Lat aftur
Tema
Ólavsøka 2023
Vælkomin á ólavsøku! Vælkomin á ólavsøku!
Vælkomin á ólavsøku!

Kom við til skrúðgongu, kappróður, framsýningar, spælibásar, middagssang, midnáttarsang, føroyskan dans og mangt annað á ólavsøku.

Á hesari síðuni kanst tú taka skránna niður, kunna teg um broytingar, fáa yvirlit yvir ferðsluna og lesa um trygdarviðurskiftini á ólavsøkuni.

Lurta

Ólavsøka 2023

Kom við til skrúðgongu, kappróður, framsýningar, spælibásar, middagssang, midnáttarsang, føroyskan dans og mangt annað á ólavsøku. Á hesari síðuni kanst tú taka skránna niður, kunna teg um broytingar, fáa yvirlit yvir ferðsluna og lesa um trygdarviðurskiftini á ólavsøkuni.

Noyðast vit at gera stórvegis broytingar í skránni upp undir ólavsøkuna, sært tú broytingarnar niðanfyri á hesari síðuni. Vilt tú tryggja tær, at tú verður kunnað um broytingar, ert tú vælkomin at tekna teg til okkara tíðindabræv. Tað kanst tú gera á forsíðuni og á mentanarsíðu okkara, sum tú finnur her:

Forsíða

Finn ítriv og mentanartilboð

Ólavsøkuskráin

Niðanfyri sært tú ólavsøkuskránna. Tú kanst eisini taka skránna niður á føroyskum ella enskum við at nýta leinkini niðanfyri. Gev gætur, at pdf-fílurnar verða ikki dagførdar. Vilt tú tryggja tær, at tú sært eina dagførda skrá, er tí frægast at halda seg til skránna niðanfyri á hesari síðuni.

Hevur tú rættingar ella ískoyti til skránna, ber til at boða Tórshavnar kommunu frá í seinasta lagi 27. juli kl. 15. Send upplýsingarnar við telduposti til torshavn@torshavn.fo.

Ólavsøkuskráin 2023 til snildfon

Ólavsøkuskráin 2023 til teldu

Ólavsøka programme 2023

27. juli
Tiltøk

Kl. 9-17  Summarframsýningin 2023 - SÁPMI søgur

Ársins summarframsýning í Norðurlandahúsinum: Outi Pieski, Biret og Gáddjá Haarla Pieski (FI).

Stað: Norðari Ringvegur 14

9-23  Fýramannafar sýnt fram

Nýtt fýramannafar, sum næmingar hjá Tórshavnar kvøldskúla hava smíðað, verður sýnt fram.

Stað: Sunnan fyri Müllers pakkhús

Kl. 10-17  Tjóðsavnið á Ólavsøku

Serframsýningin »Í skugganum« – søgan um fyrstu kvinnuligu fotografarnar úr Danmark, Føroyum og Íslandi. Fasta framsýningin og Hoyvíksgarður eru eisini opin.

Stað: Brekkutún 6, Hoyvík

Kl. 10-17  Steinprent hevur opið

Framsýning við nýggjum verkum eftir 8 listafólkum – steinprent og trærelieff: Hanni Bjartalíð, Tóroddur Poulsen, Fríða Matras Brekku, Rannva Kunoy, Anna Seppala, Nina Kleivan, Julie Sass og Louise Aakerman.

Stað: Skálatrøð 16

Kl. 14-21  Havnarmyndir – fyrr og nú

Ólavsøkuframsýning við umleið 100 havnarmyndum á Reinsarínum. Magnus Gunnarsson og Tórshavnar kommuna skipa fyri.

Stað: Reinsaríið, Tórsgøta 3

Kl. 16-18  Hugbirtingar

Ólavsøkuframsýningin »Hugbirtingar« hjá Kára Svensson er opin í Gallarí Havnará.

Stað: Niels Finsens gøta 38

Kl. 16-20  Lions Tórshavn listaframsýning

Listaframsýningin í Müllers Pakkhúsi, har peningurin frá framsýningini fer óskerdur til vælgerandi endamál ella felagsskap.

Stað: Müllers Pakkhús, Sigmundargøta 21

Kl. 17  Handan av Hoyvíksvøllinum

Heðin Mortensen, borgarstjóri, handar FC Hoyvík vøllin, sum hevur fingið nýtt graslíki og betri kringumstøður. Familjuhugni við tónleiki, hoppiborg, kaffi og kaku. Grillin verður tendrað, so til ber eisini at keypa sær okkurt til matna.

Stað: Karlamagnusarbreyt 41A.

Kl. 19  Sangfagnaður í Ebenezer

Sangfagnaður í Ebenezer við ymiskum sangarum og tónleikarum. Svenning av Lofti skipar fyri.

Stað: Niels Finsens gøta 6.

Undirhald

Kl. 15 Faroe Pride 2023

Árliga Faroe Pride-skrúðgongan hjá LGBT+Føroyum byrjar við Tórsvøll, har litrík skelti, fløgg og annað verða býtt út. Gingið verður oman á Vaglið, har vit fara at fagna ymisleikanum við konsert, undirhaldi og litríkum ælabogum. Upphitingin byrjar við Tórsvøll kl. 15. Skrúðgongan byrjar at ganga klokkan 16.

