober kl. 15 Almen setan í Norðurlandahúsinum 20. oktober kl. 15
Almen setan í Norðurlandahúsinum 20. oktober kl. 15

Á skránni verður undirhald, tónleikur og røður. Harumframt verður vinnarin av stuttsøgukappingini funnin og evnið til stuttfilmskappingina avdúkað.

Vit enda við onkrum góðum til góman og eitt sindur av undirhaldi. Øll eru vælkomin.

Almen setan av Fjølmentanarvikuni í Norðurlandahúsinum.
Leita tær íblástur úr Hugskotskjáttuni Leita tær íblástur úr Hugskotskjáttuni
Leita tær íblástur úr Hugskotskjáttuni

Hugskotskjáttan kann nýtast sum íblástur til at skipa fyri virksemi á Fjølmentanarvikuni.

Leita í skjáttuni her:

Hugskotskjátta Fjølmentanarvika 2023
Stuttfilmskapping Stuttfilmskapping
Stuttfilmskapping

Tann 20. oktober verður filmskapping, har øll kunnu luttaka. Tað einasta tær tørvar er ein fartelefon.

Evnið til filmskappingina verður avdúkað til setanina av Fjølmentanarvikuni fríggjadagin 20. oktober í Norðurlandahúsinum.

Filmskapping
Dansur og tónleikur nógvastaðni í Fjølmentanarvikuni Dansur og tónleikur nógvastaðni í Fjølmentanarvikuni
Dansur og tónleikur nógvastaðni í Fjølmentanarvikuni

Altjóða DJ-kvøld, tónleikakvøld, dansikvøld og dansiframførslur.

Hygg í okkara skrá og finn øll tey góðu tiltøkini kring landið.

LES HUGSKOTSKJÁTTUNA

Her kanst tú leita tær íblástur, um tú vilt skipa fyri tiltaki á fjølmentanarvikuni:

Hugskotskjátta Fjølmentanarvika 2022

Multicultural week makes immigrants turn from invisible to visible. So important to be seen and heard in order to assist with integration.
Eftirmeting av Fjølmentanarvikuni 2023

Lurta

Fjølmentanarvikan 2023

Í Føroyum búgva fólk úr 132 ymiskum londum. Endamálið við Fjølmentanarvikuni er at varpa ljós á og fagna mentanarliga margfeldið í føroyska samfelagnum.

Vit kunnu fagna mentanarliga margfeldið á ymiskan hátt, til dømis við matfagnaði, tónleiki, list, ítrótti, kunning, søgum og upplivingum. Ætlanin er, at Fjølmentanarvikan verður eitt afturvendandi átak, sum allar kommunur gerast partur av eftir førimuni.

Kommunur, frítíðarfelagsskapir, skúlar, áhugafeløg, fyritøkur og einstaklingar luttaka og skipa fyri tiltøkum í døgunum 20.-27. oktober, meðan Fjølmentanarvikan er.

Niðanfyri kanst tú lesa um vikuna, hvussu tú luttekur, og tú kanst leita tær íblástur úr hugskotskjáttuni, sum er framleidd til høvið. So hvørt sum tiltøk koma á skrá, verður skráin dagførd her á síðuni. Her sært tú eisini, hvat er á skrá í øðrum kommunum.

Fjølmentanarvikan er ikki eitt politiskt átak, men ein fagnaður til frama fyri allar tær ymisku mentanir, ið eru í Føroyum.

Hvussu luttaki eg?

Fjømentanarvikan er fyri øll. Tú kanst luttaka við at gera títt egna tiltak ella átak hesa vikuna. Tú kanst eisini luttaka saman við vinum, familju, starvsfelagum og øðrum, sum hava hug til at uppliva nakað nýtt, forkunnugt ella bara eitt sindur øðrvísi. Eisini kann tín skúli ella títt arbeiðspláss leggja eitt tiltak til rættis. Tín kommuna er eisini boðin at luttaka og verður møguliga karmur um okkurt tiltak á Fjølmentanarvikuni.

