Lat aftur
Tema
Ólavsøka 2021
Lurta

Ólavsøka 2021

Ólavsøkan er í hondum, og ætlanin er, at hon hesaferð skal líkjast meira sær sjálvum. Koronastøðan hevur tó við sær, at vit mugu hava nakrar fastar tættir til góðar til næsta ár. Á hesari síðuni kanst tú lesa skránna, kunna teg um broytingar og tilmæli, fáa yvirlit yvir ferðsluna og kunna teg um trygdarviðurskiftini á ólavsøkuni.

Ólavsøkan 2021 er fyriskipað við atliti at koronastøðuni. Tórshavnar kommuna og koronaráðgevingin fylgja neyvt við í, hvussu smittutrýstið háttar seg upp undir og á ólavsøku. Er smittutrýstið lágt, kunnu vit vænta okkum eina rættiliga vanliga ólavsøku. Vaksa smittutølini munandi, kunnu vit hinvegin vera noydd at tillaga skránna ella strika partar av henni.

Tórshavnar kommuna og Tórshavnar Ítróttarráð hava lagt ein leist fyri ólavsøkuna, soleiðis at undirhaldið á ólavsøku verður spjatt út í smærri eindir.

Hesin leisturin ber millum annað í sær, at tivoli ikki verður á Skálatrøð. Í staðin hava Tórshavnar Ítróttarráð, skótalið og aðrir felagsskapir fingið pláss kring miðbýin til básar, tjøld og undirhald. Í so máta fer ólavsøkan í ár at minna um ólavsøkurnar fyrr, tá ið undirhaldið ikki var savnað alt á sama stað, men var at finna ymsastaðni á leiðini oman í býin.

Gev gætur, at skuldi tað hent seg, at vit noyðast at gera stórvegis broytingar í skránni upp undir ólavsøkuna, so sært tú tillagingarnar niðanfyri á hesari síðuni. Vilt tú tryggja tær, at tú ert kunnað um møguligar broytingar, so ert tú vælkomin at tekna teg til okkara tíðindabræv. Tað kanst tú gera niðast á forsíðuni og á mentanarsíðu okkara, sum tú finnur her:

Náttúra, frítíð og mentan

Ólavsøkuskráin

Tú kanst taka ólavsøkuskránna 2021 niður sum pdf-fílu her. Tú kanst eisini taka skránna niður á enskum. Gev gætur, at pdf-fílurnar verða ikki dagførdar. Vilt tú síggja møguligar broytingar, kanst tú síggja dagførdu skránna niðanfyri.

Ólavsøkuskráin 2021

Ólavsøka programme 2021 (in English)

27. juli
Tiltøk

16.00-18.00 Hugbirtingar

Listaframsýning hjá Kára Svensson.
stað: Smiðjan í Lítluvík, Gríms Kambans gøta 15


16.00-20.00 Listaframsýning Lions Club 

Lions Club Tórshavn skipar fyri listaframsýning í Müllers pakkhúsi. Peningurin, ið kemur inn, fer óskerdur til vælgerandi endamál ella felagsskap.
Stað: Müllers pakkhús, Sigmundargøta 21

Undirhald

14.00-17.00 Sjósavnið

Hygg eftir føroyskum fiskum. Royn at nerta við sjóverur, og hygg eftir løgna atburðinum hjá jákupsskeljum. Royn teg sum krabbafiskara.
Stað: Rættargøta 8, Argir

Ítróttur

17.00 AB-KÍ 1. deild menn  

Fótbóltsdystur í Betrideildini millum AB og EB/Streym
Stað: AB-vøllurin á Argjum

18.00 Ólavsøkurenning

Rennikapping á Skálatrøð og út undir Bakka, sum Bragdið skipar fyri.
Stað: Skálatrøð og út undir Bakka.

