Lat aftur
Tema
Ólavsøka 2026
Vælkomin á ólavsøku Vælkomin á ólavsøku
Vælkomin á ólavsøku

Kom við til skrúðgongu, kappróður, framsýningar, spælibásar, middagssang, midnáttarsang, føroyskan dans og mangt annað á ólavsøku.

Les alt um ólavsøkuna her.

Ólavsøkan á Tímanum Ólavsøkan á Tímanum
Ólavsøkan á Tímanum

Vel tíni yndistiltøk, goym tey á snildfonini ella deil eitt tiltak við ein vin. Tímin fæst eisini á enskum.

Tímin events (in English)

Ólavsøkan á tímin.fo
Midnáttarsongur Midnáttarsongur
Midnáttarsongur

Tak sangheftið til midnáttarsangin niður til snildfonina her.

Vit býta eisini sanghefti út við ovaru hurðina í býráðssalinum, tá ið midnáttarsangurin er.

Syngið við – Midnáttarsongur 2026

Ólavsøkuróðurin Ólavsøkuróðurin
Ólavsøkuróðurin

Týsdagin 28. juli er ólavsøkuróður frá klokkan 13 til klokkan 18. Keyp tær atgongumerki til róðurin her:

Ólavsøkuróðurin 2026 (timin.fo)
Brúka Bussleiðina á ólavsøku Brúka Bussleiðina á ólavsøku
Brúka Bussleiðina á ólavsøku

Bussleiðin koyrir eftir serstakari ferðaætlan ólavsøkuaftan og ólavsøkudag.

Bussleiðin á ólavsøku 2026
Eykatúrur til Nólsoyingar og Hestfólk 29. juli Eykatúrur til Nólsoyingar og Hestfólk 29. juli
Eykatúrur til Nólsoyingar og Hestfólk 29. juli

Erla Kongsdóttir siglir av Havnini til Nólsoyar klokkan 01.30 aftaná midnáttarsangin 29. juli. Báturin leggur eisini at í Hesti.

Ólavsøka 2026

Kom við til skrúðgongu, kappróður, framsýningar, spælibásar, middagssang, midnáttarsang, føroyskan dans og mangt annað á ólavsøku. Á hesari síðuni finnur tú leinki til skránna, yvirlit yvir ferðsluna og kunning um trygdarviðurskiftini á ólavsøkuni.

Skránna finnur tú í tiltakskalendaranum Tímin. Vilt tú hava eina pappírsútgávu av skránni, kanst tú fara inn á Tíman og prenta tær hana út. Gev gætur, at talgilda skráin á Tímanum verður framhaldandi dagførd, so hvørt sum fyriskiparar leggja síni tiltøk út. 

Tímin.fo
Tímin.fo

Ólavsøkuskráin

Tú sært øll ólavsøkutiltøkini í Tímanum. Vel »Ólavsøka« undir filtur, so sært tú skránna í tíðarrað. Tú kanst eisini sálda tiltøkini, soleiðis at tú til dømis bara sært tónleika- ella ítróttartiltøkini.

Skipar tú fyri tiltaki á ólavsøku, kanst tú sjálv leggja títt tiltak út. Tað er ómakaleyst og ókeypis. Minst bara til at leggja tiltakið inn í góðari tíð, so vit kunnu náa at góðkenna tað. Tiltakskalendarin finst bæði á føroyskum og enskum.

Vilt tú hava eina pappírsútgávu av skránni, far so inn á Tíman, trýst á knøttin »Filtur«, vel »Ólavsøka« og trýst síðan á gula knøttin »Prenta ólavsøkuskránna«. Tað er tó frægast at fylgja við á Tímanum, tí har sært tú altíð eina dagførda skrá.

Tímin (tímin.fo)

Tímin events (in English)

Setan
Setan

Ólavsøkan verður sett

Týsdagin 28. juli er skrúðgonga og setan frá klokkan 14. Kom til skrúðgongu við hornblásarum, ítróttarfólki og býráðslimum. Gingið verður úr Tróndargøtu við Finsen oman á Vaglið, har Debes Hammershaimb Christiansen setir ólavsøkuna.