Stað: Tórsvøllur oman á Vaglið

Kl. 17 Dystur millum lógkøn og hálshvít

Fótbóltsdystur millum politikarar og prestar. Stuðulstiltak til frama fyri Barnabata. Ókeypis atgongd.

Stað: Tórsvøllur

Ítróttur

Kl. 17-20  Ólavsøkurenningin 2023

Rennikapping fyri børn og vaksin á Skálatrøð.

Stað: Skálatrøð

Kl. 17  AB-B68

Fótbóltsdystur í Betrideildini inni í Vika á Argjum.

Stað: Skansin Arena/Inni í Vika

Kl. 19  FC Hoyvík–NSÍ

Landskappingardystur í 1. deild á Hoyvíksvølli. Í hálvleikinum verður tennisbóltakapping við góðum vinningum.

Stað: Karlamagnusarbreyt 41A

28. juli - ólavsøkuaftan
Tiltøk

Kl. 9-12  Listaframsýning – ST list

Forvitnislig listaframsýning hjá ST list er í matstovuni hjá FK í Hoyvík.

Stað: Brekkutún 9, Hoyvík

9-23  Fýramannafar sýnt fram

Nýtt fýramannafar, sum næmingar hjá Tórshavnar kvøldskúla hava smíðað, verður sýnt fram.

Stað: Sunnan fyri Müllers pakkhús

Kl. 10-17  Tjóðsavnið á Ólavsøku

Serframsýningin »Í skugganum« – søgan um fyrstu kvinnuligu fotografarnar úr Danmark, Føroyum og Íslandi. Fasta framsýningin og Hoyvíksgarður eru eisini opin.

Stað: Brekkutún 6, Hoyvík

Kl. 10-20  Steinprent hevur opið

Framsýning við nýggjum verkum eftir 8 listafólkum – steinprent og trærelieff: Hanni Bjartalíð, Tóroddur Poulsen, Fríða Matras Brekku, Rannva Kunoy, Anna Seppala, Nina Kleivan, Julie Sass og Louise Aakerman.

Stað: Skálatrøð 16

Kl. 11-20  Listasavn Føroya - ólavsøkuframsýning og serframsýning

Vælkomin á Listasavn Føroya á ólavsøku! Uppliv savnið, serframsýningina »Fortíð, nútíð og framtíð« og Ólavsøkuframsýningina. Keyp tær okkurt gott í Kafé List.

Stað: Gundadalsvegur 9

Kl. 12-17  Summarframsýningin 2023 - SÁPMI søgur

Ársins summarframsýning í Norðurlandahúsinum: Outi Pieski, Biret og Gáddjá Haarla Pieski (FI).

Stað: Norðari Ringvegur 14

Kl. 14-15  Skrúðgonga og setan

Skrúðgonga við hornblásarum, ítróttafólki og býráðslimum. Gingið verður úr Tróndargøtu við Finsen og oman á Vaglið, har Helgi Dam Ziska setir ólavsøkurøðuna 2023.

Stað: Vaglið

Kl. 14-20  Lions Tórshavn listaframsýning

Listaframsýningin í Müllers Pakkhúsi, har peningurin frá framsýningini fer óskerdur til vælgerandi endamál ella felagsskap.

Stað: Sigmundargøta 21

Kl. 14-20  Hugbirtingar

Ólavsøkuframsýningin »Hugbirtingar« hjá Kára Svensson er opin í Gallarí Havnará.

Stað: Niels Finsens gøta 38

Kl. 14-21  Havnarmyndir – fyrr og nú

Ólavsøkuframsýning við umleið 100 havnarmyndum á Reinsarínum. Magnus Gunnarsson og Tórshavnar kommuna skipa fyri.

Stað: Reinsaríið, Tórsgøta 3

Kl. 14-17.30  Listaframsýning í Williamsstovu

Astrid Mouritsen hevur listaframsýning í Williamsstovu.

Stað: Niels Finsens gøta 16

Kl. 15-19  Listaframsýning í Perluni

Jógvan Kristiansson Glerfoss, listamaður, hevur listaframsýning í Perluni.

Stað: Perlan, Tórsgøta 3

Kl. 15-19  Framsýning í Tilhaldinum

Myndafelagið Fokus hevur framsýning í Tilhaldinum. Kaffisøla og ókeypis atgongd. Øll eru vælkomin.

Stað: Tórsgøta 21

Kl. 15-18  Framsýning um Havnará

Framsýning við gomlum myndum av Havnará í Snarskivuni.

Stað: Vaglið 11

Kl. 15-19  Loyst úr leikum og lagdi

Søluframsýning við heimavirkisvørum í Müllers Pakkhúsi.

Stað: Sigmundargøta 21

Kl. 15-20  Ólavsøkuframsýningin 2023

Ólavsøkuframsýningin 2023 »Gerandis-opinberingar (Everyday Apocalypse)« hjá Listafelag Føroya í Listaskálanum er opin. Framsýningin er opin til og við 13. august 2023.