19.00 Dystur millum tey lógkønu og tey hálshvítu   

Fótbóltsdystur millum politikkarar og prestar. Nemus N. Djurhuus dømir dystin. Stuðulstiltak fyri verkætlanina »Øll hava rætt til góð barnaár« hjá Bláa Krossi Føroya. »Liv Lívið« verður á staðnum og selur kaffi, okkurt søtt og rúsfría espressoskeykin.
Atgongd: Ókeypis
Stað: Ovari vøllur í Gundadali

28. juli - ólavsøkuaftan
Tiltøk

11.00-20.00 Listasavn Føroya            

Vælkomin á Listasavn Føroya á ólavsøku! Fasta framsýningin er opin báðar ólavsøkudagarnar frá kl. 11 til 20. Ólavsøkuframsýningin letur upp kl. 15 ólavsøkuaftan.
STAÐ: Gundadalsvegur 9

11.00-20.00 Listaframsýning í Steinprenti

Steinprent hevur listaframsýning við verkum eftir Mariusi Olsen og Julie Sass.
STAÐ: Skálatrøð 16

12.00-17.00 Summarframsýningin 2021         

Norðurlandahúsið og Systrar hava opið á ólavsøku millum kl. 12-17. Finska summarframsýningin 2021, nabbteeri, er opin.
ATGONGD: Ókeypis
STAÐ: Norðari Ringvegur

14.00-15.00 Skrúðgonga og setan     

Skrúðgonga við hornblásarum, ítróttafólki og býráðslimum. Gingið verður úr Tróndargøtu við Finsen oman á Vaglið, har Hallur Holm setir ólavsøkuna 2021.
STAÐ: Vaglið

14.00-20.00 Hugbirtingar   

Listaframsýning hjá Kára Svensson.
STAÐ: Smiðjan í Lítluvík, Gríms Kambans gøta 15

14.00-20.00 Listaframsýning í Müllers pakkhúsi          

Lions Club Tórshavn skipar fyri listaframsýning í Müllers pakkhúsi. Peningurin, ið kemur inn, fer óskerdur til vælgerandi endamál ella felagsskap.
STAÐ: Müllers Pakkhús, Sigmundargøta 21

15.00-20.00 Ólavsøkuframsýningin 2021       

»Grøn eru grá hús« er heiti á Ólavsøkuframsýningini 2021 hjá Listafelag Føroya í Listaskálanum. Framsýningin er opin til og við 22. august 2021.
STAÐ: Gundadalsvegur 9

15.00-18.00 Elorka í Føroyum í 100 ár            

Framsýning, ið vísir menningina av elorku í Føroyum í 100 ár. Framsýningin er í auluni í Finsen.
STAÐ: Aulan í Finsen

15.00-19.00 Loyst úr leikum og lagdi                

Søluframsýning við heimavirkaðum vørum, sum áhugabólkur við 17 heimavirkisfólkum skipar fyri í Müllers pakkhúsi. Søluframsýningin er á ovaru hæddunum.
STAÐ: Müllers Pakkhús, Sigmundargøta 21

15.00-20.00 Listaframsýning í Williamsstovu              

Jógvan Kristiansson Glerfoss, listamaður, hevur listaframsýning við akrylmálningum á lørifti í Williamsstovu.
STAÐ: Niels Finsens gøta 16

16.00-23.00 Opið hús í Skansahúsinum           

Skansahúsið er felagslon fyri hjálpar- og boðanarfelagsskapir. Høvi verður at heilsa upp á ymiskar felagsskapir.
STAÐ: J.H. Schrøtersgøta 11

17.00 Frelsunarherurin          

Útimøti á Vaglinum. Skrúðgonga frá Frelsunarherinum í Tórsgøtu oman á Vaglið.
STAÐ: Uttan fyri H.N.J. Bókahandli

17.00-18.00 Fólkafundur á Háskúlanum         

Føroya Fólkaháskúli skipar fyri fólkafundi, har Ingi Rasmussen heldur røðu. Felagssangur og føroyskur dansur. Háskúlin bjóðar kaffi og køkur. Øll eru vælkomin.
STAÐ: Háskúlavegur 14

17.30 Ernst og vinfólk              

Løtt og elegant konsert við Ernst og vinfólkum í Havnar kirkju.
STAÐ: Havnar kirkja

19.00-20.00 Gleðiboð hevur útimøti            

Samkoman Gleðiboð hevur útimøti á Trappuni.
STAÐ: Vágsbotnur

21.00 Útimøti             

Útimøti á trappuni uttan fyri Ebenezer.
STAÐ: Niels Finsens gøta 18

22.00-24.00 Opið hús í Meinigheitshúsinum  

Ung í Meinigheitshúsinum bjóða til opið hús frá kl. 22 og úteftir. Suppa og annað gott verður at fáa. Meira kunning á www.meinigheit.fo.
STAÐ: Húsagøta 1

23.00 Frelsunarherurin          

Útimøti á Vaglinum. Skrúðgonga frá Frelsunarherinum í Tórsgøtu oman á Vaglið
STAÐ: Uttan fyri H.N.J. Bókahandli

