Tú sært øll ólavsøkutiltøkini í Tímanum. Vel »ólavsøka« undir filtur, so sært tú skránna í tíðarrað. Tú kanst eisini sálda soleiðis, at tú til dømis bara sært tónleika- ella ítróttartiltøkini á ólavsøku.
Skipar tú fyri tiltaki á ólavsøku, kanst tú eisini sjálv leggja títt tiltak út. Tað er ókeypis og ómakaleyst. Tiltakskalendarin finst bæði á føroyskum og enskum.
Ynskir tú eina pappírsútgávu av skránni, kanst tú prenta hana út á telduni við at trýsta á knøttin »prenta ólavsøkuskránna«. Vilt tú tryggja tær, at tú altíð sært eina dagførda skrá, er tó frægast at fylgja við á Tímanum.
Mánadagin 28. juli er skrúðgonga og setan frá klokkan 14. Kom til skrúðgongu við hornblásarum, ítróttafólki og býráðslimum. Gingið verður úr Tróndargøtu við Finsen og oman á Vaglið, har Turið Arge Samuelsen setir ólavsøkuna 2025.
Mánadagin 28. juli er ólavsøkuróður frá klokkan 13 til klokkan 18. Barnaróðurin byrjar klokkan 13, vaksnaróðurin klokkan 15. Keyp atgongumerki til róðurin her:
Mánadagin 28. juli er skrúðgonga úr Havnar kirkju við løgtingslimum, prestum og øðrum embætisfólki niðan á Tinghúsvøllin, har Ólavsøkukórið syngur undir leiðslu av Paula í Sandagerði.
Les alt um midnáttarsangin og tak sangheftið niður á Tímanum. Vit býta eisini sanghefti út við ovaru hurðina í býráðssalinum, tá ið midnáttarsangurin er.
Vilt tú stuðla ítróttarfeløgunum á ólavsøku, skalt tú leita tær oman í gongugøtuna og oman á parkeringplássið í Tórsgøtu, har ítróttarfeløg hava básar við sølu og spæli. Við Betri banka í gongugøtuni standa tjøldini hjá Neistanum og FC Hoyvík, og hinumegin vegin við býráðssalin stendur tjaldið hjá HB og pylsuvognurin hjá AB.
Á parkeringsplássinum niðast í Tórsgøtu eru tjøldini hjá H71, Havnar badmintonfelag og Ljósinum.
| Monday | 9 | - | 16 |
| Tuesday | 9 | - | 16 |
| Wednesday | 9 | - | 16 |
| Thursday | 9 | - | 16 |
| Friday | 9 | - | 15 |