Skrúðgonga og setan (tímin.fo)

Ólavsøkuróðurin
Ólavsøkuróðurin

Atgongumerki til ólavsøkuróðurin

Týsdagin 28. juli er ólavsøkuróður frá klokkan 13 til klokkan 18. Barnaróðurin byrjar klokkan 13, vaksnaróðurin klokkan 15. Keyp tær atgongumerki til róðurin her:

Ólavsøkuróðurin 2026 (tímin.fo)

Skrúðgonga og kórsongur
Skrúðgonga og kórsongur

Skrúðgonga og kórsongur

Mikudagin 29. juli er skrúðgonga úr Havnar Kirkju við løgtingslimum, prestum og øðrum embætisfólki niðan á Tinghúsvøllin, har Ólavsøkukórið syngur undir leiðslu av Ásbjørn Berthelsen.

Skrúðgonga og kórsongur (tímin.fo)

Midnáttarsongur
Midnáttarsongur

Midnáttarsongur og sanghefti

Les alt um midnáttarsangin og tak sangheftið niður á Tímanum. Vit býta eisini sanghefti út við ovaru hurðina í býráðssalinum, tá ið midnáttarsangurin er.

Midnáttarsongur og føroyskur dansur (tímin.fo)

Serflutningur og pláss til rørslutarnað

Á ólavsøku er miðbýurin stongdur fyri ferðslu, og tað ber ikki til at koyra oman í Steinatún. Undantøk verða tó gjørd fyri bussleiðina, bygdaleiðir og fyri akfør, sum flyta fólk, ið nýta koyristól, og sum ynskja at verða sett av í Steinatúni.

Fyri at sleppa innum ferðsluforðingarnar í Bøkjarabrekku og Niels Winthers gøtu, skal serflutningsakfarið tó vera eyðmerkt við skrásetingarnummari og kontaktpersóni áðrenn ólavsøku. Tí vaktarhaldið á staðnum má vita, hvørji akfør hava loyvi til at koyra oman í Steinatún.

Varir tú av akførum til flutning av fólki í koyristóli, sum ynskja at nýta møguleikan at koyra oman í Steinatún á ólavsøku, skalt tú siga kommununi frá frammanundan. Tað kanst tú gera við at senda kommununi ein teldupost á torshavn@torshavn.fo við navn og telefonnummari hjá kontaktpersóni. Minst eisini til at upplýsa skrásetingarnummarið á akfarinum.

Legg til merkis, at tað ber eisini til at koyra oman á parkeringsøkið á Skálatrøð á ólavsøku. Aftaná kappróðurin er somuleiðis koyrandi til parkeringsøkið á Bursatanga.

 

Serflutningsbussurin

Situr tú í koyristóli, kanst tú brúka serflutningsbussin hjá Tórshavnar kommunu. Serflutningsbussurin nýtist ikki at gera vart við seg, tí hann verður nógv bílagdur til flutning av fólki í koyristóli og er tískil góðkendur frammanundan.

Pláss á Vaglinum til rørslutarnað

Pláss eru sett av við ráðhúsið til fólk í koyristólum undir setanini ólavsøkuaftan og undir midnáttarsanginum.

Ferðslan á ólavsøku

Partar av miðbýnum eru stongdir fyri ferðslu, meðan ólavsøkan er. Ferðsluforðingar verða settar upp av trygdarávum. Í ávísum støðum er vaktarhald, ið kann loyva neyðsynjarakførum, bussleiðini og øðrum frammanundan góðkendum akførum inn. Niðanfyri sært tú, hvar og nær ferðsluavmarkingar eru í býnum.

27. juli 2026: Vegir stongdir í sambandi við ólavsøkufyrireiking og tiltøk

Fleiri vegir eru stongdir í miðbýnum og í Gundadali mánadagin 27. juli í sambandi við ólavsøkufyrireiking, ólavsøkurenning og pridegongu.