Undirhald

14.00-18.00 Ólavsøkukappróðurin 2021  

Kappróður, søla av drykkju­vørum og mati, undirhald fyri allar aldursbólkar. Vælumtókta Homlulandið fyri børn er ókeypis.
Stað: Eystara bryggja, Molin, Tinganes

14.00-19.00 Sjósavnið     

Hygg eftir føroyskum fiskum. Royn at nerta við sjóverur, og hygg eftir løgna atburðinum hjá jákupsskeljum. Royn teg sum krabbafiskara.
Stað: Rættargøta 8, Argir

14.00-19.00 SSB opið hús   

Skótafylki Sigmund Brestissonar býður øllum ólavsøkugestum niðan at vitja Skótahøllina við Havnará. Ymiskt verður sýnt fram, og okkurt skótasligt virksemi verður á bønum við skótahøllina.
Stað: Við Havnará

14.00-21.00 ATV-koyring fyri børn  

Børn kunnu koyra ATV.
STAÐ: Vestara bryggja

14.00-21.00 GoKart-koyring  

GoKart-koyring fyri børn.
STAÐ: Vestara bryggja

14.00-21.00 Paintball 

STAÐ: Vestara bryggja

14.00-24.00 GoKart-koyring

GoKart-koyring fyri vaksin.
STAÐ: Vestara bryggja

14.00-01.00 Kiwanis selur lutaseðlar 

Kiwanis hevur lutaseðlasølu á Áarvegnum um dagin og í Vágsbotni um kvøldið. Føroyskt 5-mannafar at vinna.
STAÐ: Áarvegur og Vágsbotn

15.00-18.00 Modellið av Tinganesi og Reyni 

Modellið av Tinganesi og Reyni hjá Birgari Johannesen verður sýnt fram.
STAÐ: Perlan í Tórsgøtu

15.00 Rógvi og drekin 

Barnaleikur í Grasagarði.
STAÐ: Grasa­garð­ur í miðbýnum

16.00 Trøllapætur  

Leikur fyri børn í Perlutúni.
STAÐ: Perlutún, Tórsgøta

16.00-17.00 Harmonikufelagið á ráðhústrappuni

STAÐ: Vaglið

16.00-04.00 Liv Lívið (Blái Krossur)

Eitt stað hjá teimum ungu at hugna sær uttan rúsdrekka. Ókeypis matur, drekka, tónleikur og hugni. Rúsfrí barr – eitt alternativ til rúsdrekka – har alkoholfríir drykkir verða seldir. STAÐ: Tórsgøta 10

17.00 Lítli Klávus og Stóri Klávus  

Barnasjónleikur í Perlutúni.
STAÐ: Perlutún, Tórsgøta.

18.00 Bubu Barnasjónleikur

STAÐ: Trappan í Vágsbotni

18.00-18.45 Magni Christiansen á ráðhústrappuni

Magni Christiansen spælir á ráðhústrappuni. 
STAÐ: Vaglið

18.00 GHM 

GHM spælir á Ebenezertrappuni.
STAÐ: Niels Finsens gøta

18.00 Ólavsøkukabarettin   

Katrin Joensen-Næs leikstjórnar ársins Ólavsøkukabarett.
STAÐ: Sjónleikarhúsið

19.00-19.45 Signar í Homrum og John Johannesen á ráðhústrappuni

Signar í Homrum og John Johannesen spæla á ráðhústrappuni.
STAÐ: Vaglið

19.30 Ólavsøkukabarettin  

Katrin Joensen-Næs leikstjórnar ársins Ólavsøkukabarett.
STAÐ: Sjónleikarhúsið

20.00-20.45 Tónleikaframførsla við SWAY á ráðhústrappuni

SWAY hevur tónleikaframførslu á ráðhústrappuni. 
STAÐ: Vaglið

20.00-22.00 Harmonikuhugni og dansur í Vágsbotni

Jógvan Elias og vinmenn spæla til harmonikuhugna og dans. 
STAÐ: Vágsbotnur

21.00 Ólavsøkukabarettin

Katrin Joensen-Næs leikstjórnar ársins Ólavsøkukabarett
STAÐ: Sjónleikarhúsið

22.00-22.45 Eyðun og Rani Nolsøe á ráðhústrappuni

Eyðun og Rani Nolsøe spæla á ráðhústrappuni. 
STAÐ: Vaglið

Ítróttur

14.00-18.00 Ólavsøkukappróðurin 2021 

Kappróður, søla av drykkju­vørum og mati, undirhald fyri allar aldursbólkar. Vælumtókta Homlulandið fyri børn er ókeypis.
STAÐ: Eystara bryggja, Molin og Tinganes