Leggur tú eitt tiltak til rættis, so send okkum endiliga kunning um innihaldið, tíð og stað. Er tiltakið alment, kemur tað við í yvirskipaðu skránna fyri Fjølmentanarvikuna. Er tiltakið ikki alment, so vilja vit kortini fegin hoyra frá tykkum.

Tú boðar frá tínum tiltaki við at trýsta á grøna knøttin niðanfyri, fylla teigarnar út og trýsta á send, so kanna vit upplýsingarnar, áðrenn tiltakið kemur við í skránna.

SKRÁSET TILTAK TIL FJØLMENTANARVIKUNA

Fleiri tiltøk eru longu løgd til rættis, til dømis setanin, stuttsøgukapping, stuttfilmskapping, familjutiltak, dansikvøld og konsertir. Les meira í skránni niðanfyri. Gev gætur, at skráin verður dagførd, so hvørt sum tiltøk verða løgd afturat, so fylgið við á hesari síðuni.

Vit hava eisini framleitt eina hugskotskjáttu, sum allir fyriskiparar og luttakarar á Fjølmentanarvikuni kunnu brúka til íblástur. Les meira um hugskotskjáttuna niðanfyri á hesari síðuni.

Skráin fyri Fjølmentanarvikuna

Fjølmentanarvikan verður sett fríggjadagin 20. oktober 2023 kl. 15 í Norðurlandahúsinum og heldur fram til fríggjadagin 27. oktober. Niðanfyri sært tú skránna við tiltøkum kring alt landið. Tiltøk verða løgd afturat skránni fram til fyrst í oktober.

Fjølmentanarvikan 2023
Fríggjadagur 20. oktober

Kl. 10-16 Kennir tú fløggini

  • Miðlatún hátíðarheldur Fjølmentanarvikuna 20.-27. oktober
  • Alla vikuna ber til at síggja øll fløggini hjá tjóðskapunum, ið eru umboðaði í Vági
  • Kom og gita hvat land fløggini umboða
  • Ert tú røsk/raskur at gita, so vinnur tú okkurt gott til góman.

Stað: Miðlatún, Vágsvegur 57, Vágur

Kl. 15 Almen Setan. Undirhald, røður og ábit.

  • Vinnarin av stuttsøgukappingini verður avdúkaður
  • Tema fyri 48-tímars stuttfilmskapping verður avdúkað. Les meira á heimasíðuni hjá Klippfisk: Klippfisk.fo
  • Suðuramerikanskir tónar við Sergio Martínez Muñoz og Cinthia González Parada
  • Dansiframførsla við dansibólkinum Bailamos. Les meira á Facebooksíðuni hjá Bailamos.fo:
    Bailamos.fo á Facebook
  • Trummubólkur úr Nigeria framførir
  • Systrar borðreiða við leskiligum ábiti. Les meira á heimasíðuni hjá Systrar
    Systrar (systrar.fo)

Stað: Norðurlandahúsið, Norðari Ringvegur 14, Tórshavn

Leygardagin 21. oktober

Kl. 10-14 Kennir tú fløggini

  • Miðlatún hátíðarheldur Fjølmentanarvikuna 20.-27. oktober
  • Alla vikuna ber til at síggja øll fløggini hjá tjóðskapunum, ið eru umboðaði í Vági
  • Kom og gita hvat land fløggini umboða
  • Ert tú røsk/raskur at gita, so vinnur tú okkurt gott til góman.

Stað: Miðlatún, Vágsvegur 57, Vágur

Kl 11-14 Fjølmentanarvika í Løkshøll 

  • Skipað verður fyri dansi í høllini, har fýra undirvísarar koma at leggja lag á og við dansi úr fleiri ymiskum londum, eisini Føroyum. 
  • Frísk frukt frá Thai House verður at fáa, og bókasavnið verður opið, so tú kanst rinda møðina, ella læna eina góða bók.
  • Tiltakið er ókeypis

Stað: Løkshøll, Rókarvegur 1, Runavík

 

Kl 13-16 Fjølmentanarborðhald 

  • Borðhald við mati úr øllum heiminum. Øll eru væl komin at koma at smakka.
  • Tiltakið er ókeypis og vit eta til uppi er.