Stað: Gundadalsvegur 9

Kl. 16  Konsert í Havnar kirkju

Konsert við Ernst Sondum Dalsgarð og sangvinum.

Stað: Havnar kirkja

Kl. 16-19  Listaframsýning við Sigrun Gunnarsdóttir og Astrid Luihn

Framsýning við nýggjum málningum eftir Sigrun Gunnarsdóttir og Astrid Luihn. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, setir framsýningina, Petra Iversen syngur Kingo.

Stað: Smiðjan í Lítluvík

Kl. 16-20  Westward Ho opið skip

Sluppin Westward Ho hevur opið skip fyri almenninginum.

Stað: Høgukai

Kl. 17-18  Fólkafundur á Háskúlanum

Háskúlafelagið skipar fyri fólkafundi á Háskúlanum, har Bergljót av Skarði heldur røðu. Sigrid F. Hansen, Jónas Gaard og Filip Zachariassen spæla nøkur løg. Eisini verður felagssangur og farið verður upp á gólv.

Stað: Háskúlavegur 14

Kl. 17-18  Útifundur á Vaglinum

Frelsunarherurin hevur útifund á Vaglinum við Gamla Bókahandil.

Stað: Vaglið

Kl. 19-20  Útimøti – Gleðiboð

Útimøti hjá samkomuni Gleðiboð á torginum í Vágsbotni.

Stað: Vágsbotnur

Kl. 21  Útimøti

Útimøti á trappuni hjá Ebenezer.

Stað: Niels Finsens gøta 6

Kl. 22  Opið hús í Ebenezer

Ebenezer hevur opið hús.

Stað: Niels Finsens gøta 6

Kl. 22-24  Lovsangstiltak

Tey ungu í Meinigheitshúsinum í Havn bjóða til lovsangstiltak og drekka aftaná.

Stað: Húsagøta 1

Kl. 23-24  Útifundur á Vaglinum

Frelsunarherurin hevur útifund á Vaglinum við Gamla Bókahandil.

Stað: Vaglið

Undirhald

Kl. 13  Middagssangur við Jensinu

Stað: Trappan í Vágsbotni


Kl. 13-21
  Myndatøka á Hotel Hafnia

LittleManShouting við fotografinum Jørgen Neshamar-Asmussen, sum tekur einstaklinga - og bólkamyndir.

Stað: Áarvegur 8


Kl. 13-01  Kiwanis lutaseðlasøla

Lutaseðlar verða seldir fyri Kiwanis.

Stað: á Áarvegnum við Etika


Kl. 14-19 
Sjósavnið er opið

Hygg eftir føroyskum fiskum. Royn at nerta við sjóverur og hygg eftir løgna atburðinum hjá jákupsskeljunum. Royn teg sum krabbafiskara.

Stað: Rættargøta 8, Argir

Kl. 14-21  Go-cart fyri børn

Go-cart-koyring fyri børn á Vestaru Bryggju.

Stað: Vestara Bryggja

Kl. 14-21  ATV-koyring fyri børn

ATV-koyring fyri børn á Vestaru Bryggju.

Stað: Vestara Bryggja

Kl. 14-21  Paintball ung og vaksin

Paintball fyri ung og vaksin á Vestaru Bryggju (byrjar beint eftir kappróðurin).

Stað: Vestara Bryggja

Kl. 14-21  Ballónsøla

Skótafylki Sigmund Brestissonar selur ballónir.

Stað: Við Havnará 9

Kl. 14-22  Klintriveggur í Miðbýnum

Motus bjóðar klintriveggin hjá Sóljulon fram á ólavsøku.

Stað: Niels Finsens gøta 47

Kl. 14-22  Tivoli

Stórt tivoli við nógvum aktivitetum fyri børn og vaksin, so sum hoppiland, trampolinir, tombola, fiskibrunnur, wibeout, kaffisøla og nógv annað.

Stað: Jónas Broncks gøta 17

Kl. 14-23  Go-cart fyri ung og vaksin

Go-cart-koyring fyri ung og vaksin á Vestaru Bryggju.

Stað: Vestara Bryggja

Kl. 15  Angela og Hannibal

Stað: Grasagarður

Kl. 15-24  Hollywood opið hús

Keyp ein rúsfrían drykk, spæl eitt stuttligt spæl og hugna tær afturvið góðum tónleiki og tí góða huglagnum.

Stað: Kongagøta 8

Kl. 16  Kæti Barnaundirhald

Stað: Trappan í Vágsbotni

Kl. 16  Fríði Sigmundsson

Stað: Ráðhústrappan á Vaglinum

Kl. 16-20  Opið hús í Skansahúsinum

Vælkomin at støkka inn á gólvið til eitt prát við felagsskapirnar, ið eru í Skansahúsinum.

Stað: J.H. Schrøters gøta 11

Kl. 16-20  Familjukrókurin

Mammuhjálpin ynskir aftur í ár at gera ólavsøkuna lættari og hugnaligari hjá barnafamiljuni. Tí skipa vit fyri einum familjukróki á niðaru hædd í Skansahúsinum.

Stað: J.H. Schrøters gøta 11

Kl. 16-22  Ólavsøkubasarurin hjá KFUM

Eydnuhjól, 21-spæl, fiskibrunnur, matarsøla o.a.