18.00 Kappsvimjing á vágni

Aftan á kappróðurin verður sum vant skipað fyri kappsvimjing á Vágni fram við Molanum. STAÐ: Eystaravág

18.00 B36-TB 

Betri dystur millum B36 og TB á Ovara vølli
STAÐ: Gundadalur

18.30-19.30 Ólavsøku talvdystur  

Dystur millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Telvingarfelag í Finsen. Telvað verður á 10 borðum.
ATGONGD: Ókeypis fyri áskoðarar
STAÐ: Tróndargøta 52

19.00-21.00 Kyndil-VÍF 

Árligi ólavsøkudysturin millum Kyndil og VÍF í Høllini á Hálsi.
STAÐ: Stórhøllin á Hálsi

29. juli - ólavsøkudagur
Tiltøk

10.00 Gudstænasta í Mariukirkjuni     

Gudstænasta.
STAÐ: Mariukirkjan, Mariugøtu 4

11.00-12.00 Ólavsøkugudstænasta í Havnar kirkju

Gudstænasta við Mariu Jørðdal Niclasen presti.
STAÐ: Havnar kirkja

11.00-20.00 Listasavn Føroya  

Vælkomin á Listasavn Føroya á Ólavsøku! Fasta framsýningin er opin báðar ólavsøkudagarnar frá kl. 11 til 20.
Stað: Gundadalsvegur 9

11.00-20.00 Listaframsýning í Steinprenti

Steinprent hevur listaframsýning við verkum eftir Mariusi Olsen og Julie Sass.
STAÐ: Skálatrøð 16

11.00-20.00 Ólavsøkuframsýningin 2021   

»Grøn eru grá hús« er heiti á Ólavsøkuframsýningini 2021 hjá Listafelag Føroya í Listaskál­an­um. Framsýningin er opin til og við 22. august 2021.
STAÐ: Gundadalsvegur 9

12.00-14.00 Skrúðgonga og kórsangur  

Skrúðgonga úr Havnar kirkju við løgtingslimum, prestum og øðrum embætisfólki niðan á Tinghúsvøllin, har Ólavsøkukórið syngur undir leiðslu av Bernharður Wilkinson.
STAÐ: Vaglið

12.00-17.00 Summarframsýningin 2021 

Norðurlandahúsið og Systrar hava opið á ólavsøku millum kl. 12-17. Finska Summar­fram­sýningin 2021, »Nabbteeri«, er opin.
ATGONGD: Ókeypis
STAÐ: Norðurlandahúsið, Norðari Ringvegur

14.00-20.00 Listaframsýning í Müllers pakkhúsi 

Lions Club Tórshavn skipar fyri listaframsýning í Müllers pakkhúsi. Peningurin, ið kemur inn, fer óskerdur til vælgerandi endamál ella felagsskap.
STAÐ: Müllers Pakkhús, Sigmundargøta 21

14.00-20.00 Hugbirtingar   

Listaframsýning hjá Kára Svensson.
STAÐ: Smiðjan í Lítluvík, Gríms Kambans gøta 15

14.00-20.00 Listaframsýning í Williamsstovu 

Jógvan Kristiansson Glerfoss, listamaður, hevur listaframsýning við akrylmálningum á lørifti í Williamsstovu.
STAÐ: Niels Finsens gøta 16

14.30-15.30 Havnar Hornorkestur   

Havnar Hornorkestur hevur ólavsøkukonsert við spennandi og fjølbroyttari tónleikaskrá. STAÐ: Vaglið við Býráðshúsið

15.00-17.00 Søgur um ull  

Framsýning av lutum úr ull og signering av bókini »Søgur um ull« eftir Ásu Hátún. Bókin fæst fyri serprís henda dagin.
STAÐ: NÁM, Hoyvíksvegur 72

15.00-18.00 Elorka í Føroyum í 100 ár    

Framsýning, sum vísir menningina av elorku í Føroyum í 100 ár. 
STAÐ: Aulan í Finsen.