Stað: Perlan, Tórsgøta 3, Tórshavn

 

Kl 13-17 Familjutiltak

  • Stuttligir og áhugaverdir aktivitetir til barnafamiljur. 
  • Kom og dansa, flætta hár, royn eina shari ella annað forvitnisligt
  • Tiltaki er ókeypis

Stað: Reinsaríið, Tórsgøta 5, Tórshavn

 

Kl 21-02 Dancenight

  • Dansur og tónleikur frá altjóða tónleikapallinum. Set ferð á Fjølmentanarvikuna við stuttleika og góðum rútmum.
  • DJ Lisan Al Gaib diskar við kendastu løgunum úr øllum heiminum
  • Til ber at keypa leskiligan mat úr matvogni á perlutorginum
  • Ókeypis atgongd. Les meira á heimasíðuni hjá Tórsgøtu:
  • Tórsgøta (torsgota.fo)
  • Stað: Perlan, Tórsgøta 3, Tórshavn
Sunnudagin 22. oktober

Kl. 15 Filmurin "Stille liv"

  • Filmurin »Stille liv« um tvørtjóðaættleiðing verður sýndur. Les meira um filmin á heimasíðuni hjá Faroe Island Minority Film Festival 2023.
  • Stille liv (fimf.org)
  • Stað: Norðurlandahúsið, Norðari Ringvegur 14, Tórshavn

Kl. 16 Fjølmentanarligt tiltak á Strondum

  • Borgarar úr Sjóvar kommunu ættaðir, úr øðrum londum at vísa fram ymiskt úr egnum heimlandi.
  • Umboð fyri Sjóvar Kommunu setir tiltakið
  • Cinthia Gonzáles Parada og Sergio Martinez framføra nøkur løg.
  • Tailendskur dansur. 
  • Royn mat úr ymsum matmentanum
  • Fjølmentanarligt tiltak á Strondum (sjovar.fo)
  • Stað: Bygdarhúsið á Strondum, Strendur

Kl. 17 "avlýst" Artist talk. The cultural challenge "Avlýst"

  • Listaprát við Det Ferösche Compagnie um leikin "Tá kríggið er liðugt"
  • Det Ferösche Compagnie (dfc.fo)
  • Stað: Norðurlandahúsið, Norðari Ringvegur 14, Tórshavn
Mánadagin 23. oktober

Fjølmentanarvikan í  SMS

  • Í SMS starvast fólk úr øllum heiminum
  • Fjølmentanarvikuna siga starvsfólkini frá hvørji tey eru á myndatalvum á Torginum
  • Tekna heimsins fløgg
  • Keyp dagsins rætt í Miklagarði. Mousakka við grønum úr Grikkalandi
  • Stað: Torgið, SMS, Tórshavn

Kl. 10-18 Kennir tú fløggini

  • Miðlatún hátíðarheldur Fjølmentanarvikuna 20.-27. oktober
  • Alla vikuna ber til at síggja øll fløggini hjá tjóðskapunum, ið eru umboðaði í Vági
  • Kom og gita hvat land fløggini umboða
  • Ert tú røsk/raskur at gita, so vinnur tú okkurt gott til góman.

Stað: Miðlatún, Vágsvegur 57, Vágur

KL 17.00 Upplestur á klaksvíkar Bókasavni

  • Í samband við stuttsøgukappingina, ið var útskriva til Fjølmentanarvikuna í ár, fara nakrir av luttakarunum úr Norðoyggjum at lesa sína stuttsøgu.
  • Evnið til kappingina var ”Heim” og søgurnar skuldu vera millum 1000-1500 orð til longdar og Endamálið við kappingin er at varpa ljós á fjølmentan í Føroyum.
  • Øll eru vælkomin.
  • Klaksvíkar bókasavn (kb.fo)
  • Stað: Klaksvíkar bókasavn, Biskupsstøðgøta 9, Klaksvík

KL 19.00 Fjølmentanar Bindiklubbur

  • Øll eru vælkomin í til fjølmentanar bindiklubb í Virkishúsinum við við Ánna
  • Stað: Virkishúsið við Ánna, Hammersheimbsvegur 8, Sandavágur