Stað: Hoydalsvegur 6

Kl. 17  Gyklarin Rógvi

Stað: Grasagarður

Kl. 18  Xperiment

Stað: Ráðhústrappan á Vaglinum

Kl. 18-19  Konsert við GHM

GHM hevur konsert á Káta horni. Aftan á konsertina marsjerar orkestrið í miðbýnum.

Stað: Ebenezer-trappan

Kl. 19  Jónas Gaard við bólki

Stað: Ráðhústrappan á Vaglinum

Kl. 20-21  Herborg Torkilsdóttir live

Herborg Torkilsdóttir spælir live.

Stað: Essabarr, Áarvegur 7

Kl. 20-22  Harmonikuhugni

Harmonikuhugni við Jógvan Elias og vinmonnum.

Stað: Vágsbotnur 2

Kl. 20-04  Liv lívið

Ókeypis vatn og søla av rúsfríum drykkjum.

Stað: P-plássið hjá Mariu Poulsen við Tórsgøtu

Kl. 21  Jens Marni Hansen

Stað: Ráðhústrappan á Vaglinum

Kl. 21-23  Sergio Muñoz live

Sergio Muñoz spælir live í Essabarr.

Stað: Essabarr, Áarvegur 7

Kl. 22  Ólavur á Váli Olsen

Stað: Ráðhústrappan á Vaglinum

Kl. 22  Ólavsøkudansur

Ólavsøkudansur í Sjónleikarhúsinum.

Stað: Niels Finsens gøta 34

Kl. 23-03  Eyðun Nolsøe live

Eyðun Nolsøe spælir live í Essabarr.

Stað: Essabarr, Áarvegur 7

Kl. 23.30-03.30  Dansur í Havnar Klubba

Sommersom Band spælir.

Stað: Havnar Klubbi, Tinghúsvegur 8

Ítróttur

Kl. 13-18  Ólavsøkukappróðurin

Kappróður á ólavsøku. Søla av drykkjuvørum og matvørum. Gott undirhald fyri allar aldursbólkar. Vælumtókta Homlulandið. Alt er ókeypis í Homlulandinum.

Stað: Eystara Bryggja, Vestara Bryggja og Tinganes


Kl. 18  Kappsvimjing á vágni

Aftaná kappróðurin verður sum vant skipað fyri kappsvimjing á Vágni fram við Molanum.

Stað: Eystaravág

29. juli - ólavsøkudagur
Tiltøk

Kl. 9-23  Fýramannafar sýnt fram

Nýtt fýramannafar, sum næmingar hjá Tórshavnar kvøldskúla hava smíðað, verður sýnt fram.

Stað: Sunnan fyri Müllers pakkhús.


Kl. 10-11  Mariukirkjan

Gudstænasta í Mariukirkjuni.

Stað: Mariugøta 4

Kl. 10-17  Tjóðsavnið á Ólavsøku

Serframsýningin »Í skugganum« – søgan um fyrstu kvinnuligu fotografarnar úr Danmark, Føroyum og Íslandi. Fasta framsýningin og Hoyvíksgarður eru eisini opin.

Stað: Brekkutún 6, Hoyvík

Kl. 10-20  Steinprent hevur opið

Framsýning við nýggjum verkum eftir 8 listafólkum – steinprent og trærelieff: Hanni Bjartalíð, Tóroddur Poulsen, Fríða Matras Brekku, Rannva Kunoy, Anna Seppala, Nina Kleivan, Julie Sass og Louise Aakerman.

Stað: Skálatrøð 16

Kl. 11-20  Listasavn Føroya

Vælkomin á Listasavn Føroya á ólavsøku! Uppliv savnið, serframsýningina »Fortíð, nútíð og framtíð« og Ólavsøkuframsýningina. Keyp tær okkurt gott í Kafé List.

Stað: Gundadalsvegur 9

Kl. 11-20  Ólavsøkuframsýningin 2023

Ólavsøkuframsýningin 2023 »Gerandisopinberingar (Everyday Apocalypse)« hjá Listafelag Føroya í Listaskálanum er opin. Framsýningin er opin til og við 13. august 2023.

Stað: Gundadalsvegur 9

Kl. 11-12  Ólavsøkugudstænasta

Ólavsøkugudstænasta í Havnar kirkju. Ovi Brim prestur prædikar.

Stað: Havnar Kirkja

Kl. 12-13  Skrúðgonga og kórsangur

Skrúðgonga úr Havnar kirkju við løgtingslimum, prestum og øðrum embætisfólki niðan á Tinghúsvøllin, har ólavsøkukórið syngur undir leiðslu Tóru Vestergaards.

Stað: Tinghúsvøllurin, Vaglið

Kl. 12-17  Summarframsýningin 2023 - SÁPMI søgur

Ársins summarframsýning í Norðurlandahúsinum: Outi Pieski, Biret og Gáddjá Haarla Pieski (FI).

Stað: Norðari Ringvegur 14

Kl. 13 Løgtingið verður sett

Føroya løgting verður sett.

Stað: Tinghúsvegur 1-3

Kl. 14-17.30  Listaframsýning í Williamsstovu

Astrid Mouritsen hevur listaframsýning í Williamsstovu.