15.00-19.00 Loyst úr leikum og lagdi   

Søluframsýning við heimavirkaðum vørum, sum áhugabólkur við 17 heimavirkisfólkum skipar fyri í Müllers pakkhúsi. Søluframsýningin er á ovaru hæddunum.
Stað: Müllers Pakkhús, Sigmundargøta 21

16.00-18.00 Móttøkuhúsið er opið

Tórshavnar móttøkuhús og myndasavn í Tróndargøtu er opið, og høvi er at síggja spennandi listasavnið hjá Tórshavnar Kommunu.
STAÐ: Tróndargøta 42

16.00-18.00 Ráðhúsið er opið

Høvi verður at síggja Ráðhúsið og málningalist.
STAÐ: Vaglið

16.00-18.00 Býráðssalurin er opin    

Høvi verður at síggja býráðssalin og málningalist.
STAÐ: Vaglið

17.00 Frelsunarherurin 

Útimøti á Vaglinum. Skrúðgonga frá Frelsunarherinum í Tórsgøtu oman á Vaglið.
STAÐ: Uttan fyri H.N.J. Bókahandli

17.00-20.00 Westward Ho – opið skip  

Sluppin Westward Ho er opin fyri almenninginum.
STAÐ: Høgukei

17.00-23.00 Opið hús í Skansahúsinum    

Skansahúsið er felagslon hjá hjálpar- og boðanarfelagsskapum. Høvi verður at heilsa upp á ymiskar felagsskapir.
STAÐ: J.H. Schrøtersgøta 11

19.00 Fólkafundur á Doktaragrund  

Unga Tjóðveldið skipar fyri fólkafundi á Doktaragrund. Á skránni eru røður og tónleikur. STAÐ: Dokt­aragrund, úti á Reyni

19.00-22.30 Sangløta í Meinigheitshúsinum  

Ólavsøkudag lata dyrnar upp kl. 19, tá øll fáa suppu og kaffi til matna. Kl. 20 verður sangmøti. Taborkórið og sangkreftir av Toftum fara at luttaka. Bergur D. Joensen prestur boðar guds orð. Eisini verður drekka og hugnaløta aftaná. Meira kunning á www.meinigheit.fo..
STAÐ: Húsagøta 1

21.00 Útimøti  

Útimøti á trappuni uttan fyri Ebenezer.
STAÐ: Niels Finsens gøta 18

22.00 Opið hús í Meinigheitshúsinum  

Ung í Meinigheitshúsinum bjóða til opið hús frá kl. 22 og úteftir. Suppa og annað gott verður at fáa. Meira kunning á www.meinigheit.fo.
STAÐ: Húsagøta 1

23.00 Frelsunarherurin   

Útimøti á Vaglinum. Skrúðgonga frá Frelsunarherinum í Tórsgøtu oman á Vaglið.
STAÐ: Uttan fyri H.N.J. Bókahandli

Undirhald

14.00-19.00 Sjósavnið 

Hygg eftir føroyskum fiskum. Royn at nerta við sjóverur, og hygg eftir løgna atburðinum hjá jákupsskeljum. Royn teg sum krabbafiskara.
STAÐ: Rættargøta 8, Argir

14.00-19.00 SSB opið hús   

Skótafylki Sigmund Brestissonar býður øllum ólavsøkugestum niðan at vitja Skótahøllina við Havnará. Ymiskt verður sýnt fram, og okkurt skótasligt virksemi verður á bønum við skótahøllina.
STAÐ: Við Havnará

14.00-21.00 ATV-koyring fyri børn 

Børn kunnu koyra ATV.
STAÐ: Vestara bryggja

14.00-21.00 GoKart-koyring fyri børn 

GoKart-koyring fyri børn.
STAÐ: Vestara bryggja

14.00-21.00 Paintball  

Paintball.
STAÐ: Vestara bryggja

14.00-24.00 GoKart-koyring fyri vaksin   

GoKart-koyring fyri vaksin.
STAÐ: Vestara bryggja

14.30-15.30 Havnar Hornorkestur   

Havnar Hornorkestur hevur ólavsøkukonsert við spennandi og fjølbroyttari tónleikaskrá. STAÐ: Vaglið við Býráðshúsið

15.00 Kæti   

Leikur fyri børn í Grasagarði.
STAÐ: Grasagarður í miðbýnum

15.00-18.00 Modellið av Tinganesi og Reyni 

Modellið av Tinganesi og Reyni hjá Birgari Johannesen verður sýnt fram.
STAÐ: Perlan í Tórsgøtu