 

 

  • 27. juli klokkan 8 til 30. juli klokkan 12
    Vágsbotnur er stongdur frá Bøgøtu til Tórsgøtu. Ólavsøkubásar verða settir upp í Vágsbotni. Tó ber til hjá teimum, ið hava atgongd til økið undir Bryggjubakka, at koyra, inntil alt verður stongt av ólavsøkuaftan. Koyrast skal tá eftir Vágsbotni og ikki niðan Mylnugøtu

  • 27. juli klokkan 8 til 30. juli klokkan 20
    Parkeringsøkið í Tórsgøtu er stongt

  • 27. juli klokkan 8 til 28. juli klokkan 20
    Parkeringsøkið á Bursatanga er stongt

  • 27. juli klokkan 8 til mikudagin 30. juli klokkan 8
    Niels Finsens gøta er stongd frá Sverrisgøtu til Vaglið. Gjørt verður klárt til Pride-konsert og ólavsøkubásar

  • 27. juli klokkan 9 til mikudagin 30. juli klokkan 8
    Sverrisgøta er stongd frá Magnusar Heinasonar gøtu oman til Tórsgøtu 
    Tórsgøta er stongd frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn

  • 27. juli klokkan 8 til 27. juli klokkan 20
    Ferðslan í Mylnugøtu er einvegis niðaneftir, meðan gjørt verður klárt til pallin hjá Pride-konsertini og ólavsøkurenningin er á skrá

  • 27. juli klokkan 15 til 16
    Gundadalsvegur er stongdur frá R. C. Effersøes gøtu yvir til Nainu

  • 27. juli klokkan 18 til mikudagin 30. juli klokkan 12
    Partur av Húsabrúgv er stongdur. KVF setir upp pallar til upptøkutól

  • 27. juli klokkan 18 til 27. juli klokkan 20 
    Skálatrøð er stongd frá Bøgøtu til Skiparagøtu. Ólavsøkurenningin hjá Bragdinum er á skránni

  • 27. juli klokkan 18 til 27. juli klokkan 20
    Undir Bryggjubakka er stongd
    Bøgøta er stongd frá Skálatrøð til Gríms Kambans gøtu
28. juli til 30. juli 2026: Vegir stongdir í miðbýnum í sambandi við ólavsøku

Fleiri vegir eru stongdir í miðbýnum frá týsdegnum 28. juli til hósdagin 30. juli í sambandi við ólavsøkuna.

Innkoyringin til parkeringsøkið á Skálatrøð verður úr Bøgøtu, og útkoyringin verður niðan eftir Sigmundargøtu. Bøgøta verður sostatt stongd fyri ferðslu av Skálatrøð.

Hetta tíðarskeiðið er ferðsla ikki loyvd eftir Niels Winthers gøtu og Bøkjarabrekku tvørturum Steinatún. Bara býarbussarnir, bygdaleiðirnar og frammanundan góðkend akfør verða loyvd ígjøgnum, har trygdarforðingar og vaktarhald er.

Ólavsøkudag frá klokkan 05 til 10 er tó gjørligt hjá teimum, ið hava tørv á at sleppa inn í miðbýin við vøru at koyra gjøgnum Steinatún og oman Tórsgøtu, og út aftur gjøgnum Vágsbotn til Skálatrøð og niðan Sigmundargøtu. Sama er galdandi frá klokkan 06 tann 30. juli.

  • 28. juli klokkan 8-19
    Eystara Bryggja er stongd frá Havnargøtu til Jónas Broncks gøtu. Eisini Erling Jals gøta er stongd. Kappróður er á skránni
  • 28. juli klokkan 13-14
    Tróndargøta er stongd frá Sjúrðargøtu oman til Kongagøtu. Skrúðgongan verður fyrireikað

  • 28. juli klokkan 14-21
    Doktara Jakobsens gøta er stongd frá Bøgøtu til Dalavegin. Tiltak er á gøtuni

  • 28. juli klokkan 10 til mikudagin 30. juli klokkan 12
    Áarvegur, Mylnugøta, Tórsgøta, Vágsbotnur og Niels Finsens gøta eru stongd frá Sjónleikarhúsinum oman á Vaglið. Somuleiðis eru Tinghúsvegurin (niðan til Bøkjarabrekku), Sverrisgøta, Áarvegur, Bryggjubakki, Undir Bryggjubakka, Steinatún og Bøkjarabrekka stongd saman við parti av Jóanesar Paturssonar gøtu.
    Innkoyringin til parkeringsøkið á Skálatrøð verður úr Bøgøtu, og útkoyringin verður niðan eftir Sigmundargøtu. Bøgøta verður sostatt stongd fyri ferðslu av Skálatrøð. Hetta tíðarskeiðið er ferðsla ikki loyvd eftir Niels Winthers gøtu og Bøkjarabrekku tvørturum Steinatún. Bara býarbussarnir, bygdaleiðirnar og frammanundan góðkend akfør eru undantikin
Tak bussin á ólavsøku
Tak bussin á ólavsøku