Stað: Niels Finsens gøta 16

Kl. 14-19  Listaframsýning í Perluni

Jógvan Kristiansson Glerfoss, listamaður, hevur listaframsýning í Perluni.

Stað: Tórsgøta 3

Kl. 14-19  Listaframsýning við Sigrun Gunnarsdóttir og Astrid Luihn

Framsýning við nýggjum málningum eftir Sigrun Gunnarsdóttir og Astrid Luihn.

Stað: Smiðjan í Lítluvík

Kl. 14-20  Lions Tórshavn Listaframsýning

Listaframsýningin í Müllers Pakkhúsi, har peningurin frá framsýningini fer óskerdur til vælgerandi endamál ella felagsskap.

Stað: Sigmundargøta 21

Kl. 14-20  Hugbirtingar

Ólavsøkuframsýningin »Hugbirtingar« hjá Kára Svensson er opin í Gallarí Havnará.

Stað: Niels Finsens gøta 38

Kl. 14-21  Havnarmyndir – fyrr og nú

Ólavsøkuframsýning við umleið 100 havnarmyndum á Reinsarínum. Magnus Gunnarsson og Tórshavnar kommuna skipa fyri.

Stað: Reinsaríið, Tórsgøta 3

Kl. 15-17  Licentia Poetica – poetiskur gongutúrur

Rithøvundafelag Føroya skipar fyri poetiskum gongutúri við yrkingaupplestri ymsastaðni í býnum. Túrurin byrjar eftir ætlan á Skinnaraskeri og endar í Hans Andriasar húsi, Undir Pisuvarða 2. Meira kunning á www.rit.fo. 

Stað: Ymsastaðni í býnum

Kl. 15-19  Framsýning í Tilhaldinum

Myndafelagið Fokus hevur framsýning í Tilhaldinum. Kaffisøla og ókeypis atgongd. Øll eru vælkomin.

Stað: Tilhaldið í Tórsgøtu 21

Kl. 15 -18  Framsýning um Havnará

Framsýning við gomlum myndum av Havnará í Snarskivuni.

Stað: Snarskivan, Vaglið 11

Kl. 15-19  Loyst úr leikum og lagdi

Søluframsýning við heimavirkisvørum í Müllers Pakkhúsi.

Stað: Sigmundargøta 21

Kl. 16-18  Býráðssalurin er opin

Høvi verður at síggja býráðssalin og málningalist.

Stað: Vaglið 13

Kl. 16-18  Móttøkuhúsið er opið

Tórshavnar móttøkuhús og myndasavn í Tróndargøtu er opið, og høvi er at síggja spennandi listasavnið hjá Tórshavnar kommunu.

Stað: Tróndargøta 42

Kl. 16-18  Ráðhúsið er opið

Høvi verður at síggja ráðhúsið og málningalist.

Stað: Vaglið 1

Kl. 16-20  Westward Ho opið skip

Sluppin Westward Ho hevur opið skip fyri almenninginum.

Stað: Høgukai

Kl. 17-18  Útifundur á Vaglinum

Frelsunarherurin hevur útifund á Vaglinum við Gamla Bókahandil.

Stað: Vaglið

Kl. 19  Fólkafundur á Doktaragrund

Aftur í ár skipar Unga Tjóðveldið fyri fólkafundi á Doktaragrund. Á skránni verða røður, tónleikur og skjaldur.

Stað: Doktaragrund úti á Reyni

Kl. 20-21.30  Ólavsøkumøti

Vælkomin á ólavsøkumøti í Meinigheitshúsinum í Havn. Sverri Steinhólm sóknarprestur boðar Guds orð, og Bárður á Lakjuni framførir.

Stað: Húsagøta 1

Kl. 21  Útimøti

Útimøti á trappuni hjá Ebenezer.

Stað: Niels Finsens gøta 6

Kl. 22  Opið hús í Ebenezer

Ebenezer hevur opið hús.

Stað: Niels Finsens gøta 6

Kl. 23-24  Útifundur á Vaglinum

Frelsunarherurin hevur útifund á Vaglinum við Gamla Bókahandil.

Stað: Vaglið

Kl. 24-01  Midnáttarsangur

Midnáttarsangur og føroyskur dansur á Vaglinum, sum Petur Olivar í Hoyvík skipar.

Stað: Vaglið

Undirhald

Kl. 14-19  Sjósavnið er opið

Hygg eftir føroyskum fiskum. Royn at nerta við sjóverur og hygg eftir løgna atburðinum hjá jákupsskeljunum. Royn teg sum krabbafiskara.

Stað: Rættargøta 8, Argir.

Kl. 14-21  Go-cart fyri børn

Go-cart-koyring fyri børn á Vestaru Bryggju.

Stað: Vestara Bryggja

Kl. 14-21  ATV-koyring fyri børn

ATV-koyring fyri børn á Vestaru Bryggju.

Stað: Vestara bryggja

Kl. 14-21  Paintball ung og vaksin

Paintball fyri ung og vaksin á Vestaru Bryggju (byrjar beint eftir kappróðurin).