16.00-17.00 Herborg Torkilsdóttir

Herborg Torkilsdóttir spælir løg á ráðhústrappuni
STAÐ: Vaglið

16.00-17.00 Sway í Perlutúni  

Tónleikaframførsla fyri børnum.
STAÐ: Perlutún, Tórsgøta

16.00-01.00 Kiwanis lutaseðlar 

Kiwanis hevur lutaseðlasølu á Áarvegnum um dagin og í Vágsbotni um kvøldið. Føroyskt 5-mannafar at vinna.
STAÐ: Áarvegur og Vágsbotnur

16.00-04.00 Liv Lívið (Blái Krossur)

Eitt stað hjá teimum ungu at hugna sær uttan rúsdrekka. Ókeypis matur, drekka, tónleikur og hugni. Rúsfrí barr – eitt alternativ til rúsdrekka – har alkoholfríir drykkir verða seldir. STAÐ: Tórsgøta 10

17.00 Lítli Klávus og Stóri Klávus 

Barnasjónleikur í Perlutúni.
STAÐ: Perlutún, Tórsgøta

18.00 Bubu Barnasjónleikur

Bubu spælir sjónleik fyri børnum.
STAÐ: Trappan í Vágsbotni

18.00-18.45 Stongum & Guttesen á ráðhústrappuni

Stongum & Guttesen spæla løg á ráðhústrappuni.
STAÐ: Vaglið

18.00 Ólavsøkukabarettin 

Katrin Joensen-Næs leikstjórnar ársins Ólavsøkukabarett.
STAÐ: Sjónleikarhúsið

19.00-19.45 Uni Debess og Edward Nyholm Debess á ráðhústrappuni

Uni Debess og Edward Nyholm Debess spæla løg á ráðhústrappuni
STAÐ: Vaglið

19.30 Ólavsøkukabarettin

Katrin Joensen-Næs leikstjórnar ársins Ólavsøkukabarett.
STAÐ: Sjónleikarhúsið

20.00-20.45 Hanus G. á ráðhústrappuni

Hanus G. spælir á ráðhústrappuni.
STAÐ: Vaglið

20.00-22.00 Harmonikuhugni og dansur í Vágsbotni  

Jógvan Elias og vinmenn spæla til harmonikuhugna og dans.
STAÐ: Vágsbotnur

21.00 Ólavsøkukabarettin

Katrin Joensen-Næs leikstjórnar ársins Ólavsøkukabarett.
STAÐ: Sjónleikarhúsið

22.00-22.45 Kim Hansen og Terji Rasmussen á ráðhústrappuni

Kim Hansen og Terji Rasmussen spæla á ráðhústrappuni
STAÐ: Vaglið

Ítróttur

15.00 Kappríðing   

Føroya Ríðingarfelag skipar fyri kappríðing í Marknagili.
STAÐ: Marknagil uppi við Oyggjarvegin

Tillagingar higartil
Undirhald í smærri eindum - einki stórt tivoli

Tórshavnar kommuna og Tórshavnar Ítróttarráð hava lagt ein leist fyri ólavsøkuna, soleiðis at undirhaldið á ólavsøku verður spjatt út í smærri eindir.

Hesin leisturin ber millum annað í sær, at tivoli ikki verður á Skálatrøð. Í staðin hava Tórshavnar Ítróttarráð, skótalið og aðrir felagsskapir fingið pláss kring miðbýin til básar, tjøld og undirhald. Í so máta fer ólavsøkan í ár at minna um ólavsøkurnar fyrr, tá ið undirhaldið ikki var savnað alt á sama stað, men var at finna ymsastaðni á leiðini oman í býin.

Matstovur og skeinkistøð út á torg og vegir

Fyri matstovur og skeinkistøð er leisturin hin sami sum í fjør. Tað vil siga, at verandi matstøð og skeinkistøð sleppa at víðka um teirra virksemi út á torg og vegir, har tað er ráðiligt.

Endamálið er at syrgja fyri so góðari frástøðu sum gjørligt bæði inni og úti og samstundis gera kaffi- og matstovurnar til part av ólavsøkuni. Av somu orsøk verður ikki pláss hjá øðrum at seta upp tjøld og básar til sølu og spæl á kommunalum øki á ólavsøkuni í ár.