KL 20.20 Pecha Kucha

  • Fjølmentanarligt Pecha Kucha. Fylg við á Facebooksíðuni hjá Pecha Kucha Tórshavn.
  • Pecha Kucha Tórshavn á Facebook
  • Kostnaður 20kr
  • Stað: Reinsaríið, Tórsgøta 3, Tórshavn
Týsdagin 24. oktober

Kl. 10-16 Kennir tú fløggini

  • Miðlatún hátíðarheldur Fjølmentanarvikuna 20.-27. oktober
  • Alla vikuna ber til at síggja øll fløggini hjá tjóðskapunum, ið eru umboðaði í Vági
  • Kom og gita hvat land fløggini umboða
  • Ert tú røsk/raskur at gita, so vinnur tú okkurt gott til góman.
  • Stað: Miðlatún, Vágsvegur 57, Vágur

Kl. 17 Upplestur á Bókasavninum við Løkin

  • Luttakarar úr stuttsøgukappingini luttaka við upplestri
  • Vit hoyra stuttsøgur frá: Gretchen Rasmussen, Oliviu O. Olsen, Rebekku S.F. Kristiansen og Nanný Toftegaard.
  • Øll eru hjartaliga vælkomin.
  • Sí meira um tiltakið her Upplestur á Bókasavninum við Løkin | Facebook
  • Stað: Bókasavnið við Løkin, Rókarvegur 1, Runavík

Fjølmentanarvikan í  SMS

  • Í SMS starvast fólk úr øllum heiminum
  • Fjølmentanarvikuna siga starvsfólkini frá hvørji tey eru á myndatalvum á Torginum
  • Tekna heimsins fløgg
  • Keyp dagsins rætt í Miklagarði: Killinga Adobo úr Filipsoyggjum.
  • Stað: Torgið, SMS, Tórshavn
Mikudagin 25. oktober

Fjølmentanarvikan í  SMS

  • Í SMS starvast fólk úr øllum heiminum
  • Fjølmentanarvikuna siga starvsfólkini frá hvørji tey eru á myndatalvum á Torginum
  • Tekna heimsins fløgg
  • Keyp dagsins rætt í Miklagarði. Plokkfiskur úr Íslandi
  • Stað: Torgið, SMS, Tórshavn

Kl. 10-16 Kennir tú fløggini

  • Miðlatún hátíðarheldur Fjølmentanarvikuna 20.-27. oktober
  • Alla vikuna ber til at síggja øll fløggini hjá tjóðskapunum, ið eru umboðaði í Vági
  • Kom og gita hvat land fløggini umboða
  • Ert tú røsk/raskur at gita, so vinnur tú okkurt gott til góman.
  • Stað: Miðlatún, Vágsvegur 57, Vágur

KL 17-20 Listaframsýning

KL 17.30-20.30 Fjølmentanartiltak í Víkingahúsinum

KL 18 "Samanskotsveitsla"

  • Samanskotsgildi
  • Matur frá nógvum ymiskum londum verður borðreiddur
  • Øll eru vælkomin
  • Stað: Listastovan, Gummaldagøta, Miðvágur

Kl. 19 Listaprát

  • Prát við vinnaran av stuttsøgukappingini og upplestur frá stuttsøgukappingini. Avdúking av vinnaranum av stuttfilmskappingini. Les meira á heimasíðunum hjá Býarbókasavninum og Klippfisk
  • Býarbókasavnið (bbs.fo)
  • Klippfisk (klippfisk.fo)
  • Stað: Býarbókasavnið, Niels Finsens gøta 7, Tórshavn

Kl. 19 Uppliva Filipsoyggjar

  • Kom á Klaksvíkar bókasavn og fá eina smakkiroynd av, hvat Filipsoyggjarnar hava at bjóða.
  • Framløga við Jean Dela Cruz Guðjonsson, sum hevur búð í Klaksvík í nógv ár.
  • Umframt aðrar framløgur, verður møguleiki at seta spurningar til mentan og annað. 
  • Øll eru vælkomin. Vit bjóða kaffi, te og okkurt annað forvitnisligt afturvið.
  • Stað: Klaksvíkar bókasavn, Biskupsstøðgøta 9, Klaksvík
Hósdagin 26. oktober