Stað: Vestara Bryggja

Kl. 14-21  Ballónsøla

Skótafylki Sigmund Brestissonar selur ballónir.

Stað: Við Havnará 9

Kl. 14-22  Klintriveggur í Miðbýnum

Motus bjóðar klintriveggin hjá Sóljulon fram á ólavsøku.

Stað: Niels Finsens gøta 47

Kl. 14-22  Tivoli

Stórt tivoli við nógvum aktivitetum fyri børn og vaksin, so sum hoppiland, trampolinir, tombola, fiskibrunnur, wibeout, kaffisøla og nógv annað.

Stað: Jónas Broncks gøta 17

Kl. 14-22  Ólavsøkubasarurin hjá KFUM

Eydnuhjól, 21-spæl, fiskibrunnur, matarsøla o.a.

Stað: Hoydalsvegur 6

Kl. 14-23  Go-cart fyri ung og vaksin

Go-cart-koyring fyri ung og vaksin á Vestaru Bryggju.

Stað: Vestara Bryggja

Kl. 15  Barna- og dansiløta við Hera

Stað: Grasagarður

Kl. 15  Havnar Hornorkestur

Konsert við Havnar Hornorkestri á pallinum í Vágsbotni.

Stað: Vágsbotnur

Kl. 15-23  Myndatøka á Hotel Hafnia

LittleManShouting við fotografinum Jørgen Neshamar-Asmussen, sum tekur einstaklinga- og bólkamyndir á veghæddini á Hotel Hafnia.

Stað: Áarvegur 8

Kl. 15-24  Hollywood opið hús

Keyp ein rúsfrían drykk, spæl eitt stuttligt spæl og hugna tær aftur við góðum tónleiki og tí góða huglagnum.

Stað: Kongagøta 8

Kl. 16  Angela og Hannibal

Stað: Trappan í Vágsbotni

Kl. 16  Havnar Harmonikufelag

Stað: Ráðhústrappan á Vaglinum

Kl. 16-20  Opið hús í Skansahúsinum

Vælkomin at støkka inn á gólvið til eitt prát við felagsskapirnar, ið eru í Skansahúsinum. Stað: J.H. Schrøters gøta 11

Kl. 16-20  Familjukrókurin

Mammuhjálpin ynskir aftur í ár at gera ólavsøkuna lættari og hugnaligari hjá barnafamiljuni. Tí skipa vit fyri einum familjukróki á niðaru hædd í Skansahúsinum.

Stað: Skansahúsið, J.H. Schrøters gøta 11

Kl. 16-01  Kiwanis lutaseðlasøla

Lutaseðlar verða seldir fyri Kiwanis.

Stað: Á Áarvegnum við Etika

Kl. 17  Gyklarin Ásbjørn

Stað: Grasagarður

Kl. 18  Gospelkórið Brak

Stað: Ráðhústrappan á Vaglinum

Kl. 19  Herborg Torkilsdóttir og Rakul Petersen

Stað: Ráðhústrappan á Vaglinum

Kl. 20  Ingi Poulsen

Stað: Ráðhústrappan á Vaglinum

Kl. 20-22  Harmonikuhugni

Harmonikuhugni við Jógvan Elias og vinmonnum.

Stað: Vágsbotnur

Kl. 20-04  Liv lívið

Ókeypis vatn og søla av rúsfríum drykkjum.

Stað: P-plássið hjá Mariu Poulsen við Tórsgøtu

Kl. 22  Signar í Homrum og John Johannesen

Stað: Ráðhústrappan á Vaglinum

Kl. 23-03  Páll Brim og Brynjar live

Páll Brim og Brynjar spæla live í Essabarr.

Stað: Essabarr, Áarvegur 7

Kl. 24  Ólavsøkudansur

Ólavsøkudansur í Sjónleikarhúsinum

Stað: Niels Finsens gøta 34

Ítróttur

Kl. 15  Kappríðing

Føroya Ríðingarfelag skipar fyri kappríðing í Marknagili.

Stað: Marknagil uppi við Oyggjarvegin

Kl. 17  TB-ÍF

Landskappingardystur í Betrideildini á Tórsvølli millum TB og ÍF.

Stað: Tórsvøllur, Gundadalur

30. juli
Tiltøk

Kl. 10-17  Tjóðsavnið á ólavsøku

Serframsýningin »Í skugganum« – søgan um fyrstu kvinnuligu fotografarnar úr Danmark, Føroyum og Íslandi. Fasta framsýningin og Hoyvíksgarður eru eisini opin.

Stað: Brekkutún 6, Hoyvík

Kl. 11-17  Listasavn Føroya

Vælkomin á Listasavn Føroya á ólavsøku! Uppliv savnið, serframsýningina »Fortíð, nútíð og framtíð« og Ólavsøkuframsýningina. Keyp tær okkurt gott í kafé list.

Stað: Gundadalsvegur 9

Kl. 12-17  Summarframsýningin 2023: SÁPMI søgur

Ársins summarframsýning í Norðurlandahúsinum: Outi Pieski, Biret og Gáddjá Haarla Pieski (FI).