Midnáttarsangurin strikaður

Midnáttarsangurin savnar ov nógv fólk á sama stað í mun til koronu. Midnáttarsangin mugu vit tískil hava til góðar til næsta ár, tá ið fleiri fólk vónandi sleppa at savnast aftur.

Smærri men góðar framførslur

Tórsfest er strikað í ár. Hetta er konsertin, sum Tórshavnar Ítróttarráð undanfarnu árini hevur skipað fyri á Vaglinum leygardagin fyri ólavsøku. Somuleiðis er gjørt av at strika tónleikapallin Tórspallur, ið plagar at standa framman fyri Ráðhúsið ólavsøkuaftan og ólavsøkudag.

Í staðin skipa vit fyri smærri tónleikaframførslum og fyri barnaundirhaldi kring um í miðbýnum.

Á ráðhústrappuni verður sostatt eingin stórur pallur, men her verða smærri framførslur við fólkakærum trubadurum ólavsøkudag og ólavsøkuaftan í staðin fyri størri orkesturframførslurnar, har vandi er fyri trokan.

Framførslurnar á ráðhústrappuni enda klokkan 22.45. Økið á Vaglinum og í Tinghúsgarðinum er sostatt ætlað sum eitt hugnaligt øki við tónleiki og benkrum undir tjaldi, har fólk kunnu hittast, sessast og hugna sær uttan at standa kroyst.

KORONA
KORONA

Soleiðis minka vit um smittuvandan

Tillagingarnar í ólavsøkuskránni eru allar gjørdar fyri at minka um smittuvandan. Tað eru tó fleiri ting, tú sjálv kanst gera fyri at minka um smittuvandan á ólavsøku.

Niðanfyri gevur Pál Weihe, ið er yvirlækni og partur av Koronaráðgevingini, 8 góð ráð til, hvussu vit best møguligt verja okkum sjálvi og onnur á tjóðarhátíð okkara.


Hví skulu vit ansa væl eftir?

Smittan er framvegis í samfelagnum, men støðan í Føroyum er tó nógv betur nú enn á seinastu ólavsøku, tí tey sum hava tikið ímóti koppingini eru nú væl vard móti ringari sjúku.

Støðan er tó óbroytt fyri tey, sum ikki hava latið seg koppseta. Verða tey smittað, kann sjúkan gerast svár og taka teimum fast. Eisini kunnu tey av óvart bera sjúkuna víðari til onnur, ið illa tola hana, til dømis tey umleið 10 % av okkara gomlu, sum ikki eru koppsett enn. Fyri tey gomlu, sum verða smittað, er tað álvarsamt.

Av tí at smittutalið framvegis er høgt í Føroyum hava vit allar góðar grundir til at vera varin, har nógv fólk koma saman. Niðanfyri eru átta ráð, serliga til teirra sum enn ikki hava tikið av koppsetingini.

Soleiðis ansa vit okkum fyri koronu
1. Savnist í minni bólkum og ansið eftir mannamúgvum

Skipa fyri samkomum, veitslum og vertskapi í minni bólkum – heima í tykkara grannalagi ella heima hjá tykkum privat. Far bert treyður inn í mannamúgvur inni, til dømis í dansistøðum ella á skeinkistøðum. Og far ikki í stórar mannamúgvur úti, har fólk standa tætt, til dømis útikonsertir.

2. Fylg setanini í miðlunum heldur enn at fara har sjálv

Fylg heldur við í sjónvarpi ella á netinum, tá ólavsøkan verður sett. Um tú allíkavæl fert á Vaglið sjálv, so minst til at halda góða frástøðu.

3. Vitja tey, sum virða tilmælini

Vitja átøk, framsýningar og konsertir, har vertirnir virða mest loyvda tal av fólki, sum kunnu vera saman í senn, og har tað ber til at halda frástøðu.

4. Heilsa kenningum við frástøðu

Gakk oman og niðan eftir Áarvegnum og heilsa kenningum við frástøðu.

5. Statt ikki ov nær til tiltøk

Hygg at kappróðri og ítróttarkappingum, men minst til ikki at standa ov nær, serliga ikki nær at teimum, sum rópa.

6. Ver heldur úti enn inni

Um tað viðrar, ver so heldur úti enn inni.

7. Tak ikki í hond

Finn ein annan máta at heilsa vinum og kenningum á ólavsøku enn at taka í hondina, sum vanligur siður annars er. Um ikki við alboganum, so við einum høviskum nikki.