Bussleiðin á ólavsøku

Bussleiðin koyrir eftir serstakari ferðaætlan ólavsøkuaftan og ólavsøkudag. Trýst á leinkið niðanfyri, so sært tú ferðaætlanina. Vilt tú vita, hvar bussarnir eru beint nú, kanst tú síggja tað á sonakortinum »Hvar er bussurin?«.

Bussleiðin á ólavsøku 2026

Hvar er bussurin beint nú?

Eykatúrur til Nólsoyar og Hest 29. juli

Erla Kongsdóttir siglir av Havnini til Nólsoyar aftaná midnáttarsangin 29. juli klokkan 01.30. Báturin leggur síðan at í Hesti, áðrenn hann fer á Gomlurætt. Báturin tekur 96 ferðafólk.

Parkering

Tað ber til at seta bilin frá sær á Skálatrøð. Innkoyringin til Skálatrøð er tó broytt soleiðis, at tú skalt koyra oman eftir Gríms Kambans gøtu og Bøgøtu og snara inn niðanfyri Smiðjuna í Lítluvík fyri at sleppa inn á parkeringsøkið á Skálatrøð. Ein fyribils innkoyring er gjørd við Smiðjuna í Lítluvík.

Bilar, ið fara av Skálatrøð, sleppa bara niðan eftir Sigmundargøtu.

Trygdin á ólavsøku

Á ólavsøku skipar Tórshavnar kommuna fyri trygdarátøkum í samstarvi við aðrar myndugleikar. 

Ferðsluforðingar eru settar upp kring miðbýin, og um kvøldið og náttina ólavsøkuaftan og ólavsøkudag ganga samarittar hjá Reyðakrossi runt í býnum, soleiðis at tað ber til at veita skjóta hjálp, um tørvur er á tí. Samarittarnir halda til í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu 8.

Í Steinatúni verður skipað fyri vaktarhaldi, so bussleiðin kann virka ótarnað, og í Vágsbotni er vaktarhald framvið sjóvarmálan.

Undir midnáttarsanginum savnast tilbúgvingin á loftinum í Ráðhúsinum fyri at hava eftirlit við mannamúgvuni á Vaglinum.

Stuðlið ítróttinum
Stuðlið ítróttinum

Vilt tú stuðla ítróttinum á ólavsøku?

Vilt tú stuðla ítróttarfeløgunum á ólavsøku, skalt tú leita tær oman á gongugøtuna, parkeringplássið í Tórsgøtu og Vágsbotn, har ítróttarfeløg hava básar við sølu og spæli. Við Betri banka í gongugøtuni standa tjøldini hjá Neistanum og FC Hoyvík, og hinumegin vegin við býráðssalin stendur tjaldið hjá HB og pylsuvognurin hjá AB.

Á parkeringsplássinum niðast í Tórsgøtu eru tjøldini hjá H71, Havnar badmintonfelag og Kyndli. Og í Vágsbotni er Havnar Tennisfelag.

KÍF skipar harafturat fyri tivoli í Gundadalshøllini saman við Tatanka.

Hvar finni eg vesini í miðbýnum?

Á ólavsøku er roynt at bøta um vesiumstøðurnar í miðbýnum. Umframt almennu vesini í Finsen, Steinatúni og Undir Bryggjubakka, eru vesivognar settir upp í Tórsgøtu og á Skálatrøð. Haraftrat eru átta kabinur settar upp í Vágsbotni undir Jomfrúbakkanum.

Vesini eru opin til klokkan 04 og verða javnan reingjørd.

Snarskivan
Snarskivan
Upplatingartíðir
Monday9-16
Tuesday9-16
Wednesday9-16
Thursday9-16
Friday9-15