Stað: Norðari Ringvegur 14

Kl. 14-21  Havnarmyndir – fyrr og nú

Ólavsøkuframsýning við umleið 100 havnarmyndum á Reinsarínum. Magnus Gunnarsson og Tórshavnar kommuna skipa fyri.

Stað: Reinsaríið, Tórsgøta 3

Kl. 14-18  Listaframsýning í Perluni

Jógvan Kristiansson Glerfoss, listamaður, hevur listaframsýning í Perluni.

Stað: Perlan, Tórsgøta 3

Kl. 14-18  Hugbirtingar

Ólavsøkuframsýningin »Hugbirtingar« hjá Kára Svensson er opin í Gallarí Havnará.

Stað: Niels Finsens gøta 38

Kl. 14-19  Listaframsýning við Sigrun Gunnarsdóttir og Astrid Luihn

Framsýning við nýggjum málningum eftir Sigrun Gunnarsdóttir og Astrid Luihn í Smiðjuni í Lítluvík.

Stað: Smiðjan í Lítluvík

Kl. 15-19  Loyst úr leikum og lagdi

Søluframsýning við heimavirkis­vørum í Müllers Pakkhúsi.

Stað: Sigmundargøta 21

Kl. 16-20  Lions Tórshavn Listaframsýning

Listaframsýningin í Müllers Pakkhúsi, har peningurin frá framsýningini fer óskerdur til vælgerandi endamál ella felagsskap.

Stað: Sigmundargøta 21

Kl. 18  Sangløta

Sangløta í salinum hjá Frelsunarherinum.

Stað: Tórsgøta

Middagssangur

Middagssangur á Trappuni

Fríggjadagin 28. juli kl. 13 verður middagssangur á Trappuni í Vágsbotni. Jensina Olsen skipar fyri. Í sangheftinum eru 10 ymiskir sangir, sum tú sært við at trýsta á leinkið niðanfyri.

Middagssangur á Trappuni - sanghefti

Ólavsøkuróðurin
Ólavsøkuróðurin

Keyp atgongumerki til ólavsøkuróðurin á alnótini

Ólavsøkuróðurin verður fríggjadagin 28. juli kl. 13-18. Klokkan 13 byrjar barnaróðurin, og klokkan 15 byrjar vaksnaróðurin. Atgongumerki til kappróðurin kunnu keypast á alnótini.

Atgongumerki til ólavsøkuróðurin (atgongumerki.fo)

Midnáttarsangur
Midnáttarsangur

Sanghefti til snildfonina

Niðanfyri kanst tú taka sangheftið niður á snildfonina. Sangheftið fæst eisini í Snarskivuni og Visit Tórshavn í vanligari upplatingartíð. Tá midnáttarsangurin er, býta vit eisini sanghefti út við ovaru hurðina í býráðssalinum.

Syngið við - ólavsøkusanghefti 2023

Serflutningur
Serflutningur

Serflutningur og pláss til rørslutarnað

Á ólavsøku verður miðbýurin stongdur fyri ferðslu, og tað ber ikki til at koyra oman í Steinatún. Undantøk verða tó gjørd fyri bussleiðina, bygdaleiðir og fyri akfør, ið flyta fólk, ið nýta rullistól, og sum ynskja at verða sett av í Steinatúni.

Fyri at sleppa innum avmarkingarnar í Bøkjarabrekku og Niels Winthers gøtu er tó neyðugt, at serflutningsakfarið er eyðmerkt við skrásetingarnummari og kontaktpersóni áðrenn ólavsøku, soleiðis at vaktarhaldið á staðnum veit, hvørji akfør eru góðkend at koyra oman í Steinatún.

Serflutningsbussurin hjá Tórshavnar kommunu, sum verður nógv bílagdur til flutning av fólki í rullustóli, er góðkendur frammanundan. Fólk, ið brúka hendan bussin, nýtast tí ikki at gera vart við seg. Onnur, ið vara av akførum til flutning av fólki í rullistóli, verða biðin um at siga kommununi frá, um tey ynskja at nýta henda møguleikan á ólavsøku. Tað kanst tú gera við at senda kommununi ein teldupost á torshavn@torshavn.fo við navn og telefonnummar hjá kontaktpersóni umframt skrásetingarnummarið á akfarinum.

Legg til merkis, at tað ber eisini til at koyra oman á parkeringsøkið á Skálatrøð á ólavsøku, og eftir kappróðurin er koyrandi til parkeringsøkið á Bursatanga.

Framman fyri H.N. Jacobsens bókahandli eru pláss sett av til fólk í rullistólum undir setanini ólavsøkuaftan og undir skrúðgonguni og kórsanginum ólavsøkudag.

Ferðslan á ólavsøku

Partar av miðbýnum eru stongdir fyri ferðslu, meðan ólavsøkan er. Ferðsluforðingar verða settar upp av trygdarávum. Í ávísum støðum er vaktarhald, ið kann loyva neyðsynjarakførum, bussleiðini og øðrum frammanundan góðkendum akførum inn. Á kortunum niðanfyri sært tú, hvar og nær ferðsluavmarkingar eru í býnum.

Ferðslan frá 27. juli

  • Hósdagin 27. juli kl. 9 til sunnudagin 30. juli kl. 12
    Niels Finsens gøta er stongd fyri ferðslu frá Sverrisgøtu til Vaglið. Gjørt verður klárt til Pride-konsert og ólavsøkubásar.