8. Ver bara á barr við frástøðu

Ein barr sum er væl skipað, har fólk sita við hóskandi frástøðu er ikki ein trupulleiki. Fer tað at regna, soleiðis at fólk streyma inn á skeinkingarstaðið, kann tað kortini vera vandi fyri smittu.

Tað kann eisini vera trupult at fylgja tilmælunum um frástøðu, tá fólk hava fingið upp í høvdið. Um vit sum áður nevnt kunnu halda ólavsøkuna úti, so er tað best sæð úr einum smittusjónarhorni.

Keyp atgongumerki til kappróðurin á netinum

Atgongumerki til kappróðurin kunnu keypast á alnótini. Fyriskipararnir av kappróðrinum vilja helst sleppa undan at taka ímóti reiðum peningi, og tískil mæla vit øllum til at keypa atgongumerki á álnótini. Tað kanst tú gera her:

Atgongumerki til ólavsøkuróðurin (Áhugafelagið Ólavsøkukappróðurin)

Ferðslan á ólavsøku

Partar av miðbýnum eru stongdir fyri ferðslu, meðan ólavsøkan er. Ferðsluforðingar verða settar upp av trygdaráðum. Í ávísum støðum er vaktarhald, ið kann loyva neyðsynjarakførum inn.

Á kortunum niðanfyri sært tú, hvar og nær ferðsluavmarkingar eru í býnum.

FERÐSLAN 27. JULI

  • Týsdagin 27. juli kl. 18 - 20
    Mylnugøta er einvegis, og Skálatrøð og økið undir Bakka er stongt fyri ferðslu. Ólavsøkurenningin hjá Bragdinum er á skránni.


FERÐSLAN 28. - 30. JULI

  • Mikudagin 28. juli kl. 13 - 14
    Tróndargøta er stongd fyri ferðslu frá Sjúrðagøtu og oman til Kongagøtu. Skrúðgongan verður fyrireikað.
  • Mikudagin 28. juli kl. 12 - fríggjadagin 30. juli kl. 12
    Áarvegur, Mylnugøta, Tórsgøta, Vágsbotnur og Niels Finsens gøta, frá sjónleikarhúsinum oman á Vaglið, eru stongd fyri ferðslu. Innkoyringin til parkeringsøkið á Skálatrøð verður úr Bøgøtu, og útkoyringin verður niðan eftir Sigmundargøtu. Bøgøta verður sostatt stongd fyri ferðslu av Skálatrøð.

    Hetta tíðarskeiðið er ferðsla ikki loyvd eftir Niels Finsens gøtu og Bøkjarabrekku tvørturum Steinatún. Bara býarbussarnir og bygdaleiðirnar eru undantiknar. 

  • Mikudagin 28. juli kl. 12 - 19
    Eystara Bryggja frá Havnagøtu til Jónas Broncks gøtu er stongd. Kappróður er á skránni.

Bussleiðin

Bussleiðin koyrir sambært serligari ferðaætlan á ólavsøku, sum tú finnur niðanfyri. Vilt tú vita, hvar bussarnir eru beint nú, kanst tú síggja tað á sonakortinum »Hvar er bussurin?«.

Bussleiðin ólavsøka 2021

Hvar er bussurin beint nú?

Parkering

Einki tivoli verður á Skálatrøð í ár, og tí ber til at parkera á Skálatrøð. Innkoyringin til Skálatrøð er tó broytt soleiðis, at tú skalt koyra omaneftir Gríms Kambans gøtu og Bøgøtu og snara inn niðanfyri Smiðjuna í Lítluvík fyri at koma inn til parkeringina á Skálatrøð. Her er gjørd ein fyribils innkoyring.

Bilar, ið fara av Skálatrøð, sleppa bara niðan ígjøgnum Sigmundargøtu.

Trygd

Á ólavsøku skipar Tórshavnar kommuna fyri trygdarátøkum í samstarvi við aðrar myndugleikar.

Ferðsluforðingar eru settar upp kring miðbýin, og um kvøldið og náttina ólavsøkuaftan og ólavsøkudag ganga samarittar hjá Reyðakrossi runt í býnum, soleiðis at tað ber til at veita skjóta hjálp, um tørvur er á tí. Samarittarnir halda til í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu 8.

Í Steinatúni verður skipað fyri vaktarhaldi, so bussleiðin kann virka ótarnað, og í Vágsbotni er vaktarhald framvið sjóvarmálan.

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15