Fjølmentanarvikan í  SMS

  • Í SMS starvast fólk úr øllum heiminum
  • Fjølmentanarvikuna siga starvsfólkini frá hvørji tey eru á myndatalvum á Torginum
  • Tekna heimsins fløgg
  • Keyp dagsins rætt í Miklagarði: Panang Karry við rísi úr Thailandi.
  • Stað: Torgið, SMS, Tórshavn

Kl. 10-16 Kennir tú fløggini

  • Miðlatún hátíðarheldur Fjølmentanarvikuna 20.-27. oktober
  • Alla vikuna ber til at síggja øll fløggini hjá tjóðskapunum, ið eru umboðaði í Vági
  • Kom og gita hvat land fløggini umboða
  • Ert tú røsk/raskur at gita, so vinnur tú okkurt gott til góman.

Stað: Miðlatún, Vágsvegur 57, Vágur

Kl. 17-19 Dansikvøld

  • Dansibólkurin Bailamos bjóðar ókeypis dansiundirvísing.
  • Ókeypis atgongd.
  • Stað: Perlan, Tórsgøta 3, Tórshavn

Kl. 17-19 Málkafe á Klaksvíkar bókasavni

  • Reyði krossur skipar fyri.
  • Øll ið ynskja at venja føroyskt, ella hava hug til eitt prát eru vælkomin
  • Stað: Klaksvíkar bókasavn, Biskupsstøðgøta 9, Klaksvík

Kl. 17-19 Fjølmentanarlig málkafé.

Fríggjadagur 27. oktober

Fjølmentanarvikan í  SMS

  • Í SMS starvast fólk úr øllum heiminum
  • Fjølmentanarvikuna siga starvsfólkini frá hvørji tey eru á myndatalvum á Torginum
  • Tekna heimsins fløgg
  • Keyp dagsins rætt í Miklagarði: BBQ riv við Coleslaw og Kips úr USA.
  • Stað: Torgið, SMS, Tórshavn

Kl. 10-16 Kennir tú fløggini

  • Miðlatún hátíðarheldur Fjølmentanarvikuna 20.-27. oktober
  • Alla vikuna ber til at síggja øll fløggini hjá tjóðskapunum, ið eru umboðaði í Vági
  • Kom og gita hvat land fløggini umboða
  • Ert tú røsk/raskur at gita, so vinnur tú okkurt gott til góman.

Stað: Miðlatún, Vágsvegur 57, Vágur

KL 13-16 Græskar í Miðlatúni

  • Familjutiltak í Miðlatúni
  • Kom og sker eitt vakurt græskar. Vit hjálpa við mynstri.
  • Tak títt egna græskar við
  • Drekkamunnur og okkurt gott til børnini
  • Stað: Miðlatún, Vágsvegur 57, Vágur

Kl. 20-22 Pubquiz á fiskastykkinum

  • Í samband við Fjølmentanarvikuna verður Pubb Quiz á fiskastykkinum
  • Øll eru vælkomin
  • Fiskastykkið (fiskastykkid.fo)
  • Stað: Fiskastykkið, Úti á Bakka 12, Sandavágur

Kl. 20-02 Fjølmentanar DJ-veitsla

  • Kom og dansa til tónar úr øllum heiminum
  • Ókeypis atgongd
  • Stað: Perlan, Tórsgøta 3, Tórshavn

Hvat er Hugskotskjáttan?

Vit hava gjørt eina hugskotskjáttu, ið kann nýtast sum íblástur til tiltøk ella annað virksemi á Fjølmentarnarvikuni. Hugskotskjáttan er sostatt eitt savn av ymiskum virksemi, átøkum og spølum, ið kunnu nýtast í sambandi við Fjølmentanarvikuna. Endamálið við skjáttuni er, at luttakarar hava tað hugnalig og stuttligt saman, meðan grundað verður á mentanarliga fjølbroytnið í Føroyum.