  • Hósdagin 27. juli kl. 9-20
    Ferðslan í Mylnugøtu er einvegis niðaneftir, meðan gjørt verður klárt til pallin hjá Pride-konsertini og ólavsøkurenningin er á skrá.

  • Hósdagin 27. juli kl. 18 til sunnudagin 30 juli kl 12
    Partur av Húsabrúgv er stongdur fyri ferðslu. KVF setir upp pallar til upptøkutól.

  • Hósdagin 27. juli kl. 16 til sunnudagin 30. juli kl. 12
    Vágsbotnur er stongdur fyri ferðslu frá Bøgøtu til Tórsgøtu. Ólavsøkubásar verða settir upp í Vágsbotni. Tó ber til hjá teimum, ið hava atgongd til økið undir Bryggjubakka at koyra, inntil alt verður stongt av ólavsøkuaftan. Koyrast skal tá eftir Vágsbotni og ikki niðan Mylnugøtu.

  • Hósdagin 27. juli kl. 18 til 20
    Skálatrøð og økið undir Bakka er stongt fyri ferðslu. Ólavsøkurenningin hjá Bragdinum er á skránni.

Ferðslan 28.-30. juli

  • Fríggjadagin 28. juli kl. 13-14
    Tróndargøta er stongd fyri ferðslu frá Sjúrðargøtu oman til Kongagøtu. Skrúðgongan verður fyrireikað.

  • Fríggjadagin 28. juli kl. 12-19
    Eystara Bryggja frá Havnargøtu til Jónas Broncks gøtu er stongd. Kappróður er á skránni.

  • Fríggjadagin 28. juli kl. 10 til sunnudagin 30. juli kl. 12
    Áarvegur, Mylnugøta, Tórsgøta, Vágsbotnur og Niels Finsens gøta, frá sjónleikarhúsinum oman á Vaglið, eru stongd fyri ferðslu. Innkoyringin til parkeringsøkið á Skálatrøð verður úr Bøgøtu, og útkoyringin verður niðan eftir Sigmundargøtu. Bøgøta verður sostatt stongd fyri ferðslu av Skálatrøð. Hetta tíðarskeiðið er ferðsla ikki loyvd eftir Niels Finsens gøtu og Bøkjarabrekku tvørturum Steinatún. Bara býarbussarnir, bygdaleiðirnar og frammanundan góðkend akfør eru undantikin.

Bussleiðin á ólavsøku

Bussleiðin koyrir eftir serstakari ferðaætlan ólavsøkuaftan og ólavsøkudag. Trýst á leinkið niðanfyri, so sært tú ferðaætlanina. Vilt tú vita, hvar bussarnir eru beint nú, kanst tú síggja tað á sonakortinum »Hvar er bussurin?«.

Bussleiðin á ólavsøku 2023

Hvar er bussurin beint nú?

Parkering

Eins og í fjør ber til at seta bilin frá sær á Skálatrøð. Innkoyringin til Skálatrøð er tó broytt soleiðis, at tú skalt koyra omaneftir Gríms Kambans gøtu og Bøgøtu og snara inn niðanfyri Smiðjuna í Lítluvík fyri at sleppa inn á parkeringsøkið á Skálatrøð. Ein fyribils innkoyring er gjørd við Smiðjuna í Lítluvík.

Bilar, ið fara av Skálatrøð, sleppa bara niðan eftir Sigmundargøtu.

Trygd

Á ólavsøku skipar Tórshavnar kommuna fyri trygdarátøkum í samstarvi við aðrar myndugleikar.

Ferðsluforðingar eru settar upp kring miðbýin, og um kvøldið og náttina ólavsøkuaftan og ólavsøkudag ganga samarittar hjá Reyðakrossi runt í býnum, soleiðis at tað ber til at veita skjóta hjálp, um tørvur er á tí. Samarittarnir halda til í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu 8.

Í Steinatúni verður skipað fyri vaktarhaldi, so bussleiðin kann virka ótarnað, og í Vágsbotni er vaktarhald framvið sjóvarmálan.

Undir midnáttarsanginum savnast tilbúgvingin á loftinum í Ráðhúsinum fyri at hava eftirlit við mannamúgvuni á Vaglinum.

Stuðlið ítróttinum
Stuðlið ítróttinum

Vilt tú stuðla ítróttinum á ólavsøku?

Vilt tú stuðla ítróttarfeløgunum á ólavsøku, skalt tú leita tær oman í gongugøtuna og oman á parkeringplássið í Tórsgøtu, har fótbólts- og handbóltsfeløgini hava básar við sølu og spæli Við Betri banka í gongugøtuni standa tjøldini hjá B36 og FC Hoyvík, og hinumegin vegin við Býráðssalin stendur tjaldið hjá HB og pylsuvognurin hjá AB.

Á parkeringsplássinum niðast í Tórsgøtu halda handbóltsfeløgini í kommununi til. Har standa tjøldini hjá H71, Kyndli og Neistanum umframt vognurin við 7D-biografinum hjá ÍA.

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15