Hugskotskjáttan er býtt í tveir høvuðspartar: Stovnar, arbeiðspláss og felagsskapir og Børn og ung. Í fyrra partinum eru uppskot til tiltøk og annað virksemi, sum kommunur, arbeiðspláss og felagsskapir kunnu vera karmur um. Í seinna partinum eru uppskot til spøl og annað virksemi til fleiri aldursbólkar. Í skjáttuni finnur tú til dømis ítriv, ið kunnu nýtast í skúlahøpi, barnagarðshøpi, ítróttarhøpi, almennum høpi, á arbeiðsplássum og í frítíðarfelagsskapum annars.

Hugskotskjáttan leggur upp til, at lærarar, námsfrøðingar, venjarar og onnur, ið varða av børnum og ungum, kunnu nýta hugskotini í sambandi við undirvísing, venjing og toymisvirksemi av ymiskum slag. Vaksin eru eisini vælkomin at nýta spøl ella virksemi úr hesum partinum.

Kommunurnar senda hugskotskjáttuna út til skúlar, stovnar og feløg í egnum øki og eru vælkomin at eggja námsfrøðingum, venjarum og øðrum, ið varða av børnum og ungum, til at verða partur av fjølmentanarvikuni. Hugskotskjáttan er eisini viðkomandi fyri vaksin, sum til dømis á arbeiðsplássum, innan leiðslutoymi ella fyri onnur, ið ynskja at verða partur av at fevna og menna samfelag og samanhald í Føroyum.

Hugskotskjáttuna sært tú her:

Hugskotskjátta 2023

Send uppskot til hugskotskjáttuna

Luttakarar eru vælkomnir at nýta egin hugskot. Vit taka eisini fegin ímóti ískoytum til hugskotskjáttuna.

Hevur tú eitt gott hugskot, mást tú fegin senda okkum uppskotið, so øll kunnu fáa gagn av hugskotinum. Tað er skjótt og ómakaleyst at lata inn hugskot. Trýst á grøna knøttin niðanfyri og send okkum tíni uppskot. Tá tú letur inn uppskot, ber væl til at viðfesta fílur í formatunum pdf, jpg og png.

SEND uppSKOT TIL SKJÁTTUNA

Góð ráð
Góð ráð

Góð ráð

Her eru nøkur góð ráð til tey, ið arbeiða við ungum fólkum og børnum úr tilflytarabólkum og til luttakarar á Fjølmentanarvikuni:

  • Hóast tvey fólk eru úr sama minnilutabólki, so er ikki vist, at tey hava nakað til felags.
  • Legg dent á tey eyðkenni, tit hava í felag, og minst til, at øll ung eru einstaklingar, hvør upprunin so er.
  • Ung fólk hava fleiri samleikar alt eftir umstøðum. Umframt at vera »útlendingar«, so kunnu tey eisini vera til dømis: Dansari, abbi, tónleikari, bókormur, sangari, hondbóltspælari ella ein, ið elskar borðspøl. Tí er týdningarmikið ikki bara at leggja dent á ein tátt av teirra samleika – hugsa heldur um, hvat tey halda vera týdningarmikið.
  • Ver varin við at brúka heitir, tí heitir kunnu kennast stigmatiserandi
  • Tað kann vera stórur munur á at vera tilflytari og at vera flótti. Tað er ikki vist, at flóttar hava hug til at tosa um eitt nú kríggj.

Grafiskt tilfar

Vit hava gjørt grafiskt tilfar til tín at brúka, um tú vilt lýsa við Fjølmentanarvikuni. Grafiska tilfarið finst bæði á enskum og føroyskum.

Formarnir kunnu eisini brúkast til alt, tit ynskja at brúka tað til. Grafiska tilfarið til sosialu miðlarnar er gjørt til Facebook og Instagram. Sumt av tilfarinum krevur ein, sum dugir við Photoshop ella líknandi forritum, til dømis at seta rammu á eina mynd.

Gev gætur, at tað er bara loyvt at brúka grafiska tilfarið í sambandi við Fjølmentanarvikuna. Tað er ikki í lagi at brúka tilfarið til onnur tiltøk, sum ikki hava nakað við Fjølmentanarvikuna at gera.

Integratión
Integratión

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Tel. 27 10 48

fjolmentan@gmail.com

Fjølmentanarvikan 2023
Fía Lindenskov
Integratiónssamskipari
Jóna Kristin Thomsen
Verkætlanarsamskipari